Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016 SOSIALURIN 78 5 Tíð til viðtalu Dagin eftir at Karolina Danielsen hevði verið við soni sínum í læknavaktini, ringdi ein lækni av psykiatrisku deild. Hann kundi bjóða soninum eina viðtalu innan fyri ein mánað. – Tá er drongurin deyður, hugsaði Karolina Danielsen og gjørdi av at fara av landinum við fyrsta flogfarinum, tá tað gjørdist greitt fyri henni, at eingin hjálp var at heinta í Føroyum. Sambært skjølum, sum Sosial­ urin hevur fingið innlit í, tók mamman longu sama dagin sam­ band til Almannaverkið. Karolina Danielsen skrivar soleiðis í einum telduposti til Almannaverkið: ” ... Kundi eg fingið eina viðtalu við sosialrágevan hjá honum skjótast gjørligt, um ikki annað eina telefon samrøðu. Hastar. Vh, Karolina Danielsen” Hon ætlaði at fáa at vita, um hon kundi fáa hjálp til at rinda viðgerð í Danmark. Men hóast Karolina Danielsen fleiri ferðir vendi sær til Almannaverkið, fekk hon einki svar. – So eg lænti pengar til flog­ ferðaseðlar við fyrsta flogfari til Keypmannahavnar. Leiðarin á Heilbrigdi hevði tíbetur tikið støðuna í størsta álvara og hevði skaffað Mortan eitt pláss á Kongens Ø, sum er eitt avvenjingarheim í Danmark. Tá Mortan Johannesen fríggja­ dagin lendi í Danmark, vóru fólk frá avvenjingarheiminum komin til Keypmannahavnar at taka í móti honum. – Eg visti væl, at slíkt kostar nógvar pengar. Men í ræðuligi støðuni hugsaði eg ikki um annað, enn at lívið hjá soni mínum stóð upp á spæl. Eg ivaðist í veruleikanum ikki í, at Heilsuverkið fór at átaka sær rokningina fyri uppihaldið, tí tey høvdu ikki megnað at hjálpt okkum heima í Føroyum, sigur Karolina Danielsen og minnist aftur á ræðuligu flogferðina. ”Mortan sá so illa út, at ein fremm­and sjúkrasystir kom yvir til okkara. Hon var bangin fyri, hvat kundi henda honum í luftini”, fortelur mamman, sum enn spyr seg sjálva, hvar Heilsuverkið var tann dagin í apríl. Rokning á fleiri hundrað túsund Leygardagin, longu dagin eftir at Mortan Johannesen var inn­ skrivaður á Kongens Ø, varð ein ætlan gjørd fyri komandi 6 mán­ aðarnar: Fyrstu 6-8 vikurnar skuldi hann stabiliserast, úttrappast og gerast klárur til eitt rúsevnisfrítt lív. Viðgerðin skuldi umfata dag­ ligar samrøður, bólkaviðgerð, akupunktur, meditatión, gongu­ túrar og samrøður við psykiatara. Tá fyrstu 8 vikurnar vóru av, skuldi Mortan Johannesen læra at vera rúsevnisfríur og tilogna sær amboð, sum skuldu hjálpa honum at halda sær frá rúsevnum. Hetta umfataði skrivligar uppgávur, prakt­iskar uppgávur, ítrótt, aku­ punktur, meditatión og annað. Alt gekk eftir ætlan og eftir eina tíð kom rokning fyri fyrstu 30 dagarnar á Kongens Ø. 49.000 krónur kostaðu fyrstu 30 dagarnir. Hetta eru pengar, sum hvørki Karolina Danielsen ella sonur henn­ara hava. – Og eg haldi ikki, tað er mín ábyrgd at rinda fyri eina viðgerð, sum Heilsuverkið eigur at veita, sigur Karolina Danielsen, sum sendi rokningina til Almannaverkið og Landssjúkrahúsið. Men hóast tað er álagt Lands­ sjúkrahúsinum at rinda fyri viðgerð í Føroyum ella uttanlands, noktaði Landssjúkrahúsið at rinda rokningina hjá Karolinu Danielsen. Í einum telduposti skrivar Lands­ sjúkrahúsið soleiðis: ”Sjúkrahúsverkið hevur ikki heimild at gjalda fyri viðgerð uttan­lands, sum borgari sjálvur hevur tikið stig til.” og tey vísa síðan til, at ein yvirlækni altíð skal ávísa til viðgerð í útlandinum, um Landssjúkrahúsið skal rinda. Eingin avtala Men hóast Bjarni á Steig, sum er yvirlækni og eisini er tilknýttur Heilbrigdi og Blákrossheimið, fegin vildi hjálpa Mortan Johannesen úr síni misnýtslu, fekk hann ikki sent ávísing til avvenjingarheim í Danmark. – Heilsuverkið hevur onga avtalu sum tryggjar rúsevnismisnýtarum viðgerð í útlandinum. Og vit hava heldur einki tilboð til tey her heima, sigur Bjarni á Steig, sum heldur tað vera órímiligt, at familjan sjálv skal rinda fyri viðgerðina. – Tá vit ikki kunnu hjálpa fólki her heima, er tað ikki rímiligt, at tey sjálvi fáa ábyrgdina av gjalda fyri viðgerð í útlandinum. Vit skulu hjálpa teimum føroyingum, sum koma í neyð - óansæð hvørja neyð, tey koma í, sigur hann. Ræðist Føroyar Mortan Johannesen hevur nú verið tríggjar mánaðar á avvenj­ ingarheiminum Kongens Ø, og er væl á veg til eitt lív uttan rúsevni. Men hann ætlar sær kortini ikki at venda heim til Føroya. – Mortan torir ikki at koma til Føroya. Hann ræðist, at eingin er at lofta honum, um hann dettur út í aftur í Føroyum, fortelur mamm­ an, sum harmast um at skipanin í Før­oyum ger, at sonur hennara ikki torir at venda heim aftur. – Eg skilji væl, at hann ikki torir at venda heim. Men sum mamma harmar tað meg ófatiligt, fortelur hon. Og nú orkar hon ikki meiri mótstøðu. – Skipanin er sera tung at hava við at gera, og tað er als ikki tað, man hevur tørv á, tá man stendur í slíkari støðu, sum vit hava verið í. Eg noyðist kanska bara at fáa mær lán í bankanum fyri at rinda viðgerðina hjá soni mínum, men eg vil gera mítt fyri at eingin endar í somu støðu sum vit, og tí velji eg at fortelja okkara søgu alment, sigur Karolina Danielsen. Hon vónar at myndugleikarnir taka trupulleikan í álvara og upprætta eitt avvenjingartilboð til fólk, sum misnýta hørð rúsevni. ”Sonur mín er ikki ein eindømi – eg kenni hansara vinir, og eg kann heilsa og siga, at tað eru nógv, sum eru í sama vanda sum Mortan”, sigur hon. Karolina Danielsen hevur kært avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum og bíðar eftir svari. Karolina Danielsen er mamma til ein rúsevnismisnýtara. Hon fortelur, at trupulleikarnir við rúsevnismisnýtslu eru nógv meir umfatandi, enn vit geva okkkum far um BIRGITH LASSEN ”Bara seinasta árið hava tvey fólk gjørt av við seg, tí tey ikki hava fing­ið ta hjálpina, teimum tørvar”, fortelur Karolina Danielsen, sum kennur rúsevnisumhvørvið innifrá. ”Eg kenni vinfólkini hjá soni mínum, og eg veit um fleiri dømir, sum eru endað í sjálvmorðsroynd ella sjálvmorð”, sigur hon. ”Vit mugu fáa myndugleikarnar at reagera nú, tí skulu fólk veruliga doyggja, meðan tey bíða eftir hjálp?”, spyr mamman sum fyrr í ár sjálv upplivdi, at sonur hennara ikki fekk hjálp, hóast tey koyrdu runt millum Landssjúkrahús, Blá­krossheimið og Heilbrigdi. – Skulu fólk doyggja, meðan tey bíða eftir hjálp? »Mortan hevur altíð verið ein góður sonur og stóribeiggi. Hann hevur 9. floks prógv, SIT2 og prógv sum heima­skipari. Hann hevði fast starv á Bakka­ frost inntil hann var sjúkra­ meldaður« Karolina Danielsen Karolina Danielsen og sonur hennara, Mortan Johannesen