hósdagur 7. juli 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
6
HVÍ FEKK MORTAN IKKI HJÁLP?
BIRGITH LASSEN
T
á ein misnýtari skal
hava hjálp til avvenjing,
er vanligt at leita sær
á Blákrossheimið ella í
Heilbrigdi.
Men um misnýtarin er so sjúkur,
at viðgerðarstøðini ikki tora at taka
hann inn, eigur Landssjúkrahúsið
ábyrgdina.
Men á Landssjúkrahúsinum
siga tey seg ikki kunna taka mis
nýtarar inn, uttan at avtala er
gjørd millum misnýtaran og við
gerðarstað frammanundan.
Er tað ikki órealistiskt at krevja,
at ein misnýtari skal hava fingið
eina avtalu í lag, áðrenn hann kann
avrúsast hjá tykkum?
– Nei, tað er tað ikki. Sjálvandi
kann ein misnýtari seta seg í
samband við eitt avvenjingarheim,
svarar Tormóður Stóra, leiðari á
psykiatriska deplinum.
Sambært yvirlækna Bjarna á
Steig, er tað ein felagsuppgáva
sum áliggur medinsku deild og
psykiatrisku deild, tá talan er um
avrúsing. Men psykiatriska deild
sigur seg ikki hava ábyrgdina.
– Vit taka okkum bara av tí, um
tað eru sálarligir trupulleikar, sigur
Tormóður Stóra.
Men Bjarni á Steig er framvegis
ósamdur og sigur, at tað er ein
felagsuppgáva.
Er tað rætt at avvísa misnýtarar
á psykiatrisku deild, tá teir biða um
at verða innlagdir?
– Tað kemur fyri. Eg havi sæð
alt ov ofta, at misnýtarir bara
koma til okkum, tá teir ikki hava
pengar til at keypa fleiri rúsevni.
Tey vilja innleggjast hjá okkum
fyri at fáa heilivág. Tá pengar so
koma á kontuna aftur, fara tey út
aftur í býin at keypa sær rúsevni.
Tað tíma vit ikki, og tí siga vit,
at ein avtala skal vera gjørd við
avvenjingarheim frammanundan.
So tað er eingin misnýtari sum
vil innleggjast hjá tykkum fyri at
sleppa burturúr misnýtsluni?
– Jú, sjálvandi. Allir misnýtarir
vilja fegnir sleppa úr misnýtslu.
Men so mugu teir gera eina avtalu
við eitt avvenjingarstað, har tey fáa
hjálp aftaná tey eru útskrivað hjá
okkum Annars koma tey bara aftur
til okkum ferð aftaná ferð.
Er tað rætt, at tit í apríl mánað
avvístu ein sálarsjúkan 26 ára
gamlan rúsevnismisnýtara, sum
bað um at verða innlagdur hjá
tykkum, tí hann var bangin um
sítt lív?
– Eg kann ikki viðmerkja hetta
ítøkiliga málið, tí eg siti júst nú og
viðgeri eina kæru í málinum.
So spyrja vit meir yvirskipað:
Hvat skal ein rúsevnismisnýtari
gera fyri at fáa hjálp í Føroyum?
– Tey kunnu venda sær til
tey viðgerðartilboðini, sum eru í
Føroyum fyri at gera eina avtalu.
Og so skulu tey syrgja fyri at møta
upp til tær viðtalurnar, sum tey til
dømis hava úti á psykiatrisku deild.
Vit kunnu ikki fara út og leita eftir
teimum, tá tey ikki møta upp – tí
rúsevnisviðgerð er sjálvboðin.
Hevur psykiatriska deild ein
part av skyldini í at rúsevnis
misnýtarir í Føroyum kenna seg
sleptar upp á fjall?
– Nei, men tað tykist at vera
okkurt galið í skipanini, um tú
sigur, at einki viðgerðartilboð er
til fólk við misnýtslu av hørðum
rúsevnum.
Kennir tú sum yvirlækni á
psykiatrisku deild til, at tvey fólk
hava gjørt sjálvmorð seinasta
árið, meðan tey hava bíðað eftir
viðgerð?
– Nei, tað havi eg ikki hoyrt um.
Tað er í heila tikið ikki ofta, at vit
hoyra um fólk við misnýtslu av
sterkum rúsevnum.
.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Tá spurt verður eftir, hvør hevur ábyrgdina av at lofta rúsevnismisnýtarum,
er torført at fáa svar. Heilsuverkið sigur, at Almannaverkið eigur ábyrgdina.
Almennaverkið sigur tað mótsatta. Á medisinsku deild verður sagt, at psykiatriska
deild eigur ábyrgdina, og á psykiatrisku deild verður eisini tað mótsatta sagt. Hetta
er ein grásona, sum eingin tykist at taka ábyrgdina av. Vit spyrja Tormóð Stórá,
yvirlækna á psykiatrisku deild, hvat ein misnýtari skal gera fyri at fáa hjálp
EINGIN TEKUR
ÁBYRGDINA
Tórmóð Stóra sigur, at misnýtarar ofta lata seg innleggja bara fyri at fáa heilivág
»Tað
er ikki
okkara
upp
gáva at
fara út
at leita
eftir
teimum«
Tormóður Stórá
Forsømdur borgari: