hósdagur 7. juli 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
7
BIRGITH LASSEN
”Eg síggi fólk í stórum trupul
leikum. Bæði misnýtarar og
teirra avvarðandi”, sigur Bjarni á
Steig, sum starvast sum lækni á
Heilbrigdi og Blákrossheiminum.
Hann heldur, at Landssjúkrahúsið
og Almannaverkið átti at veitt
vegleiðing til misnýtarar, sum
ynskja at sleppa úr misnýtslu.
”Tá ein misnýtari biður um
hjálp, eigur Almannaverkið og
Landssjúkrahúsið at standa klár
við vegleiðing til, hvussu trupul
leikin verður handfarin”, sigur
hann og leggur afturat, at hann
saknar eitt ordiligt tilboð til tey, ið
misnýta hørð rúsevni.
”Eg havi sæð eina stóra fram
gongd, tá tað ræður rúsdrekka
misnýtslu, men tá tað ræður hørð
rúsevni, hava vit einki ordiligt
tilboð um avvenjing í Føroyum –
og vit hava eiheldur nakra avtalu
við avvenjingarheim í útlandinum.
Og tað kann vera problematiskt,
um ein misnýtari ynskir at sleppa
burtur frá rúsevnum”, sigur Bjarni
á Steig, yvirlækni.
”Megna vit ikki at hjálpa
teimum, sum biða um hjálp, so hava
vit ein trupulleika í samfelagnum”,
leggur hann afturat.
Stórur trupulleiki fyri fá
”Her er talan um nøkur fá fólk
sum hava ein stóran trupulleika”,
sigur Bjarni á Steig, sum heldur,
at Heilsuverkið eigur av taka
sær av rúsevnismisnýtarum líka
sum Heilsuverkið tekur sær av
sjúklingum við hjartasjúkum,
krabbameini og øðrum sjúkum.
”Í Føroyum eru vit von við, at tað
eru nakrar sjúkur, sum altso ikki
kunnu viðgerast her heima, tí vit
mangla serlæknar og serstovnar.
Tá senda vit sjúklingarnar á
serstovnar í útlandinum, og so
rindar Heilsuverkið rokningina,
tá viðgerðin er liðug. Men vit
hava onga avtalu sum tryggjar
rúsevnismisnýtarum viðgerð í út
landinum. Og vit hava heldur einki
ordiligt tilboð til tey her heima”,
sigur hann.
Hann sigur tó, at fólk sum verða
eitrað av rúsevnum altíð eiga at fáa
hjálp á Landssjúkrahúsinum. Tað
er eitt samstarv millum medisinsku
og psykiatrisku deild sum skal taka
sær av akuttum trupulleikum sum
eitran og abstinensir.
Kann vera lívsfarligt
Tá ein misnýtari knappliga fer frá
at taka rúsevni, verður misnýtarin
abstinentur. Kroppurin hjá
misnýtarinum manglar tað evnið,
sum kroppurin er vanur við at
fáa. Ringastu abstinensirnir vara í
nakrar vikur, har misnýtarin ikki
fær sovið, hevur pínu í kroppinum,
óró í sinninum, ringt við at skilja
veruleika frá fantasi, sveittar, spýr
og hevur diarré.
Í ringasta fall kunnu abstinensir
krevja lív. Tað sama ræður, um ein
misnýtari er eitraður av rúsevnum.
”Vit viðgera eitran og ógv
usligir abstinensir sum akuttir
trupulleikar á Landssjúkrahús
inum, tí tað kann standa um lív”,
sigur Bjarni á Steig, sum tó ikki
kann svara upp á, hví Mortan
Johanessen í apríl mánað ikki varð
innlagdur á Landssjúkrahúsinum,
hóast hann var sera illa fyri fysiskt
vegna eina drúgva og umfatandi
rúsevnismisýtslu.
”Eg havi ikki loyvi at viðmerkja
ítøkilig mál, men eg kann siga,
at vit altíð skulu taka okkum av
misnýtarum sum eru eitrað ella
hava vandamiklir abstinensir”,
sigur hann.
Eftirviðgerð er
týdningarmikil
Tá ein rúsevnismisnýtari skal
hava hjálp, er tað týdningarmikið
ikki bert at taka rúsevnini frá
misnýtarinum. Misnýtarin skal
bæði hava sosiala og psykiatriska
hjálp afturat, sigur Bjarni á Steig.
Tí er tað týdningarmikið at hava
eitt tvørfakligt samstarv sum er
til reiðar at lofta øllum teimum
trupulleikum, sum ein misnýtari
hevur, heldur hann.
”Fyrst skal misnýtarin avrúsast
á medisinskari deild, hvar læknar
ansa eftir, at misnýtarin ikki fær
vandamiklar abstinensir. Síðan
skal ein sálarfrøðingur hjálpa
misnýtarinum við sálarligu trupul
leikum, men ein sosialráðgevi skal
eisini hjálpa misnýtarinum við
at fáa eitt innihaldsríkt lív; ein
bústað, eina útbúgving, eitt starv
og so framvegis”, heldur Bjarni
á Steig og sigur, at tá tað ræður
rúsdrekkamisnýtslu, er man komin
langt í Føroyum.
”Fyri 25 árum síðan høvdu vit
einki ordiligt tilboð til alkohol
ikarar í Føroyum. Nú skal eingin
alkoholikari sendast av landinum,
tí vit hava eitt gott viðgerðartilboð
í Føroyum”, sigur hann. Og tað
kunnu vit læra av, tá tað ræður
rúsevnismisnýtslu. Tí tørvurin er
veruleiki, sigur hann.
Illgruna um fjaldan
trupulleika
Eftirsum vit í Føroyum ikki hava
nakað viðgerðartilboð til fólk, ið
misnýta hørð rúsevni, er tað ringt
at siga, hvussu stórur tørvurin er,
tí tað verður ikki skrásett. Men
Bjarni á Steig hevur illgruna um, at
trupulleikin er størri, enn roknað
verður við.
”Eg havi illgruna um, at føroy
ingar við rúsevnistrupulleikum
leita sær uttanlands, uttan at vit
vita av tí”, fortelur Bjarni á Steig.
”Og tað haldi eg ikki verða rætt.
Vit mugu sum land taka okkum av
okkara borgarum á ein ella annan
hátt”, leggur hann afturat.
Um vit gera eitt tvørfakligt
viðgerðartilboð til rúsevnis
misnýtarar í Føroyum ella um
vit senda rúsevnismisnýtarar til
Danmarkar er av minni týdningi.
Bara misnýtarin ikki sjálvur skal
leita sær hjálp, tí tað kann ikki vera
rætt”, sigur Bjarni á Steig.
”Og tað kann slett ikki vera
uppgávan hjá misnýtarinum ella
avvarðandi at rinda fyri avvenjing”,
sigur hann at enda.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Bjarni á Steig: Tørvurin er veruligur
”Tá vit ikki kunnu hjálpa fólki, er tað ikki rímiligt, at tey sjálvi skulu gjalda fyri
viðgerð. Vit mugu hjálpa teimum føroyingum, sum koma í neyð, óansæð hvørja
neyð, tey koma í”, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni. Hann heldur, tað er ein trupulleiki,
at einki avvenjingartilboð er til fólk, ið misnýta hørð rúsevni í Føroyum
EIN STÓRUR
TRUPULLEIKI
FYRI FÁ
Bjarni á Steig, yvirlækni,
starvast sum lækni á Heilbrigdi
og Blákrossheiminum