Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016 SOSIALURIN 78 8 BIRGITH LASSEN H vat heldur tú um, at ein mis­nýtari ikki varð mót­tikin á Lands­sjúkra­ húsinum, tá fleiri mettu, at hann hevði tørv á akuttari hjálp? – Eg kann ikki viðmerkja ítøkilig mál um okkara borgarar, men bert svara upp á generellar spurningar, tíverri. Er nakað tilboð til rúsevnis­mis­ nýtarar í Føroyum? – Avrúsing er altíð eitt tilboð á Landssjúkrahúsinum, men eitt tilboð um avvenjing er ikki í løtuni. Hevur Heilsuverkið nakra ambi­tiónir, tá tað ræður rúsevnis­ misnýtslu í Føroyum? – Tað fái eg ikki viðmerkt. Men tað liggja nøkur tilmæli frá fyrru samgonu, sum skulu viðgerast politiskt. Vil tað siga, at tit hava ongar ambitiónir á økinum? – Nei, tað vil tað avgjørt ikki. Tá tilmæli fyriliggja, er tað tí, man vil broyta nakað Hvat er tað, sum skal broytast? – Tað fái eg ikki svarað upp á. Er tað loyniligt – ella? – Nei, tað er als ikki loyniligt, tað liggur á internetinum. Men vit mugu bíða eftir at Lands­stýris­ kvinnan í Heilsumálum hevur hugt eftir tilmælunum. Tað skal jú avgerast, um hon hevur nakrar broytingar eisini, tí hesi tilmæli vóru gjørd undir fyrru samgongu. Heldur tú sum aðalstjóri á Heilsu­verkinum, at skipanin er nóg góð? – Tað er ringt at svara upp á. Man tá man hoyrur um dømi sum hesi, harmast man og kann bara staðfesta, at okkurt ikki er gjørt rætt. Sum nú er er eingin samstarvs­ avtala millum tykkum og Al­ manna­verkið, tá tað snýr seg um rús­evnismisnýtarar. Burdu tit havt tað, tá hetta eru veikir borgarar sum hava brúk fyri hjálp frá báðum stovnum og ofta hava ringt við at navigera í skipanini? – Nei, vit hava onga samstarvs­ avtalu, men tað burdu vit avgjørt havt. Tað hevði verið skilagott við eini skipan, har veikir borgarar verða leiddir í gjøgnum. So sleppur man undan at teir renna seg á skeivu hurð. Vit eru her fyri at hjálpa skattaborgarunum og vit skulu hava eina skipan, sum er so gjøgnumskoðilig sum gjørligt. Eisini fyri veikar borgarar sum hava ringt við at lesa langar tekstir og so víðari. Hvat hugsar tú sum aðalstjóri í Heilsuverkinum, tá tú verður sagt, at tvey fólk eru deyð, meðan tey hava bíðað eftir, at tykkara skipan skal taka hond um tey? – Tað harmar meg almikið at hoyra slíkar ákærur. Eg kann ikki gera nakað ítøkiligt, men eg rokni sjálvandi við, at Lands­ stýriskvinnan fer at hyggja eftir tilmælunum um at endurskoða hetta økið. BIRGITH@SOSIALURIN.FO Rúsevnismisnýtarar verða sleptir upp á fjall: Tað eru avgjørt trupulleikar á økinum, sigur aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Men beint nú verður bíðað eftir, at Sirið Stenberg skal hyggja eftir nøkrum tilmælum frá fyrru samgongu. Áðrenn tað er gjørt, verður eingin broyting framd. Tað sigur Turid Arge, aðalstjóri á Heilsumálaráðnum VIT MUGU BÍÐA EFTIR LANDS­ STÝRISKVINNUNI Turid Arge upplýsir, at Sirið Stenberg ætlar at hyggja at teimum tilmælunum, sum fyrra samgongan gjørdi HVÍ FEKK MORTAN IKKI HJÁLP? »Almanna­ verkið hevur skyldu til at vegleiða borgarar, sum eru í neyð. Eisini hóast neyðin ikki er undir teirra øki« Turid Arge