hósdagur 7. juli 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
9
Zakarias Wang
Fólkaatkvøða var
í grannalandi okk
ara sunnanfyri. Í
óðum verkum hevði
hetta land gjørt
seg til lim í Europ
iska Samveldinum. Nú øktust
atfinningarnar. Tey sum eru á
ovastu rókunum hildu alt væl til
standa, og forsætisráðharrin gjørdi
av, at best var at teppa mótstøðuna
við at fáa fólkaatkvøðu í lag. Hvørki
hann ella nakar annar ivaðist í, at
hann fór at vinna, og at tey, sum
funnust at ES, fóru at standa sum
bitin ross, tá leikur var av.
Nú jóansøkudag kom so úrslit
ið. Vit eru ikki ókunnug við fólka
atkvøður, tí vit høvdu jú eina í
1946. Eins og á henni skuldu bret
ar nú taka støðu til tvinnar kostir.
Annar var at halda fram við ES-
limaskapinum, hin var at fara
burturúr. Greitt var, at um annar
av hesum møguleikum fekk eina
atkvøðu í meiriluta, hevði hann
vunnið. Eins og hjá okkum í 1946
var fólkaatkvøðan formliga veg
leiðandi fyri tingið, men ein og hvør
var greiður yvir, at tað formliga
hevði lítlan týdning, tí í einum
demokratiskum landi ber ikki til
fyrst at leggja tvinnar spurningar
út til fólkaatkvøðu og síðan siga,
at nú hava vit hoyrt hvat ið fólkið
sigur, og so gera vit tað, sum hóvar
okkum.
Eins og hjá okkum í 1946 var
luttøkan um 70%. Hjá okkum fingu
teir báðir møguleikarnir 51 og 49%
av atkvøðunum, hjá teimum fingu
teir 52 og 48%.
Eins og hjá okkum í 1946 kom
úrslitið í grannalandi okkara sera
illa við hjá teimum, sum valdið
høvdu í samfelagnum. Tað hevði
ikki komið teimum til hugs at
teir kundu tapa. Teir høvdu jú
fjølmiðlarnar í parti við sær, teir
høvdu handilsmenninar, peninga
menninar - og teir fingu útlendskar
ríkisforsetar at trutta niður í mis
nøgdu veljararnar, at allar heim
sins vanlukkur raktu teir um so
var, at teir ikki makkaðu rætt og
atkvøddu, sum floksformenninir
í teimum stóru flokkunum søgdu
teir skuldu gera.
Men eins og í Føroyum í 1946
mistóku teir seg. Tá veljararnir
komu til orðanna, var tala teirra
greið: teir vildu ikki lata sær lynda
at ganga útlendingum og sam
starvsmonnum teirra til handa.
Talan er um ein politiskan jarð
skjálvta.
Hvørki vit ella nakar annar kann
í løtuni siga hvørjar avleiðingarnar
fara at verða, men at tær verða stór
ar er fullkomuliga vist. Vit kunnu
bara hugsa um, hvussu stórar av
leiðingarnar vóru av okkara fólka
atkvøðu í 1946. Av tí at stjórnar
uppskotið um at innlima okkum í
Danmarkar ríki bert fekk 49% av
atkvøðunum meðan loysing fekk
51%, gjørdust vit ikki ein partur
av kongsríkinum Danmørk, og eru
í dag tí ikki limur av ES og hava
sjálvi ræði á okkara tilfeingi innan
fyri 200 míla sjómarkið. Einki av
hesum hevði komið upp á tal, um
úrslitið tá hevði verið, at stjórnar
uppskotið hevði fingið eina at
kvøðu í meiriluta.
Vit kunnu fegnast um, at før
oyingar vóru so klókir, at teir róku
aftur tilboðið um at gerast ein
partur av Danmarkar ríki. Lítið
er at ivast í, at komandi ættarlið í
grannalandi okkara fyri sunnan
fara at fegnast eins nógv um at for
fedrar teirra vóru so klókir jóan
søkuaftan 2016, at teir brendu allar
ES-gívrarnar av!
Fólkaatkvøðan í Sameinda
kongsríkinum og Norðurírlandi
NØVN
Jóansøkuaftan í ár gjørdist ein minniligur dagur
KJAK
Tíðin gongur skjótt, og nú er longu
eitt ár liðið síðan skelkin, tá vit
fingu tey tungu boð, at tú ikki vart
millum okkara longur.
Tað lá í kortunum, at 2015 skuldi
vera eitt gott ár. Serliga mars var
ein góður mánaður, Sigrid kom
fyrstu ferð á vitjan, sólarmyrking
var, familjan var savnað fyri fyrstu
ferð í nógv ár, og tú fekst nýtt knæ
og skuldi skifta hitt seinni.
Alt eg minnist, rokaðist tú. Tá eg
var vorðin stórur smádrongur, var
eg við í nógvum. Sumt var praktiskt
arbeiði heima við hús ella har, vit
høvdu heimaseyð. Restin var úti
fyri at fáa mat á borðið. Á sjógvi
sum á landi.
Vit smíðaðu bát, bygdu høsnar
hús, laðaðu garð og røktu húsini.
Vit smíðaðu krubbur í fjósinum og
hegnaðu á bønum til heimaseyðin.
Vit gingu á seiðaberg saman. Í
báti dyrgdu vit, vit settu gággulínu
og kalvalínu, vit fiskaðu við snøri
og vit tóku nátaungar. Nátatíðin
var óivað besta tíðin á árinum fyri
teg, so leingi tú orkaði at stima.
Besta minnið í bátinum fyri meg
var, tá Abbi, tú og eg fingu hemaran
og nógvan fisk aftrat. Tað var ein
góður dagur.
Vit gingu eitt sindur á fleyg sam
an. Lunda og gamlan náta fleygaðu
vit. Vit veltu eplir og hoyggjaðu.
Tú lærdi meg at kryvja, skera
flak og greipa fisk . Tú lærdi meg at
kippa, royta, svíða og salta fugl. Tú
lærdi meg at svava, tumma, fletta
og hagreiða seyð. Tú lærdi meg at
skera upp og hagreiða grind.
Og mangt, mangt annað.
Meginparturin av okkara sam
veru var fyri mongum árum síðani,
tá eg framvegin búði í Føroyum.
Undantakið er heystið 2006. Tá
komst tú sjúkur niður, gjørdist
lamin og var at kalla uppgivin av
læknastættini. Gott er onkuntíð at
vera treiskur, tí tú komst á beinini
aftur, og tá fingu vit ein gangandi
pápa í jólagávu. Eg royndi at vitja,
sjálvt um langt var at fara, og
hóast heystið byrjaði illa, so endaði
tað sum ein sólskinssøga. Eitt gott
minni.
Besta gávan, eg havi givið tær,
mundi vera Sigrid stutt fyri jól
2014. Eg hugsaði ikki so nógv um,
hvat abbin og omman hugsaðu
annað enn, at tey mundu vera glað.
Eg gjørdist ovfarin av ynskjum um
dagligar myndir. Tá vit komu heim
í mars, klárnaði fyri mær. Tá sá
hvussu stóran týdning, hon hevði
fyri teg og Mammu. Tað var ein rík
opinbering. Eg eri so glaður fyri, at
tú upplivdi at halda henni, spæla
við hana og geva henni mjólk.
Sigrid fer neyvan at minnast at
liggja í tínum ørmum, men eg skal
syrgja fyri, at hon veit, at tú elskaði
hana, og hon skal kenna teg í søg
um og myndum. - trygvi
Tú kláraði ongantíð at binda
frið, og tað sá heldur ikki út sum,
at tú kláraði at avmarka teg til
nakað handverk. Frá maskinum og
jarnsmíði til træsmíð og betong, um
tað skuldi vera heitt, kalt, vátt ella
turt, so megnaði tú altíð at fáast við
slíkt handverk, sum var neyðugt at
gera ta løtuna.
Ikki kláraði tú at sita stillur, eftir
at verða blivin sjúkur í rygginum,
men tú orkaði ikki líka væl, sum
tú hevði gjørt áðrenn. Tá bleiv tað
eg, sum hjálpti tær við tungum ella
truplum tingum.
Hvat praktiskum viðurskiftum
viðvíkir, er tað í stóran mun fallið
mær í lut at taka við, har sum tú
slepti. Og tað eru ikki bara kær
komin minni, sum blivu skapt, tá
vit báðir rokaðust og mannereraðu
við ymiskt í húsinum og aðrastaðni.
Nú síggi eg eisini, hvussu nógv, tú
hevur lært meg gjøgnum árini, og
hvussu rúgvusmikið alt er, sum tú
hevur fingist við, sjálvt um tú ikki
orkaði so væl, sum tú vart vanur.
Tað, sum tú gjørdi, er alt ov
rúgvismikið til at royna at nevna
her. Tað ger missin so øgiliga stóran,
men ger samstundis, at tað er so
nógv at vera glaður fyri. - jógvan
Eg minnist at ein av føstu táttin
um, tá tú vart heima, var kókan av
fleiri kg av bróstsukrum. Mangan
hava vit sitið til seint út á kvøldið
og bíðað eftir at sleppa at klippa, og
hoyra tann obligatoriska setningin
frá tær: »Hesi verða góð«.
Nú kóki eg bróstsukur, og míni
eru sjálvandi ikki líka góð sum tíni,
men eg eri væl á veg. Eg minnist
hvussu hugtikin eg var longu sum
barn, at síggja teg mýkja bommini.
Liturin fór frá einum keðiligum
ljósabrúnum liti til tað sá út, sum
um tú gjørdi gull við tínum egnu
hondum. Tí er tað ikki so løgið, at
tað eri eg, sum havi tikið táttin upp
frá tær.
Eg veit tú hevði nógvar ætlarnir
við Sigrid; nógv av tí dugi eg ikki,
men eg skal syrgja fyri at Sigrid
sleppur at uppliva at gera bróst
sukur, soleiðis sum abbin sín gjørdi
tey. Vónandi fær hon líka stóra
gleði av upplivingini, sum eg altíð
havi havt. - sigrun
Eitt tað besta tú lærdi okkum
er, at øll skulu hava somu rættindi,
somu skyldur og somu viðferð.
Sjálvt um tú ikki átti nógv í
krónum og oyrum, so vart tú kort
ini ein ríkur maður.
Tú stríddist alt lívið. Tín partur
lá ongantíð eftir. Nú er stríðið av.
Alt ov tíðliga.
Elskaður og saknaður ert tú.
Hvíl í friði Babba.
Trygvi
Jógvan
Sigrun
Minningarorð
Tummas Jákup Jacobsen
Føddur 2. juli 1950 Andaðist 28. juni 2015