hósdagur 7. juli 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
10
KOMMUNUVAL
ÁRNI GREGERSEN
K
appingin
millum
kommunur um at fáa
ung fólk at seta búgv,
harðnar alt meira.
Meðan tað ofta fyrr hevur verið
soleiðis, at kommunurnar hava lagt
seg eftir at fáa arbeiðspláss til vega,
so er nú ofta talan um at fáa aðrar
tænastur til vega.
Samfelagið er seinastu árini bro
pytt so nógv, at fólk flyta seg meira
og meira millum bygdir og býir til
arbeiðis. Tey krevja ikki longur, at
tey skulu arbeiða í somu kommunu,
sum tey búgva í.
Afturómóti eru krøvini størri til
aðrar tænastur í kommununum.
Ungar barnafamiljru vilja
hava góð ansingarpláss og góð
skúlaviðurskifti. Tær vilja eisini
tryggja sær, at kommunan hevur
eitt livandi mentunarlív.
– Ja, hetta eru broytingar, sum vit
síggja og eg vænti at hetta verður
ein partur av valstríðnum undan
kommunuvalinum 8.november,
sigur stjórin í Kommunufelagnum,
Eyðun Christiansen.
Kommunuval verður 8. novem
ber. Higartil hava verið 30 kom
munur, men eftir valið hesaferð
eru tær bert 29 í tali.
Húsa kommuna hevur gjørt av
at leggja saman við Klaksvík og
hendan broytingin kemur í gildi
1.januar 2017.
Eldrarøktin
Ymiskt bendir á, at skipanin við
so mongum kommunum, verður
broytt um ikki so langa tíð.
At eldrarøktin var løgd út til
kommunurnar hevði við sær, at
nýggjar kommunalar eindir eru
skipaðar. Átta ymisk eldraøkir eru,
har kommunurnar arbeiða saman
um eldraøkið.
Tað vil siga, at í veurleikanum
er ein politiskt fyrisitingarlig eind
komin afturat kommununum og
landsfyrisitingini.
Nógv sum fylgja við, hvussu
hendan menningin fer fram halda,
at hetta í veruleikanum er byrjanin
til at vit fáa størri eindir.
– Vit kunnu í hvussu so er stað
festa, at vit á hendan hátt hava
fingið eitt »lag« afturat, sum tekur
sær av eldraøkinum, sum annars
er lagt út til kommunurnar, sigur
stjórin í Kommunufelagnum.
Ein góður spurningur er hvørt
hetta fer at skunda undir ella at
seinka møguligum kommunu
samanleggingum.
Gongdin kann eisini gerast
tann at tyngri málsøkini verða
løgd í kommunal samstørv. Hetta
er longu galdandi fyri Eldraøkið og
barnavernd.
Møguliga verður fólkaskúlin
næsta stóra økið, og eisini kann
hugast at kommunurnar fara
at samstarva um teknisku fyri
sitingarnar. Nýggja byggilógin
fer at seta stór krøv til teknisku
fyrisitingarnar í kommununum.
Spurningur er um vit fáa tvey sløg
av eindum, kommunur sum taka
sær av lættari uppgávum og nøkur
samstørv sum taka sær av tyngri
uppgávum.
At tað er torført hjá einstøku
kommununum atlyfta eldrarøkt
ina sæst, tá ið ein hyggur at fólka
talinum í kommununum. Tær 30
kommunurnar, sum vit hava í dag,
spenna frá 40 íbúgvum til meira
enn 20.000 íbúgvum í Tórshavnar
kommunu.
Ein ótti er í samfelagnum fyri, at
tað verður ómetaliga dýrt at røkta
eldru borgararnar, men menningin
bendir á, at hetta helst ikki verður
so dýrt, sum einaferð mett.
Tøkniliga menningin á økinum
gongur skjótt, tí hetta er ein
trupulleiki, sum er kendur alla
staðni um okkara leiðir.
Persónliga røktin av teimum
eldru verður gjørd við maskinum
og tørvurin á heitum hondum fer
helst at minka nakað.
Ein onnur broyting í dag er, at
tey eldru hava betri heilsu og klára
seg longri uttan hjálp.
Venjingarmiðstøðir, fimleikur
og annað ger eisini, at vit sum eldri
hava okkara førleikar munandi
longri enn vit høvdu fyri nøkrum
árum síðani.
– Hetta ger at óttin fyri hesum
avbjóðingum helst er minkandi,
sigur Eyðun Christiansen.
Hann vísir á, at tað sum hevur
rætt fólk er, at vit gerast alt fleiri
gomul og eldri, meðan tey, sum
arbeiða gerast færri og færri.
– Hetta eru avbjóðignar, sum øll
samfeløg í okkara parti av heimin
um hava, Hetta hóttir búskapin,
gera vit ikki okkurt munagott við
tað, sigur hann.
Vit hava havt alt ov homogenar
loynsir á eldraøkinum – egið heim
og so á røktarheim.
Skulu til at útbyggja onnur
bútilboð, bøta heimatænastu og
genrelt hugsa fyrbyrgjandi og
heilsufremjandi. Hugsa langsigtað.
Skúlarnir
Ein stór avbjóðing hjá føroysku
kommunum er skúlarnir.
Skúlabygging er dýr og skúla
rakstur kostar eisini nógv.
Fleiri kommunur eru longu
farnar undir at byggja nýggjar
skúlar. Í Klaksvík verður arbeitt
við at gera ein stóran samanlagdan
skúla og í Havn eru tilboðini júst
latin upp til Skúlan á Fløtum.
Fuglafjarðar kommuna er eisini
í ferð við at fyrireika skúlabygging.
Tað sæst rættulgia væl, tá ið hugt
verður kring landið, at tað serliga
eru kommunurnar norðanfjørðs,
sum hava pening at arbeiða við.
Virksemi hevur verið nógv
og lønandi í flestu kommunum
norðanfjørðs, meðan tað gekk
munandi seinni at fáa gongd á
sunnanfyri. Tí eru størstu almennu
byggiarbeiðini í gongd í stóru
kommunum norðanfjørðs.
– Vit vita, at ungar barnafamiljur
velja kommunur at búgva í, har
barnaansingin og skúlarnir virka
og hava eitt nøktandi høgt støði,
sigur Eyðun Christiansen.
At barnaansingin eisini er eitt
Kommunuval verður í november – kommunurnar
kappast alt meira um at fáa ungar familjur at flyta til
KAPPING Í KOMMUNUNU
UM TÆR UNGU FAMILJUR
Allar kommunur er nú limir í sama felag. Kommunufelagið hevur skrivstovu í hesum bygningium
»Samfelagið er
seinastu árini
broytt so nógv,
at fólk flyta
seg meira og
meira millum
bygdir og býir
til arbeiðis.
Tey krevja
ikki longur,
at tey skulu
arbeiða í somu
kommunu, sum
tey búgva í«
Eyðun Christiansen