hósdagur 7. juli 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
11
ÁRNI GREGERSEN
8. november skulu vit velja limir í
29 kommunustýrir í Føroyum.
Frá 1.janaur næsta ár eru til
samans 29 kommunur eftir í Før
oyum. Frá hesum edgi verður Húsa
kommuna løgd saman við Klaks-
vík, so talið minkar úr 30 niður í 29
kommunur.
Innlendismálaráðið legði í farnu
tingsetu eitt uppskot fyri tingið um
at broyta kommununalu vallógina.
Málið var beint í rættarnevndina,
men kom ikki aftur áðrenn ting-
setan endaði og fall sostatt burtur.
Tá ið vit nú fara á val í heyst, so
verður valið hildið sambært val-
lógini, sum upprunaliga var sett í
gildi í 1972. Seinni eru broytingar
gjørdar, men tað er lógin frá 1972,
sum er í gildi.
Galdandi kommunuvallóg
regulerar mannagongdina í sam-
bandi við kommunuval. Fleiri
tíðarfreistir eru, sum skulu haldast
eins og allar tær uppgávur, sum
hoyra til eitt val, verða við vallógini
býttar út á ymiskar partar.
Áðrenn lógin kom í gildi í 1972
var val ikki eins til allar 52 komm-
unurnar í Føroyum.
Ein sjálvstøðug lóg var, sum
reguleraði val til Tórshavnar
kommunu. Eitt av høvuðsenda
málunum við vallógini frá 1972 var
at hava eina lóg, sum reguleraði val
til allar kommunurnar.
Lógin frá 1972 fekk skil á hes
um viðurskiftum og gjørdi rætt
indir og skyldur eins fyri allar
kommunurnar og fyri allar borg
arar í Føroyum, sum hava valrætt.
Broytingar
Innlendismálaráðið kom seint í
farnu tingsetu við einum uppskoti
um nýggja kommunala vallóg.
Ein av høvuðsorsøkunum til
dagføringina var, at mett var, at
minsta talið á veljarum á einum
valstaði ikki tryggjar veljarunum
loyniligt val á smáu valstøðunum.
Umframt hetta, er kommunu
vallóg í nógvum førum knortlut
orðað og tí ofta tung at umsita.
– Við hesum lógaruppskotinum
er ætlanin, at kommunuvallógin
skal vera lættari at skilja og um
sita. Samstundis verða fleiri av
ásetingunum í lógini dagførdar
og tillagaðar – bæði málsliga, inni
haldsliga og tøkniliga, stóð í við-
merkingunum til uppskotið.
Upppskotið var lagt fram, men
undir 1.viðgerð í Løgtinginum kom
fram, at tingfólk hildu, at uppskið
var so umfatandi, at stundirnar
vóru ikki nóg góðar at viðgera eitt
so stórt mál.
Heldur ikki tá ið havt var í
huga, at lógin longu skuldi virka á
valinum í heyst.
Endin var, at málikð var beint
í rættarnevndina, haðani tað ikki
kom aftur áðrenn tingsetan endaði
og er sostatt fallið burtur.
Galdandi lógin
Tað vil siga, at til komandi komm
unuval, sum verður 8.november, er
lógin frá 1972 framvegis í gildi.
Hendan lógin ger greitt, hvør
kann stilla upp, hvør hevur valrætt
og annars hvussu sjálvt valið fer
fram.
Til sjálva atkvøðugreiðsluna,
skal veljarin møta persónliga,
undantikið sjófólk, sjúk og aðrir
persónar, ið ikki hava møguleika
at greiða atkvøðu á valstaðnum
sjálvan valdagin.
Hesi kunnu í staðin brævat-
kvøða.
Veljari, ið ikki er førur fyri einsa
mallur at greiða atkvøðu, kann fáa
hjálp.
Um persónur ikki er førur fyri
at koma sær inn í valhølið, kann
atkvøðugreiðslan fara fram beint
uttan fyri valhølið.
Blindur ella sjónveikur kann
fáa hjálp frá persóni, sum veljarin
sjálvur vísir á.
Lógin áleggur eisini okkum, sum
borgarum nakrar skyldu. Millum
annað sigur hon, hvør er valbærur
– tað vil siga, hvør kann veljast í
eina kommunu.
Valevni hava skyldu at taka við
vali, uttan so, at tey hava verið
limir í einum kommunustýri í átta
ár – ella er fyltur 60 ár. Veljarar
kunnu eisini vegna ringa heilsu,
starv ella virki teirra ella tílíkt hava
góða grund til at biðja um at sleppa
undan vali.
Um valevni ynskir at biðja seg
undan at taka við vali, skal hetta
gerast við at venda sær skrivliga til
kommunustýrið.
Kommunuvalnevndin, sum
telir tríggjar limir, fyrireikar og
fyriskipar valið við m.a. at geva
góðkendu
valevnislistunum
bókstavafrámerki og talnummar
framman fyri hvørt valevni, taka
sær av atkvøðugreiðsluni og útvega
atkvøðuseðlar og atkvøðukassar.
Limirnir í nevndini skulu vera
til staðar, tá valið byrjar, eins og
teir ella hjálparfólk skulu vera
til staðar, tá atkvøðuseðlar verða
koyrdir í atkvøðukassan.
Eisini kunnger nevndin stað og
klokkutíð fyri valið.
Hendan nevndin kannar eisini
eftir um valevnislistarnir eru, sumt
eir eiga at vera. Er listin ikki í lagi,
so skal nevndin beinanvegin boða
frá hesum, soleiðis at til ber at
rætta feilir.
Hendir tað, sum onkuntíð
er komið fyri, at ein persónur
er stillaður upp á meira enn
einum lista, so skal nevndin boða
valevninum frá hesum, so við
komandi sjálvur sleppur at velja,
hvørjum lista hann ella hon vil
vera á.
Kommunuvalnevndin hevur
leiðsluna av samanteljingini.
Í kommunum við fleiri atkvøðu
økjum, kemur valnevndin saman
aftur í seinasta lagi dagin eftir, at
atkvøðugreiðslan er farin fram,
fyri at gera upp atkvøðuteljingina
í øllum atkvøðuøkjum kommun
unnar.
Nevndin ger eina nýggja teljing
fyri síðani at gera endaliga úrslitið
upp.
Hon førir hetta í gerðabókina.
Ætlanin var at broyta vallógina til kommunuval, men L’øgtingið
vísti uppskotinum frá innlendismálaráðnum frá sær
Kommunuval verður
eftir gomlu lógini
Kommunuval verður týsdagin 8. november
2016.
Sjófólk, sjúk og aðrir persónar, ið hava
ikki møguleika at greiða atkvøðu á
valstaðnum sjálvan valdagin, kunnu greiða
brævatkvøðu til kommunuvalið.
Veljarar, ið lúka hesar treytir, kunnu
útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4
mánaðir áðrenn valdagin, sum er frá 8. juli
2016 at rokna
Innlendismálaráðið boðar frá:
Síðani 1972 er val farið fram eftir somu vallóg
í øllum kommununum í Føroyum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna,
legði fram uppskot um nýggja
kommunala vallóg, men uppskotið
kom ikki úr aftur rættarnevndini.
kappignarparametur, sæst
týðuliga.
Nú er ikki nóg mikið, at for
eldur fáa ansingarpláss fyri
børnunum.. Nú skulu tey vera
góð og tey skulu ikki vera ov
dýr.
Til dømis hevur Kvívíkar
kommuna boða frá, at har er
tað ókeypis at fáa børnini ansai,
býr tú í kommununi.
–Hetta er eitt gott dømi
um at kommunurnar nú
síggja, at tað loysir seg at
hava eina góða og ódýra
ansingarskipan. Tað ræður
um at fáa so nógv foreldur
at búseta seg í kommununi,
sum møguligt, sigur stórin í
Kommunufelagnum.
. Fólkavøkstur merkir
fleiri skattaborgarar og størri
skattainntøkur.
Men tað kann verða eina
ávís andsøgn í hesum, tí
samstundis verður áhaldandi
tosað um skattakættar.
Einki er ókeypis og mink
andi nýtslugjøld gera tað
í øllum førum truplari hjá
kommununum at geva skatta
lættar. Hendan andsøgnin fer
helst eisini at verða eitt tema í
einum komandi valstríði.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
UM
RNAR
Eyðun Christiansen
er stjóri í
Kommunufelagnum