hósdagur 7. juli 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
12
ÁKI BERTHOLDSEN
– Eg havi altíð samlað upp á alt
møguligt.
Tað sigur havnarmaðurin,
Birgar Johannessen.
Men fyri 15-20 árum síðani
birtist tankin um at gera eitt
býarsavn við lutum av øllum
handa slagi. Men treytin var, at
allir lutirnir skuldu hava eitt til
felags, og tað var, at teir skulu hava
eitthvørt samband við Havnina.
Alt, hann hevur savnað saman
hesi nógvu árini, hevur hann goymt
undir sengrum og sofum, úti úndir
væðingini, og hvar pláss annars
hevur verið, og teir skuldu vera
bulurin í ætlaða býarsavninum.
Letur upp
Síðani hevur Birgar Johannessen
arbeitt við ætlanini og nú um
vikuskiftið er tað komið hartil, at
Býarsavnið letur upp.
Og tað verður í Niels Finsensgøtu
38, har vaksin havnarfólk minnast,
at Tórs Cafeteria var fyrr.
Birgar Johannessen sigur, at tað
hevur eydnast honum at savnað
góðar 200 lutir, sum allir hava
tilknýti til Havnina, og sum allir
eru við til at mynda Havnina og
gera hana til tað, hon er í dag.
– Allir lutirnir hava eina søgu at
siga um Havnina, sigur hann.
Hann ásannar, at tað hevur
verið eitt baks – og ikki heilt
ókeypis heldur, men hann sigur
eisini, at vinir og skyldfólk hava
verið ófør at rætta eina hond, bæði
hondverkarar, sniðgevarar, og øll
møgulig onnur eisini.
– Tað er áhugin, sum drívur
verkið, og við dyggari hjálp og
stuðuli, eisini frá privatum fyri
tøkum, er Býarsavnið nú veruleiki,
staðfestir hann.
– Vit kunnu sjálvsagt iðra
okkum um, at savnið ikki er komið
fyri eini øld síðani, tí tað er uttan
iva nógv farið fyri skeytið, sum
tað kundi verið forvitnisligt at
havt á einum savni, sum hesum.
Men so kunnu vit ístaðin fegnast
um, at tað er komið nú, so at tað
kann bjargast, sum enn er til, sigur
Birgar Johannessen.
Vekir nógv minni
Birgar Johannessen heldur, at
hetta er eitt savn, sum óivað fer at
vekja mong minni hjá tilkomnum
havnarfólki. Men hann leggur
eisini dent á, at tað eru ikki bara
gamlir fornleivdir, sum eru at
síggja á savninum.
– Eisini tað, sum er nýtt í dag,
verður einaferð gamalt, so eg leggi
Nú letur hann almenningin sleppa at síggja alt, hann hevur
savnað, og sum er við til at gera Havna til tað, hon er í dag
TAÐ ER
ÁHUGIN
SUM DRÍVUR
VERKIÐ
Birgar Johannessen
12
BÝARSAVN