hósdagur 7. juli 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
13
meg somuleiðis eftir at fáa eitt
eintak av øllum tí nýggja, sum
kemur fram, og sum hevur tilknýti
til Havna, sigur hann.
– Kemur bryggjaríið, Okkara,
við eini nýggjari øl, royni eg at fáa
hendur á teirri fyrstu ølini, saman
við eini váttan frá bryggjaranum,
nevnir hann sum eitt dømi.
Men av gomlum lutum, sum eru
rættiliga sermerktir, nevnir hann,
at hann hevur svørðið hjá fyrsta
løgreglumanninum í Havn, Sámali
á Krákusteini.
Hann hevur eisini innrættað
kamar, køk og stovu, sum tey vóru
í sekstiárunum, við upprunainn
búgvið, tónleiki frá sekstiárunum
o.s.fr.
– Eg havi fyrstu roknimaskinuna
hjá Føroya Banka, modelskip,
leikur, sum børn hava gjørt fyrr í
tíðini.
Alt hevur áhugað
Birgar Johannessen sigur, at tað er
langt síðani, at fólk fóru at tosa um
at gera eitt býarsavn.
– Nú er tað so komið, og nú vóni
eg, at fólk og myndugleikar, taka
undir við tí, soleiðis at vit sleppa
undan, at seymur verður settur í
hurðina aftur, men at tað tvørtur
ímóti alsamt fer at mennast.
Hann leggur afturat, at skuldi
tað verið, at fólk hava ymsar lutir
liggjandi undir vaðingini, hevur
hann stóran áhuga at fáa fatur á
tí til Býarsavnið.
– Alt, sum hevur tilknýti til
Havnina hevur áhugað. Fólk
kunnu lata savninum lutirnar, men
tað ber eisini til at læna okkum
teir í eina tíð. Men eru fólk hvørki
áhugað í at læna ella lata, kanna
vit eisini um umstøður eru fyri at
keypa teir.
Birgar Johannessen sigur, at
savnið verður opið um morgunin
og seinnapartar har fólk kunnu
støkka inn á gólvið.
Her eru eisini nakrar myndir frá
býarsavninum.
Eisini tað, sum
er nýtt í dag,
verður einaferð
gamalt, so
eg leggi meg
somuleiðis
eftir at fáa eitt
eintak av øllum
tí nýggja
Birgar Johannessen
MYNDIR: SIGMAR MØRKØRE