hósdagur 7. juli 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
14
Av netinu
streymin
Tíðargrein
F
yri stuttum hitti eg ís
lendska konu á máli.
Ikki heilt óvæntað
spurdi eg hana, um hon
hevði verið í Føroyum áður. Tað
hevði hon ikki, men pápi hennara
hevði verið her fleiri ferðir.....
– Og næstu ferð eg komi til
Føroya, ætli eg mær til Suðuroyar,
til Vágs, legði hon aftrat.
Nú kundi eg ikki lata vera við
at spyrja, hví hon endiliga vildi
sleppa til Vágs, tí heilt persónliga
gjørdist eg eitt sindur forvitin.
So fortaldi hon mær orsøkina
til, at hon vildi vitja í Vági.
Hon var ættað úr lítlu bygd
ini Sandgerði á útsynnings
horninum, og pápi hennara,
Magnus, hevði øll árini, hon
var smágenta, spælt fótbólt
við fótbóltsfelagnum Reyni í
Sandgerði, sum var fótbólts
vinarfelag við VB. Í tí sambandi
hevði pápin fleiri ferðir verið í
Vági, og vágbingar høvdu somu
leiðis fleiri ferðir verið og vitjað
í Sandgerði. Tí hevði hon í barn
dómsárunum hoyrt nógv um VB
og Vág, og hvørjaferð, hon sum
vaksin hevði nakað við Føroyar
at gera, hugsaði hon altíð um VB,
um Vág og um pápa sín.
Eg fortaldi henni, at sjálvur var
eg uppvaksin í Vági, og at eg
mintist væl tey sumrini har suð
uri, tá ið niðari vegur fyltist við
íslendskum fótbóltsspælarum
heilt av Gørðunum og út til
bakaríið hjá Petur Nolsøe uttan
fyri skúlan. Gestirnir búðu
privat, og kanska júst tí vóru
teir so nógv at síggja úti millum
fólkið, har teir settu teirra deiliga
jáaradám á alt og øll.
Hevði hon ella pápi hennara
vitað, at góða, gamla fótbólts
felagið VB – tá ið tað snýr seg um
bestu deildina – á pappírinum
ikki er til longur, og at mín lítli,
fitti VB-vimpul við áskriftini
‘stovnað 5. juni 1905’ er endaður
uppi á einum nagla úti undir
vaðingini – ið hvussu er fyri fyrst.
Hetta segði eg einki um.
Løtan rann mær aftur í huga,
nú tað kann sigast, ikki minst
íslendsku EM-luttøkuni fyri at
takka, at sannur fótbóltsfepur
hevur rakt, ikki bara í Sandgerði
og í Íslandi, men eisini í Vági, í
Føroyum og í øllum Evropa.
Hóast íslendingar hesaferð
neyvan búgva privat hvørki í
Nice ella í Paris, hóast bæði hár og
skegg er nógv síðari enn tað var í
sekstiárunum, og hóast teir hesa-
ferð hava nógv fleiri tatoveringar
á kroppinum, enn teir síðhærdu
abbarnir høvdu í seksti-árunum,
so hevur íslendska landsliðið
longu megnað at gera so dyggi
liga vart við seg, og mong eru
tey, ið undrast á og spyrja seg
sjálv: Hvat er tað, sum ger, at tað
gongst teimum so væl?
Hvaðani fáa teir megina,
orkuna, úthaldið og hugsavn
anina? Teir hava ein offurvilja,
sum spreingir øll mørk, ein stríðs
vilja, sum er heilt ókendur, og so
hava teir við hugburðinum: hetta
fara vit at klára, eina trúgv, sum
flytur fjøll.
Nú tveir dagar undan fjórðings
finaluni, sum verður spæld á
Stade de France, har íslendingar
møta sjálvari vertstjóðini, er
alt á gosi. Talan er ikki bara um
eldgosini í Bárðarbungu og í
Heklu, sum standa at bresta, men
alt fólkið er á gosi. Alt, sum krúpa
kann, hevur skrúvað upp fyri
lurtinum, tey lesa í bløðunum
og analysera í heitu pottunum.
Fólk, sum ongantíð fyrr hava
havt áhuga fyri hesi ítróttini,
finna ein ella annan vinkul, sum
ger, at eisini tey kunnu tosa við
um hesa stórhending.
Í ovurmorgin skulu teir
spæla fjórða dystin í hesum
EM-umfarinum. Teir eru vissu
liga ikki komnir sovandi til
Fraklands. Á veg hagar vunnu
teir millum annað tvær ferðir
á hollendingum, og enn hava
teir ongan dyst tapt í sjálvari
kappingini. Hava spælt javnleikir
ímóti stórum fótbóltstjóðum
sum Portugal og Ungarn og sigrað
á Eysturríki. Og tá ið teir fyri
nøkrum døgum síðan megnaðu
at vinna 2-1 á onglendingum,
soleiðis at hesir nakkalangir
máttu pakka saman og keypa
ferðaseðlar aftur til heimlandið,
har fólkið tveir dagar framman-
undan við fólkaatkvøðu sjálvt
hevði strikað seg úr Evropasam
starvinum. Nú høvdu íslendingar
haraftrat tveitt teir út úr Evropa
fótbóltinum í 2016! Hjá stóru
fótbóltstjóðini var hetta vissuliga
eitt bakkkast.
Hvaðani kemur orkan?
Eg veit tað ikki og havi enn
ikki funnið uppskriftina, men
eg má viðganga, at mangur í
dag hevði svarað, at uppskriftin
liggur á netinum.
Her, sum eg siti í hesum døg
um, í Bárðardali uppi á Norður
landinum, meðan stórur partur
av íslendingum hevur leitað sær
á Stade de France, ber ikki so væl
til at fara á netið at leita eftir
uppskriftini, tí í orðsins sanna
týdningi riggar sambandið ikki
altíð so væl. Og hetta skal ikki
bara takast í fluttari merking.
Man kann siga, at vit í bókstavi
ligum týdningi eru farin av netin
um og ímóti streyminum. Í mun
til mong onnur hava vit áhuga
fyri fótbólti alt árið íkring, eisini
vanligar leygar- og sunnudagar,
tá ið tað ikki snýr seg um EM ella
HM, men um t.d. vanligt FM ella
innandura vikuskiftiskappingar í
piltadeildini í høllini á Skála.
Tað gav at býta einaferð dóttir
okkara stóð og smágræt, tí hon
vildi hava meg at smíða sær eina
hill í kamarið.
– Eina hill, hvat skalt tú brúka
eina sovorðna hill til? spurdi eg.
– Eg vil hava eina hill sum
stóribeiggi til steypini.
Tað snýr seg um at seta sær
mál. Og tað gjørdi lítla systirin.
Hillina fekk hon og haraftrat
eisini steyp seinni í lívinum,
men tað fyrsta fekk hon frá stóra
beiggjanum, sum gav henni steyp
fyri at vera fittasta lítlasystir í
verðini.
Í túninum uttanfyri húsini her í
Bárðardali er eitt annað net, og
kanska liggur svarið upp á spurn
– ella íslendski bólturin er líka so rundur sum allir aðrir