hósdagur 7. juli 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
15
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
um ímóti
num
Martin Næs
Deildarstjóri í Mentamálaráðnum
ingin í tí netinum? Viðhvørt sita
falkar og smyrlar á málinum.
Aðrar tíðir sita har spógvar, láir
og helsareyðar. Teir rinda møð
ina, hvíla seg og skimast íkring.
Fyrireika næsta leik. Teir hava
eitt vakið eyga eftir okkum, sum
koma úr umheiminum.
Einastaðni í grannalagnum
stendur eitt skelti við áskriftini,
at tú mást ikki fara nærri enn 500
metrar at falkareiðrinum. Men
hvat gagn er í slíkum skelti, tá ið
falkurin sjálvur ikki dugir at lesa?
Ella dugir hann?
Hann hevur góðan frið allan
veturin, her kemur ikki ein sál
framvið. Her ber til at reiðrast
og leggja ungunum lag á, men
tá ið fólk er komið í Ljósagerði
um summarið, er hann skjótur
at sleppa sær burtur eina tíð og
hevur ivaleyst varhugan av, at
heldur ikki tey virða tað, sum
stendur á skeltinum. Friðurin er
úti. Hann finnur sær onnur støð
at skimast frá og at halda eyga
við umheiminum.
Mál hava fuglarnir, teir brúka
tað alla tíðina, bæði so og so. Teir
gera vart við seg og hava sett sær
fyri at vera góðir við ungarnar,
so hesir ein dag kunnu flúgva úr
reiðrinum og seta kós ímóti um
heiminum.
Hesir fuglarnir sita tryggir á
málinum, málinum, sum hevur
sína heilt serligu søgu. Uttan tað
høvdu bæði teir og vit verið fyri
ongum.
Netið á bønum er netið í mál
inum.
Ein dagin ringdi telefonin, og
Lambi, vinur okkara, spurdi, um
tað passaði, at vit vóru farin at
byggja eini summarhús uppi á
Norðurlandinum.
– So, mugu tit hava eitt mál. Á
bønum. Eg ordni tað....
Síðan hugsaðu vit ikki meira
um telefonsamrøðu ella mál, fyrr
enn vit komu á staðið á fyrsta
sinni fyri sjey árum síðan. Tað
fyrsta vit bóru eyga við uttanfyri
var eitt prýðiligt mál, á stødd
við eitt veruligt hondbóltsmál.
Samansveisaðu, hvítmálaðu
stengurnar dagaðu upp úr
lynginum við passaliga smáum
meskum í tí grøna netinum.
Vektin var minst hundrað kilo
og málið í sær sjálvum uttan iva
tyngri enn nøkur hoppiborg, sum
vit kenna tær úr túnunum nú á
døgum.
Ítróttarhøllin á Akureyri
skuldi umvælast og endurbyggj-
ast. Tað mesta av innbúgvinum
var sovorðið, sum hevði tænt
fyri seg, og sum skuldi koyrast
burtur, men so var tað eitt gløgt
høvd, sum helt, at tey massivu
málini úr rustfríum stáli, sum
Skipasmiðjan á Akureyri, millum
manna kallað Slippurin, í sínari
tíð hevði sveisað saman og latið
ítróttarhøllini, vóru alt ov góð at
koyra á tað lokala Bukkvaldið.
– Hvat skulu vit gera við
málini? spurdu teir.
– Tað er altíð gott at hava góð
mál, segði Lambi, og segði, at
hann hevði eina loysn.
Soleiðis endaði annað málið
í Bárðardali hjá gentuni, sum
í sjeytiárunum hevði brúkt
nógv flestar tímar av øllum
frammanfyri hesar stengurnar.
Tað vóru øll samd um. Morgun
og kvøld, nátt og dag, ár eftir ár.
Slit sást ikki á teimum, og nú
skuldu tey kastast burtur! Hetta
mátti eftirmetast, var tað onkur
sum helt.
Heldur ikki tað summarið
komu børnini inn tey ljósu
summarkvøldini. Tey steðgaðu
øll upp á bønum uttanfyri húsini,
og har stóðu tey alt summarið og
skutu upp á mál.
Í dag ganga øll kyk og bíða eft
ir dystinum. Bløðini er full
av frammanundanlýsingum,
kringvarpsstøðirnar lýsa við
øllum møguligum góðum, sum
sigst vera heilsubót uppundir
ein fótbóltslandsdyst, og øll
bíða spent. Eisini tey, sum als
ongan áhuga hava fyri fótbólti.
Kanska fara tey loksins at skilja
meiningina við tí rundu kúluni.
Samrøður eru við fólk, sum
eru á veg til dystin, við fólk
sum eru komin til dystin og við
fólk sum als ikki fara til dystin,
eisini við útlendingar um, hvat
teir halda um dystin, sum koma
skal, og – sum maðurin í heita
pottinum vísiliga tók til – eingin
verður betri fótbóltsspælari av,
at tey skriva um teg í bløðunum.
Tað, sum skal til er venjing,
venjing og aftur venjing. Lat so
bløðini skriva, tað tey vilja. Tey
skulu jú bara seljast.
Á Ingólfstorgi í Reykjavík
hava tey vaksið um stórskíggjan,
nú er ikki longur talan um ein
stórskíggja, men um ein risa
skíggja upp á 36 m2, tí nú vænta
tey uppaftur fleiri áskoðarar til
fjarsýningina í miðbýnum. Tað er
ikki ov nógv sagt, at alt er á gosi.
Vit bæði sita her uppi framm
anfyri málinum og hyggja at
netinum, hugsa um, hvat vit
skulu gera í kvøld. Leikurin verð
ur sýndur klokkan 19 beinleiðis
úr Paris.
Einki sjónvarp er í húsinum,
og internetsambandið er, sum
áður sagt, stak vánaligt. Men
vit hava eitt mál í túninum, og
tað riggar væl bæði við neti og
øðrum.
Her eru eingir grannar at fara
inn til. Men sum alla aðrastaðni
í Íslandi í løtuni, eru í landinum
nógv tóm hús og nógvar tómar
íbúðir. Allastaðni í hesum húsum
og íbúðum eru í minsta lagi eitt til
tvey sjónvørp, sum øll rigga, men
sum eingin fer at tendra í kvøld,
tí húsfólkið er annaðhvørt í Paris
ella á EM-torginum í Reykjavík,
har tey síggja tað heila, nær sagt,
við egnum eygum!
Full flogfør hava seinastu
dagarnar flogið við fólki, sum
skal á Stade de France at rópa
sínar dreingir til sigurs. Sum
hjá spælarunum er viljin hjá
viðhaldsfólkunum øgiligur,
stuðulin ikki um at tala. Einki
er óført. Onkur segði, at hevði
svenski landsliðsvenjarin verið
íslendskur ríkisborgari, varð
hann valdur til forseta við
brestin.
Hvaðani kemur øll henda megin?
Tað byrjar við 0 – 0, og teir
eru 11 ímóti 11. Tá kann tað, stórt
sæð, vera eins feitt um tað í land
inum búgva 340.000 fólk ella 80
milliónir fólk.
Megin!?
Svarið upp á spurningin um
megina kundi verði tann hug
burður, sum lítli fjepparin við ís
lendskari mammu og føroyskum
pápa legði fyri dagin, tá ið hann
varð spurdur, hvat hann ætlaði
sær at verða, tá ið hann bleiv
stórur:
100% føroyingur og 100% ís
lendingur.
Tá stóð spyrjarin mát.
Sterkari kundi tað valla
orðast!
1. juli 2016