hósdagur 7. juli 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
16
UPPILAGSTUR
BÓKAVØRÐUR
RØÐA
E
in dagur sum hesin, tá ið
tú leggur frá tær tað, sum
hevur verið títt nærum
eitt og alt í skjótt 50 ár,
er sjálvandi sermerktur fyri meg
og tey, sum standa mær næst. Í
dag byrjar eitt nýtt lívsskeið; tú
skalt sleppa nøkrum og byrja eina
nýggja tilveru sum uppilagstur
bókavørður. Eg sigi byrja. Er tað
ikki heldur talan um ein enda? Tað
fer so tíðin at vísa.
Hevur upplivað allar
broytingarnar
Eg fari her beint nú áðrenn loyst
verður at loyva mær at gera støð
una upp.
Líka síðan eg fyrst í 1970’unum
byrjaði at lesa til bókavørð, havi
eg verið bitin av bókasøvnum og
at handfara vitan og vitanarkeldur.
Eg byrjaði at arbeiða sum bóka
vørður í 1978, og hóast eg havi
verið burturfrá nakrar ferðir, havi
eg arbeitt á Býarbókasavninum í
Havn og á Landsbókasavninum í
samfull 25 ár í bókasavnsyrkinum.
Á Býarbókasavninum var eg eitt
skifti barnabókavørður.
Eg eri so gamal í garði, at eg
havi upplivað allar tær broytingar,
sum ikki minst bókasavnsyrkinum
hevur verið fyri. Tað byrjaði hjá
mær í eini tíð, tá skrivimaskinan
og telefonin vóru høvuðsamboð.
Seinni fingu vit fax til samskifti
og bíleggingar, og so hildu vit, at
nú kundi tøknin ikki mennast
stórt meira. Alt sum bókasøvnini
áttu varð tá flokkað og skrásett á
kortum, sum stóðu í smølum skuff-
um í bókstava- ella nummarrað.
Tann bókavørður, sum skuldi
klára seg, mátti tráðlesa bókina
Kilder til litteratursøgning hjá
Erland Munch-Petersen, tí so visti
tú, hvar man kundi finna bøkur,
tíðarrit ella greinir, sum spurt varð
eftir. Og Gud náði tann bókavørð,
sum ikki kendi Håndbøgernes hvor
står det hjá Axel Andersen. Tí har
fekst vegleiðing í, hvussu og hvar
tú kundi finna upplýsingar um
bæði líkt og ólíkt.
Seinni fingu vit atgongd til
bókalistarnar hjá fleiri av teimum
stóru bókasøvnunum uttanlands
á sonevndum microfiche. Hetta
vóru plastkort við teldugjørdum
mikroteksti, sum skuldi lesast
í stórum microfichelesarum,
skrumbul, sum vóru til støddar
sum eitt køliskáp. Men hetta bøtti
munandi um møguleikarnar at
læna bøkur frá bókasøvnum uttan
lands, tað, sum vit rópa fjarlán
ella ILL (Interlibrary loan), og
sum hevur so stóran týdning hjá
einum lítlum landi, sum liggur so
fjarskotið.
Tá internetið kom
inn á bókasøvnini
Tann mest spennandi tíðin, eg havi
arbeitt sum bókavørður, vóru árini
á Landsbókasavninum frá 1994 til
1999. Hesi árini fingu vit teldurnar
og internetið, og tað broytti sum
kunnugt alt.
Eg var um hetta mundið saman
við Kartna Ravnsfjall, bókavørði á
Býarbókasavninum, á ráðstevnu í
Finlandi um, hvussu bókasøvnini
fóru at brúka internetið í sínum
kunningarvirksemi. Og har
hoyrdi eg á fyrsta sinni um eitt,
tey róptu HTML, HyperText
Markup Language, sum verður
brúkt at forrita heimasíður við,
og tað sá eg beinanvegin, at skuldi
tú ikki glatast, so var bara eitt at
gera, og tað var at læra seg HTML
beinanvegin og út í æsir. Eg var
eisini við til at gera um ikki tað
fyrstu, so eina tað fyrstu føroysku
heimasíðuna onkuntíð í seinnu
helvt av 1990’unum. So eitt sindur
av pioneri hevur man verið. Og eg
var ikki lítið errin, tá ið eg í 1996
fekk eina grein um internetið í
Føroyum við í kenda online-tíðar
ritið Ariadne.
Og nú eg eri farin at reypa, kann
eg nevna, at eg stílaði fyri, tá ið vit
í 1995 fingu føroyskt ISBN, hetta
bókatalið, sum verður brúkt av
bókasøvnum og í bókasølu um
allan heim. Eg vitjaði í hesum
sambandi týska tjóðbókasavnið í
Berlin, sum hevði umsitingina av
ISBN um hendi, so tá var man mitt
í verðini. Beint eftir aldarskiftið
var eg við í norðurlendskum sam
starvi at fáa atgongd til altjóða
vísindaligar leitigrunnar og tíðarrit
á netinum, tað, sum seinni varð til
E-feingi.
Bókasavnsyrkið
er ikki eitt kall
Eitt annað, sum hendi hesi
árini, var tá ið vit ásannaðu, at
bókasavnsyrkið ikki er eitt kall,
men ein professjón. Kundin, ikki
lánarin ella lesarin, men kundin
hevði krav uppá at fáa tæn
astugóðsku. Eg las bókina Service
management eftir svian Richard
Normann, og tað var næstan sum at
síggja ljósið, tá eg lærdi um hugtøk
sum back office og front office, og
at er óskil í back office, so verður
ikki minni óskil í front office, har
bókavørðurin og kundin hittast.
Hesin fundurin millum bókavørðin
og kundan er avgerandi løtan,
sannleikans løta, tá bókavørðurin
skal vísa, at hann ella hon eru verd
sín hatt. Miseydnast avgerandi
løtan, og kundin fær ta uppliving,
at hann ella hon ikki hevur við pro
fessionell fólk at gera, og at tæn
astan, ið veitt verður, ikki stendur
mát, tá er skjótt deyðin í durunum.
Eg var skelkaður av hesi vitan og
valdi beinanvegin at fáa mær hægri
útbúgving. Í tvey ár sat eg aftur á
skúlabeinki á bókasavnsskúla, og í
2004 fekk eg ein so fjákutan tittul
sum cand.scient.bibl.
Men glaður var eg, tí nú var eg
eisini professionellur.
Eitt, sum eg lærdi tá, var, at skalt
tú skilja, hvussu ein stovnur ella
arbeiðspláss virkar í løtuni, so er
neyðugt at hyggja eftir søguni hjá
stovninum ella arbeiðsplássinum.
Óvist hví, so hava bókasøvn
ongantíð vunnið sær status sum
veruligur mentanarberi í Før
oyum. Bókasøvn hava ongantíð
verið raðfest serliga høgt her hjá
okkum. Lesa vit frásagnir um
bókasavnsviðurskifti í Føroyum, so
er talan um eina langa harmasøgu,
har allir landsbókavørðirnir hava
gramt seg um, at teir hava havt ov
lítíð tilfeingi, at teir hava kunnað
røkt sínar lógarásettu skyldur. Ella
sum ein landsbókavørður tók til,
at starvið sum landsbókavørður
mundi helst vera einasta starv,
har tú fekst løn fyri at bróta lógina.
Ein stórætlað bókasavns-
lóg, sum varð vrakað
Bókasavnslógin í 1988 var stór
ætlað, men skjótt kom fram,
at landið helt seg ikki hava ráð
at fremja so stóra ætlan, og tá
kreppan kom fyrst í 1990'unum,
varð henda ætlan tægað sundur, so
hon næstan varð verri enn onki. Og
Herfyri legði Erhard Jacobsen frá sær sum leiðari á Landsbóka
savninum. Í hesum sambandi hevði hann eina fráfaringartalu,
har hann hugleiddi um tíðina sum bókavørður. Við loyvi frá
Erhard Jacobsen endurprenta vit her áhugaverdu røðuna
Bøkurnar vórðu skrásettar á kortum, sum vóru savnað í smølum skuffum
Mikrofilmarnir av bløðunum eru
nú allir talgildir og á netinum