Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016 SOSIALURIN 78 17 eg tori at siga, at har standa vit enn. Tá kreppan leikaði harðast á, minn­ist eg, at ein Finn Norman Christensen einaferð, í 1995 haldi eg tað var, kom at vitja á Lands- bóka­savninum. Eg gjørdi meg til at greiða honum frá, hvussu týðandi tæn­astur Landsbókasavnið og bóka­søvnini høvdu at veita, men hann hevði skund, og tað lýsti av hon­um, at bókasøvn vóru ikki tað, sum hann helt fór at bjarga land­ inum. Tað var helst fyrstu ferð, at eg gjørdist varugur við, at bókasøvnini eru ikki tað, sum liggur fremst í huganum hjá embætisfólkum. Og tað haldi eg meg mangan hava sannað síðan. So var friður nøkur ár, men ein dýrdarmorgun einaferð beint eftir aldarskiftið brast bumban. Fólk frá Mentamálaráðnum, (hetta við ráðum var vist nakað, sum Finn Nor­ man Christensen kom við), komu á Landsbókasvnið at greiða starvs­ fólkunum frá, at nú fóru vit skjótt at verða løgd saman við hin­um almennu søvnunum. Al­mennu út­ reiðslurnar skuldu tálm­ast, og onkur heiðin hundur við ring­um effektiviseringsherðindum fekk tað hugskotið, at alt, sum eitur okkurt við savn, helst er eitt og tað sama. Og hví skulu vit hava fleiri av tí sama? Eins og karismatisku rørslurnar róptu Kristus er svarið, so róptu embætisfólkini: samanleggingar eru svarið. Í undangongulandinum Noregi høvdu tey skipað øll søvnini undir ein hatt, ABM, sum hesin hattur varð róptur: arkiv, bibliotek og museum. Og vit vildu sjálvandi tað sama. Í 2010 ásannaðu tey í Noregi, at bókasøvnini hildu tað vera í so trongt í hesum hattinum, og tey vóru tí hálað upp úr aftur og rikin fyri seg sjálvan. Okkara ætlanir at leggja saman hildu tó fram og vóru kanska meiri radikalar enn í øðrum lond­um. Her hjá okkum skuldu søvnini skipast sum ein stovnur, og her skuldu koma sparingar og synergieffektir. Eg skal ikki gera meira burturúr hesum, tí hetta er ikki mítt borð longur, men eg fari fyri egna rokning og uttan at vilja ganga nøkrum ov nær at loyva mær at pástanda, at bókasavnsvirksemi er so serligt, at tað kann ikki rekast sum annað enn bókasavnsvirksemi, við ella uttan samanlegging. Mentan er sum ein ælabogi, og bókasøvnini eru ein av litunum. Heili 37 arbeiðsøki og so LEAN Tað var eitt sindur av tilvild, at eg í 2011 varð settur sum deildarleiðari á Landsbókasavninum, sum nú var ein deild í Søvnum Land­sins. Eg hevði tá líkasum valt bóka­ savnsarbeiðið frá, og ætlaði mær aðrar yrkisligar vegir. Men eg søkti og fekk starvið. Eg havi enn handritið til tann fyrsta starvsfólkafundin, eg hevði við tykkum eftir at hava tikið við. Har nevni eg ikki færri enn 37 ar­ beiðsøki, sum eg helt, leiðarin mátti halda skil á. Eg nevndi m.a. eisini raðfestingar, at lýsa høvuðsmál og orða eina visjón fyri deildina, akkurát sum tað stendur í teimum nógvu vegleiðandi bókunum um leiðslu. Tað tyktist so einfalt, men sum tað stendur í sanginum hjá Hans Andriasi: eitt er at stýra penna­skafti, lukkan annað er, í sjóroki og kavaódn at stýra millum sker. Eg vil kortini ikki siga, at tað hevur verið sjórok og kavaódn á Lands­bókasavninum, men at stýra her hevur ikki verið bara sum at siga tað. Eg minnist eisini, at eg longu 18. februar 2011, tá eg hevði verið nakrar vikur í starvi, kunngjørdi fyri starvsfólkunum, at nú fóru vit skjótt at brúka nútímans leiðsluháttin LEAN á Landsbókasavninum. Eg helt meg tá síggja, at starvsfólkini vóru ivasom, og eg skilti hálvkvødna vísu og legði tí LEAN til viks, tíðin var ikki búgvin, og tað einasta LEAN, vit síðan hava havt á Lands­ bókasavninum, er játtanin. Tað gongur ikki altíð sum prest­ur prædikar, verður sagt. Og soleiðis man vera í øllum lutum, eisini her á Landsbókasavninum. Nú kann tað tykjast, sum eg bara síggi svart og ongan glotta hómi. So er ikki. Eg haldi, at vit øll, hvør í sinum lagi, hava gjørt tað, sum kundin kann vænta av okkum. Alt er ikki komið upp á pláss, minni enn so, men eg havi hug at nevna okkurt, sum hevur glett í hvussu er meg. Vit hava havt fleiri spennandi framsýningar og hald, talgildingin av føroysku bløð­unum hevur hepnast stak væl, og eg kenni meg sannførdan um, at førleikamenningin av bókavørðunum, sum hevur verið, fer at geva avkast í longdini. Gera alt tað føroyska livandi og fáa tað meira í umferð Landsbókasavnið skal sjálvandi varðveita alt, sum verður givið út í Føroyum, antin tað so er á prenti ella á netinum. Tað er so eyðsæð. Men uppaftur størri týdning hevur miðlingin av serliga føroykum bók­mentum, og tað er her, at Lands­bókasavnið kann vera við til at skapa veruliga virðisøking. Lands­bókasavnið er okkara tjóð­ bókasavn, og tjóðbókaskráin skal ikki bara vera skráseting, men hon skal gera tað møguligt at miðla alt tað føroyska, gera tað livandi og fáa tað meira í umferð, tað verið seg nýtt ella gamalt. Eftir mínum tykki átti Landsbókasavnið eisini langt síðan at havt fingið uppgávuna at vera føroyskt vísindabókasavn, og at tað ikki enn er hent, er helst tað, sum harmar meg allarmest, nú eg leggi frá mær. So løgið tað ljóðar, so síggi eg ljóst upp á framtíðina. Tit, sum eru eftir í bókasavnsyrkinum, eiga at hava góðar vónir um eina spenn- andi komandi tíð. Eg veit at fleiri bókavørðir hava lisið bókina Viden i spil, sum nøkur donsk bókasavnsfólk góvu út í 2012. Vitan er á breddanum, og at arbeiða við vitan og fáa hana fram á pall er tykkara fremsta uppgáva. Vitan flytur seg ikki sjálv, hóast tað kann tykjast so í hesum døgum, men fær bara virði, um hon verður viðgjørd og handfarin. Eg fari at enda her við at takka tykkum øllum her á Lands­ bókasavninum fyri hesi hálvsættu árini, eg havi verið her, og ynskja tykkum alt tað besta í komandi tíðum. Erhard Jacobsen Fráfarandi leiðari á Landsbókasavninum »At Landsbókasavnið ikki langt síðan hevur fingið uppgávuna at vera føroyskt vísindabókasavn, er helst tað, sum harmar meg allarmest, nú eg leggi frá mær« Erhard Jacobsen Nú eru bókaskráir og annað tilfar alt á netinum