hósdagur 7. juli 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
18
Óli Jacobsen
ÚTLENDSK FILMSÆTLAN
UM KRÍGSEINKJUNA
SEMONU Í GØTU
Bókin »Havið tók teir« gav íblástur til ætlaðan film, sum er grundaður á
lagnuna hjá gøtukonu, sum misti mannin á sjónum undir krígnum
T
að er tíbetur nógv skrivað um
lagnuna hjá teimum, sum eru
farnir á sjónum og um tey, sum
sótu eftir. Hetta er væl umtókt
av fólki yvirhøvur og ikki minst av teimum
avvarðandi. Nógv av hesum er skrivað í
tøkum tíma, tí nógvar keldur eru ikki á lívi
longur.
Í seinastu viku vóru trý umboð fyri
Metropolitan Film Company fýra dagar í
Føroyum í sambandi við eini ætlan at fram
leiða ein film, sum er grundaður á søguna
hjá Semonu Petersen í Syðrugøtu, sum í 1944
misti mannin, Sámal, við Verdandi.
Í oktober hetta ár fór Verdandi við 15
monnum av Siglufjørðinum til Akranesar
at keypa fisk at flyta á bretska marknaðin.
Einki frættist aftur frá teimum.
Ætlanin um filmin
Søgan aftanfyri hesa ætlan er nokk so
áhugaverd. Í 2014 var framleiðarin hjá
filmsfelagnum, Valerie Saunders, ættað úr
USA, búsett í Danmark, í Føroyum saman
við dóttir síni, Madeleine. Her hitti hon í
svimjihøllini í Havn ommudóttir Mariu,
sum er eldra dóttir Semonu.
Tað kom samband teirra millum, og
Valerie fekk áhuga fyri søguni hjá Semonu.
Hesin áhugi gjørdist ítøkiligur av bókini
Havið tók Teir, har søgan um Verdandi og
Semonu eisini varð lýst.
Valerie setti seg í samband við høvundan
av bókini og fekk tilfar afturat um hesa
søgu. Tey hava so arbeitt víðari við hesi ætl
an, og nú hevur Valerie saman við teimum
týsku Dagmar Knöpfel og Diane Schüssele
verið í Føroyum og fyrireika tað sum víðari
skal henda saman við høvundanum av
umrøddu bók. Ætlaði filmur fær heitið
SEMONA og HENDES DØTRE.
Millum annað varð vitjað í Gøtu og Ritu
vík, sum eru partur av hesi søgu. Tosað
hevur verið við fólk, sum kunnu geva íkast
til søguna.
Á sjómansheimið og niður
Semona fór blaðung til Havnar at arbeiða
á sjómansheiminum í Havn. Her man hon
vera komin at kenna Sámal í Rituvík. Tá á
døgum var tað vanligt hjá ungum gentum
at fara eitt skifti til Danmarkar. Her fór
hon fyrst á húsarhaldsskúla, og síðani fór
hon at arbeiða á sjómansheiminum Bethel
í Keypmannahavn.
Tað er óvist, hvussu trúlovað tey vóru tá,
men tær jólaheilsur hon sendi heim endaðu
so altíð við eini heilsan til Sámal!
Hon kom heim beint áðrenn kríggið
byrjaði. Hevði hon bíðað kundi hon verið
noydd at bíða til kríggið var av.
Í Havn kom hon aftur at arbeiða á sjó
mansheiminum, har Hensia Jacobsen,
ættað úr Streymnesi men búsitandi í Gøtu,
eisini arbeiddi.
Hensia heldur, at orsøkin til at Semona
kom so skjótt heim aftur var longsulin
eftir Sámali, sum hon tá bleiv trúlovað við.
Hensia letur eisini væl at Semonu at arbeiða
saman við.
Sámal slapp undan
deyðanum og kortini ikki
Sámal var fiskimaður. Tá ið Tór felagið í
Havn keypti trolaran Tór 2 undan krígnum
var hann ein av teimum, sum settu pening í
fyri at fáa ein kjans.
Undir krígnum vóru so nógvir mans sum
vildu sleppa við, at tann verandi manningin
fekk eina skiftisskipan. Tað var júst meðan
Sámal hevði frítúr, at Tór 2 í 1942 varð
skotin niður av einum týskum kavbáti og
18 av teimum 21 monnunum lótu lív. Sámal
slapp undan hesa ferð, men so skuldi henda
tað merkiliga, at hann skuldi farast við
Verdandi bert tvey ár seinni.
Í 1940 giftust Semona og Sámal í kirkjuni
á Nesi. Tey fingu tvær døtur, Mariu og Ernu.
Sámal var sonur Elspu og Petur Kristian
Petersen. Hann var ættaður úr Ólastovu í
Syðrugøtu, sum var fluttur til Rituvíkar.
Sámal var sera virkin missiónsmaður,
eisini sum talari. Meinard, beiggi Semonu,
greiðir frá, at tá missiónsvikur vóru, plagdu
tær ymsu bygdirnar at skipan fyri einum
kvøldi. Tá ið tað var Rituvík, sum átti tørn,
plagdi tað at vera Sámal, sum byrjaði møtið.
Naena Danielsen, ættað úr Syðrugøtu,
greiddi frá einum serligum minni, hon hevði
í samband við Sámal.
Minnið stavar frá eini missiónsviku í
Gøtu. Hon var júst byrjað. Tað var illfýsið,
og tað vóru ikki nógv fólk á møti.
Tá fór hurðin upp og 4-5 mans, teir vóru
rituvíkingar, komu inn eftir gólvinum og
settu seg á fremsta bonk. Tað stóð framvegis
púra klárt fyri Naenu so nógv ár seinni,
hvussu væl teir dugdu at syngja. Ein teirra
var Sámal. Afturat honum vóru Kristian
Marius Højgaard og sonur hansara, Hans,
sum var ein vakur og prúður unglingi. Hesir
fórust allir við »Verdandi« stutt eftir.
Einkja í 63 ár
Semona kom at sita einkja í nærum 63
ár. Dóttirin Maria býr í Havn og eigur trý
børn, og Erna, sum býr niðri, eigur ein son.
Undirritaði og Erna vóru skúlafelagar í
Gøtu skúla.
Sámal og Semona giftust inn til foreldrini
hjá honum Rituvík. Tey skuldu fara at
byggja, viðurin var komin til húsini, men
so hendi vanlukkan hjá hesi lítlu familju.
Tað vóru fýra rituvíkingar við Verdandi,
so hetta skakaði alla bygdina. Johannes,
abbasonur Hans Jacob, beiggja Semona,
kom nógv til Rituvíkar. Hann greiðir frá, at
sjálvt nógv ár seinni varð forboðið børnum
at spæla á grundstykkinum hjá Sámali! So
stóra ávirkan hevur hetta havt.
Óvissan var stór, tá ið einki frættist
frá Verdandi, men vónað varð leingi eftir
at eingin vón var. Tað stóð sjálvsagt eisini
nógv á reiðaranum, sum jú hevði ábyrgdina
av øllum hesum monnunum.
Eina ferð í hesi bíðitíðini sá Semona
bilin hjá reiðaranum, Símuni, í Rituvík. Hon
skundaði sær niðan til bilin at frætta tíðindi,
men áðrenn hon kom so langt fór bilurin
undan henni. Har var jú einki at frætta. So
tað hevur staðið nógv á.
Fór aftur til Gøtu
Tá ið Sámal fórst, flutti Semona heim aftur
Siðsøga
Semona og Sámal sum brúðarpar
SIÐSØGA
Í bindistovun hjá Suffíu. V.f. Marsanna Vinther, Petra hjá
Poul Amaliel, Elisabeth á Toftini, Semona og Suffía