Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016 SOSIALURIN 78 19 til foreldrini. Mamman var Anna Martina, dóttir tann vist fyrsta handilsmannin í Norðragøtu, Óla Jákup á Bakkanum. Pápin var Andreas á Rætt uttarlaga í Syðru­ gøtu. Hann var virkin missiónsmaður og Elsa Jacobsen sigur, at hann var eitt so vælsignað menniskja. Tað var sjálvsagt ógvuliga tungt hjá Semonu at missa mannin. Men Maria sigur, at omman, Martina, var ein eingil fyri tey. Abbin var eitt góðdýr, men tað var hon sum bestemmaði! Sum ofta var tá í tíðini varð lítið og einki tosað, tá ið slíkar vanlukkur hendu. Hetta var eisini galdandi hjá Semonu og hennara døtur. Eitt, sum Maria tó hevur fingið at vita er, at hann hevði keypt henni einar skógvar í Íslandi at hava heim við. Tá var tað øðrvísi í Rituvík. Sámal hevði føðingardag fyrst í august. Hendan dagin plagdu tey at taka eitt kók av eplum upp fyri líka sum at minnast Sámal, hóast tað ikki var fyrr enn seinni, at eplini vórðu tikin upp. Pápi Sámal, Petur Kristian, doyði av sjúku um somu tíð, sum Verdandi varð saknað. Men hann slóknaði, áðrenn vissa varð fingin um lagnuna hjá soninum. Lívsstarvið bleiv binding Sum frá leið vildi Semona hava eitt arbeiði, og tá fór hon at at binda hjá Suffíu Greger­ sen, sum var byrjað við bindivirki nøkur ár frammanundan. Døtur hennara, Petra og Arnbjørg, hava greitt frá hesum parti av søguni Hetta virksemi, sum gav arbeiði til nógvar konur, var upprunaliga í kjallaranum hjá Suffíu og Jóan Elias. Ofta bundu tær tvær og tvær saman. Tá kundu tær binda eina troyggju um dagin. Lønin var vist fyri troyggjuna. Hetta var upprunin til Tøtingarvirkið í Gøtu, sum sonurin Ólavur stóð fyri. Her kom Semona eisini at arbeiða bæði við binding og øðrum ullaarbeiði. Semona var væl lýdd millum sínar arbeiðsfelagar. Tá kvinnur sita soleiðis sam­an koma tær nú tætt at hvørji aðrari. Men serliga væl gjørdist millum Suffíu og Semonu. Hetta ullavirsemið er hildið uppat í Gøtu, men tað er hildið fram við Navia á Toftum. Óla Kristian á Torkilsheyggi, sum stendur fyri Navia, er nevniliga langommusonur Suffíu og abbasonur Ólavur Gregersen, sum bæði eru ímyndin av ullavirking. Hann hevur eisini tað samband við hesa søgu, at omma hansara. Olivia, vara systir Sámal, mannin hjá Semonu. Semona var eitt ediligt menniskja Naena mintist Semonu sum eitt ediligt menniskja. Hon hevði eitt serligt minni um hana, sum sigur meira enn nógv orð. Mamma Naenu, Perlina, var eina tíð sjúklig, men Semona var altíð fús at hjálpa teimum við konufólkaarbeiði í húsinum, og kom hetta sera væl við. Tey jólini, sum Semona var á sjómansheiminum, var mamma Naenu innløgd á sjúkrahúsinum. Fremsta minnið hjá Naenu frá hesum jólum var, at Semona hevði keypt teimum hjá Perlinu eina konfekteskju. Eitt var, at slík konfekt var sera forkunnug tá, men hetta var keypt av eini løn, sum neyvan hevur verið tann heilt stóra. Hetta gloymdi Naena ikki Semonu. Semona var trúgvur kirkjugangari og var eisini trúgv í missiónshúsinum í Gøtu. Elsa Jacobsen greiðir frá, at pápi hennara, Eliesar, var kirkjutænari, og tí kom mamman, Sunneva, at taka sær av vaskingini av kirkj­ uni. Hetta var skifti millum ungar gentur í Norðra­gøtu og Syðrugøtu. Semona plagdi at vera við í Syðrugøtuliðinum. Hon fortaldi eina ferð Elsu, at Sunneva plagdi at baka teimum pannukøkur, tá ið tær komu til Norðragøtu at vaska kirkjuna. Petra, systir Naenu, plagdi at binda hjá Suffíu, hon gevur eisini Semonu sama um­ mæli. Hon minnist eisini Sámal frá missións_ arbeiðinum. Hann hevði eina so ótrúliga vakra songrødd, og hann fylti so nógv, har hann var. Sum Petra sigur, tað er altíð ringt at missa, men Semona mistu so nógv við Sámali, at hon nokk ongantíð kom yvir tað. Misti 21 ára gamla beiggjan Semona átti systkini Ninna, sum giftist til Leirvíkar, Hans Jacob, sum búsettist við Rætt, Meinard, sum býr í Havn, Beata, sum giftist yvir á Strendur og Óla Jákup. Í desember 1935 doyði Óla Jákup bara 21 ára gamal. Hann fekk meslingar av meslingrindini í Gøtu, tá ið nógv fólk doyðu um landið. Meinar greiðir frá, at tá mes­lingarnir brutu út, hildu tey, at sloppið varð, men teir vildu ikki inn aftur. Jacob A.M. Øre, vanliga kallaður Driss, hevði minningarorð um Óla Jákup, sum tað skilst var hann ein heilt sjáldsamur drongur. Hann skrivaði millum annað: Mong turkaðu tár av kinnum sínum, tá ið tey hoyrdu, at tann reysti og vónríki unglingurin Óla Jákup ikki longur var millum okkum, hann ið øll vóru glað fyri, hann ið var avhildin av øllum, bæði á sjógvi og landi. Umframt at vera fiskimaður hevði Óla Jákup stóran hug at fáast við seyð, hesin hugur var í honum frá barnsbeini av, tí koma vit at sakna henda reysta og vón­ ríka ungling, har hann plagdi at skilja seyðin í rættini í tí hagaparti, har hann var røktingar­maður. Óla Jákup var fráhaldsmaður, og var tí rúsdrekka ein tann versti fíggindi hansara, sum hann arbeiddi ímóti við álvara. Hann bar fráhaldsmerkið við gleði og vísti, at rús­ drekka er ein drykkur, sum ungdómurin má halda seg frá.. Óla Jákup var ein av hinum fáu føroy­ ingum, ið hevði ta gávu frá Gudi, at var tað ein, sum var í tungum tankum, so kundi hann fáa henda mann at smílast og vera fróur. Skemtingarsamur og fróur var hann altíð sjálvur. Vit minnast aftur á mangan dagin og mangt kvøldið, tá ið hann sang úr Indre Missions Sangbog. Tá vardi ikki okkum, at tað vóru teir síðstu sangirnir her á foldum, hann skuldi syngja. Meinard sigur, at Óla Jákup eisini spældi á harmoniku, og hetta hevur ikki verið vanligt tá. Pápi Óla Jákup, Andreas, er jarðaður í somu grøv sum Óla Jákup. Mamman, Mar­tina, sum livdi mannin av, skipaði fyri hesum. Sjálv er hon grivin aðra staðni í kirkju­garðinum, tí tað var ikki pláss fyri henni eisini. Verandi kirkjugarður í Gøtu er frá 1935, so Óla Jákup hevur verið millum tey fyrstu, sum varð grivin í honum. Hugtiknar av søguni Hesa tríggjar kvinnurnar aftaná hesa films­ ætlan eru ógvuliga hugtiknar av hesi søgu og annars av tí, tær hava sæð og hoyrt á føroyaferðini. Tey hava bæði hitt ættarfólk hjá Semonu og Sámal umframt fólk, sum hava samband við ullavirksemið hjá Suffíu. Tað er hugaligt, at ein slík søga og søgu­ skriving kann vekja slíkan ans uttanlands. So vit kunnu gleða okkum til filmin. Komandi partur Í komandi parti verður komið aftur til Menakhem Ben Yami og hansara ferð í Føroyum Semona við longommubarni Elsa, dóttir Suffía, og Semona binda bul Á grøvini hjá Semonu. Uttan v.f Valerie og dóttirin Madeleine, Dagmar, Maria og Dania