Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016 SOSIALURIN 78 22 1 til 6 LANDSLIÐSLEGENDA BLEIV SKIFT INN Skamt undan dystarloki skifti Valletta 35 ára gamla Michael Mifsud inn. Og hann er ikki hvør sum helst. Hann er liðskipari á landsliðnum hjá Malta, har hann hevur spælt 113 dystir og skorað 40 mál. Ígjøgnum sína yrkisleið hevur hann spælt við feløgum sum týska Katerslautern, norska Lillestrøm og ensku Coventry og Barnsley 4 TRYGVI ASKHAM Fekk ikki gjørt nakað við málið, ið fór ígjøgnum eftir 24 minuttir. Prógvaði annars fleiri ferðir, at tað neyvan er nakað felag í Føroyum, sum eigur ein líka góðan eykamálmann sum B36. Tíðliga í dystinum  bjargaði hann risa møguleika hjá Falcone, og sum heild var hann tryggur í øllum, sum hann gjørdi, allan dystin á tamb. Hevði eisini eina meistarliga bjarging í seinna hálvleiki eftir deyðbólt. 4 JÓNAS TÓR NÆS Fyrsta hálva tíman spældi hann sín lívs dyst, har hann hevði eina rúgvu av væl eydnaðum takklingum. Eisini var hann óvanliga góður í offensiva spælinum, har serliga hann og Hanus Thorleifsson høvdu eitt gott samstarv í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki sást ikki líka nógv til hann, men hann átti tó lut í málinum hjá B36, tá ið hann skallaði bóltin inn í brotsteigin og fekk triðsíðsta høvd á. Kastaði eisini nógv góð, lang innkøst allan dystin á tamb. 4 ANDRIAS HØGNASON ERIKSEN Var fyri tað mesta góður á bóltinum, har hann tó sveik eini tvær ferðir í uppspælinum. Var stinnur í miðverjuni og kom ofta ímillum. Hann og Hørður høvdu nakrar trupulleikar við longum bóltum frá maltiska mótstøðuliðnum í byrjanini av dystinum, men hesir trupulleikar fánaðu skjótt burtur. 3 HØRÐUR ASKHAM Eftir drúgvan skaðasteðg nærkast Hørður høga støðið, ið hann hevur sett seinastu árini. Saman við Andriasi stóð hann seg væl í miðverjuni. Er ógvuliga væl fyri kropsliga, og tað kom til sjóndar í nógvum nærdystum. Í hansara føri telur tað tó niður, at hann er maðurin, sum hevur ábyrgd av at dekka Falcone, tá ið sterki framherjin hjá Valletta skallar bóltin í netið. 4 HØGNI EYSTUROY Spældi á vinstra bakki í fyrra hálvleiki, har tað eydnaðist honum at koma væl frá uppgávuni - bæði offensivt og defensivt. Legði eisini upp til málið, tá ið hegnisliga setti uttarusíðuna á høgra fóti á og fann Hanus Thorleifsson við einari frálíkari sending. Í seinna hálvleiki varð hann fluttur á høgra vong, og tað gav eisini úrtøku, tá ið Høgni legði upp til málið til 2-1 við høvdinum. Løtu seinni burdi Høgni tryggjað B36 samlaða sigurin, tá ið hann gjørdist leysur í brotsteiginum, men ólukkutíð skallaði hann beint við síðuna av. 4 ODDMAR FÆRØ Hevur spælt seg fastan á plássinum á defensiva miðvøllinum, síðani hann kom aftur til felagið. Sum væntast kann av honum, so var hann sera stinnur í nærdystunum, har tað er fáur fótbóltsleikari, ið hevur ein kjans ímóti Oddmari. Eisini átti hann triðsíðsta fót á fyrsta málinum hjá B36, tá ið hann spældi bóltin væl til Høgna Eysturoy. Onkuntíð bleiv hann kanska dekan ov lætt settur av. SPÆLARAMETING NELI HELDARSKARÐ Setningurin hjá B36 undan seinna dystinum ímóti Valletta var greiður. Malt­ iska mót­støðu­lið­ið hevði tryggjað sær eitt gott út­ gangs­støði í fyrra dystinum, tá ið B36 varð bast við einum máli ímóti ongum. Sostatt skuldi B36 sum minst vinna dystin við somu siffrum fyri at koma í longda leiktíð, meðan eitt úti­vøllar­mál til Valletta fór at viðføra, at tað fór at blíva neyðugt hjá B36 at vinna við tveimum málum fyri at koma víðari. Og tað bleiv júst hetta ólukk­sáliga úti­vøllar­málið, ið gjørdi, at B36 mátti takka fyri seg á evropeiska pallinum á hesum sinni. Undirhaldandi fyrri hálvleikur Veðrið í Gundadali týs­kvøld­ ið var av tí allar fagrasta, har sólin skein oman og niðan. Tað var ikki sørt, at hetta minti meira um ein fót­bólts­dyst niðri á Malta enn í Føroy­um, hóast mong hita­stig kortini vóru á muni. Sum áskoðari var tað ómeta­liga stutt­ligt og spenn­ andi at hyggja – serliga í fyrra hálv­leiki. Tað var eyðsæð, at B36-leikararnir høvdu gott mót, tí at teir vóru sera tryggir á bóltinum og hepnaðust væl við at skapa kjansir. Tó var tað Valletta, ið burdi lagt seg á odda tíð­ liga í dystinum, tá ið fyrst Jhonnattann (ja, soleiðis kann tað eisini stavast) rakti yvirleggjaran, og síðani bleiv vandamikli framherjin, Federico Falcone, spældur leysur, men Trygvi Askham bjargaði B36 í hesi støðuni. Ístaðin var tað B36, sum legði seg á odda eftir 10 minuttir, tá ið Høgni Eystur­ oy við einari knasandi góðari uttarusíðu spældi Hanus Thorleifsson leysan, ið lætt­ liga setti bóltin í netið. Málið gav B36 blóð upp á tonna, og nú var tað B36, ið var omanfyri leik­liga. Bóltspælið á mót­støðu­ hálvuni var sann­førandi, og í mongu tví­dystun­um vóru tað B36-leikararnir, ið vóru við yvirlutan. Alex Mellemgaard, Jákup á Borg og Róaldur Jacobsen høvdu allir skot, ið kundu havt økt um leiðsluna, men ístaðin hendi tað eftir 24 minuttir, sum ikki mátti henda. Valletta var í álopið á B36-hálvuni, har bólturin varð spældur út í høgra borð samstundis sum, at nógv fólk rann inn­fyri. Bólturin varð sendur inn­fyri, og inni í brotsteiginum var áður­ nevndi Falcone hægstur og stútaði bóltin í netið. Tískil hevði B36 nú eina stóra uppgávu fyri framman. Nú var ein tvey máls-sigur neyðugur fyri víðari luttøku. Valletta nýtti allar snildir Lagt var upp til, at B36 skuldi seta seg á dystin, men tað gekk illa at skapa vanda­ miklar støður. Valletta stillaði seg langt aftur á vøllin, og vóru maltisku mót­ støðu­menninir væl skipaðir. Har­aftur­at nýtti Valletta allar snildir, tá ið steðgur var í spælinum. Til hvørt einasta innkast og hvørt einasta frí­ spark góvu leikararnir hjá Valletta sær so góða tíð, sum yvirhøvur til ber. Í fyrru helvt av seinna hálv­leiki var ilt at síggja fyri sær, at B36 skuldi hava nakran møguleika at spæla seg víðari, men í fótbólti er tað hent at hava góðar mans at seta inn á vøllin. Hannes gjørdi mun Eftir 62 minuttir varð elsti maður hjá B36, 36 ára gamli Jákup á Borg, skiftur út fyri yngsta mann hjá B36, 17 ára gamla Hannes Agnarsson. Hannes Agnarsson hevur veruliga sligið ígjøgnum á besta liðnum hjá B36 í ár, og millum annað legði hann eitt gott avrik eftir sær, tá ið hann somuleiðis varð skiftur inn í fyrra dystinum ímóti Valletta. Og Hannes gjørdi enn eina­ferð góðan mun. Nú eydnaðist tað í nógv størri mun hjá B36 at seta Valletta undir trýst. Fleiri langir bóltar vórðu sendir til Hannes, ið hevði lítlar og ongar trupul­leikar við at renna mót­støðu­verjuna av. Og bert tríggjar minuttir eftir sína inn­skifting fekk Hannes ta størstu ávirkanina á ein fót­bólts­ dyst, sum ein leikari kann fáa, tá ið hann eftir eitt langt innkast og eitt sindur av ping-pong skavaði bóltin inn um málstrikuna til 2-1. Vánaligt dómaraavrik Tað keðiligasta við fót­ bólts­upp­living­ini í Gunda­ dali týskvøldið var estiski dómarin, Roomer Tarajev, ÍTRÓTTUR DYSTURIN HESA VIKUNA Á MUNI Marginalar Í maltiskum góðveðri í Gundadali eydnaðist tað B36 at vinna 2-1 ímóti Valletta av Malta. Hetta var tó akkurát ikki nóg mikið til víðari luttøku í Champions League. Tað var tó ikki nógv sum restaði í fyri, at B36 bleiv liðið, ið skal spæla ímóti Reyðu Stjørnu úr Serbia í komandi viku