Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016 SOSIALURIN 78 23 4 RÓALDUR JACOBSEN Serliga í fyrra hálvleiki var hann sera eyðsýndur. Kom ofta framvið og var til ampa fyri verjuna hjá mótstøðuliðnum. Stýrdi spælinum væl, júst sum vit kenna hann. Í seinna hálvleiki var avrikið lakari, har tað ikki eydnaðist líka væl at seta Valletta undir trýst. 4 HANUS THORLEIFSSON Duracellkaninin hjá B36 gjørdi sítt til fyri, at tað skuldi eydnast at náa víðari luttøku. Hevði framúr gott samanspæl við Jónas Tór Næs í fyrra hálvleiki, og ikki at gloyma rann hann seg sera væl frían, tá ið hann skoraði málið til 1-0. Stríddist væl allan dystin á tamb, men var ikki líka eyðsýndur í seinna hálvleiki. 3 LUKASZ CIESLEWICZ Ikki vánaligur, men tað sæst aftur, at hann nýliga er komin aftur frá skaða. Luttók væl í samanspælinum eins og hinir, men ein saknaði, at hann bleiv avgerandi - sum hann so mangan hevur verið. Tað eydnaðist honum ikki at seta mótstøðuleikararnar av í eins stóran mun, sum hann plagar, og at enda var lítil og ongin orka eftir til at gagnnýta eyðsýndu, teknisku fótbóltsevnini 4 ALEX MELLEMGAARD Byrjaði dystin á vinstra vongi, har hann tó aloftast leitaði sær inn á miðuna og ørkymlaði verjuna hjá Valletta. Spældi fleiri ferðir væl frá sær og legði upp til kjansir. Í seinna hálvleiki varð hann fluttur aftur á bakkin. Hevði ongar defensivar trupulleikar, og hann mundi lagt upp til mál, tá ið hann meistarliga skeyt innfyri til stóra kjansin hjá Høgna Eysturoy. 3 JÁKUP Á BORG Tíverri gjørdist hesin dysturin helst tann síðsti evropeiski dysturin hjá 36 ára gomlu B36-legenduni. Spældi í álopinum, har hann luttók væl í samanspælinum við hinum, men tó megnaði hann ikki í nóg stóran mun at blíva vandamikil sjálvur. Hevði tó ein góðan málmøguleika í fyrra hálvleiki, har hann skeyt í síðunetið. Bleiv útskiftur eftir ein tíma fyri Hannes Agnarsson. 4 HANNES AGNARSSON Ein innskiftari, ið veruliga gjørdi mun. Varð settur inn í álopið, sum ikki er hansara vanliga pláss, men hann takkaði fyri álitið. Rann fleiri ferðir maltisku verjuleikararnar av, og spældi hann bóltin væl frá sær. Og sum krúnan á verkinum skoraði hann málið til 2-1, tá ið hann skravaði bóltin inn um málstrikuna. SEBASTIAN PINGEL Kom inn til teir seinastu tíggju minuttirnar - dekan ov stutt at geva honum eina meting fyri tað. Hevði eitt fínt skot, sum málverjin hjá Valletta tó tók sær av. Út yvir hetta skotið sást ikki nógv til hann ta tíðina, har danin var inni. PÆTUR PETERSEN Kom inn eftir 89 minuttir og hevði sostatt lítla og onga tíð at gera nakran mun. Tískil eisini ov stutt inni til at fáa nakra meting. ið byrjaði at gera um seg eftir seinna leiðslu­málið hjá B36. Eftir málið var rok í brots­teiginum, har Hørður Askham millum annað fekk ein al­boga í andlitið – ein brots­gerð, sum ikki fekk nakra av­leið­ing fyri brots­ mannin hjá Valletta. Heilt løgið bleiv tað, tá ið mál­maður­in hjá Valletta, Bon­ello, og Hannes Agnars­ son fingu gult fyri rokið, sum íkom eftir mál­ið. Hannes Agnarsson hevði onki annað gjørt enn at skjóta bóltin í mál, men hetta helt estiski dómarin onkurs­vegna, at hann skuldi fáa gult kort fyri. Harafturat varð B36 snýtt fyri eitt klárt brots­spark í fyrra hálv­leiki, tá ið Hanus Thorleifs­son varð feldur tíð­ liga í dystinum. Eisini hevði Lukasz Cieslewicz møgu­liga kunnað fingið eitt brots­ spark í seinna hálvleiki. Tað fúlasta við dómara­ av­rikin­um var tó, hvussu leikararnir hjá Valletta uttan nakað slag av avleiðingum sluppu at drála allan dystin á tamb. Hetta gjørdi sítt til, at leik­ferðin varð sogin full­ komiliga úr dystinum, og B36 fekk ikki sett veruligt trýst á. Eftir málið hjá Hannes hevði Høgni Eysturoy besta møgu­ leikan at skora, men skallari hansara fór dygst fram­ við stólpa­rótini. Dystur­ in endaði 2-1 og harvið 2-2 saman­lagt. Valletta spæl­di seg víðari við fleiri mál­um skorað­um á útivølli. Álopstrupulleikin framvegis ikki loystur Síðani Adeshina Lawal skifti frá B36 eftir kapp­ingar­lok 2014 hevur B36 havt ein trupul­leika á fremsta fram­ herja­plássinum – maðurin, ið skal skora tey flestu málini. Í fjør var Ibrahima Camara framherji í fyrru kappingar­hálvu, men hann varð ikki mettur at vera nóg góður, og bleiv hann síðani tveitt­ur av besta liðnum og til teir næst­bestu at venja. Í seinnu hálvu heintaði felagið danska Philip Lund, ið stóð seg væl, men tað eydnað­ist ikki at fáa semju í lag við danska fram­herjan til hetta kappingar­árið. Ístaðin royndi B36 at bjálva seg á fremstu pláss­ un­um við at keypa Jógvan Skeel Nolsøe og Sebastian Pingel, men hvørgin teirra hevur sligið til í felagnum. Sebastian Pingel er ein stak fittur fýrur og kempar væl, men hann tykist ikki at passa inn í tekniska spælistílin hjá B36. Jógvan Skeel Nolsøe varð heintaður inn sum fyrsta val til áleypara­pláss­ið, men ikki kann sigast annað enn, at hann er í kuldanum í B36, tá ið hann ikki ein­gongd verður skiftur inn í einum dysti, har B36 manglar eitt mál fyri at koma víðari í Champions League. Ístaðin byrjaði Jákup á Borg inni sum áleypari, og hóast hann kempaði væl, so er hann ikki tann sami leik­ar­in sum áður vegna sín høga aldur. Ein góður og sterk­ur áleypari hevði møgu­ liga kunnað verið marginali munurin, sum gjørdi, at B36 fekk triðja og avgerandi málið ímóti Valletta. B36 hevur ikki spælt seg víðari í evropeiskum fótbólti síðani í 2006, tá ið mótstøðan eisini var úr Malta. Tá vann B36 samanlagt 5-2 ímóti Birkirkara. SPÆLARAMETING 1 til 6 B36 - Valletta 2-1 (1-1) Samanlagt 2-2. Valletta kemur víðari orsakað av fleiri útivøllarmálum 1-0: Hanus Thorleifsson 10. 1-1: Federico Falcone 24. 2-1: Hannes Agnarsson 66. B36: Trygvi Askham - Jónas Tór Næs, Andrias Høgnason Eriksen, Hørður Askham, Høgni Eysturoy - Hanus Thorleifsson (Sebastian Pingel, 81), Róaldur Jacobsen, Oddmar Færø, Alex Mellemgaard (Pætur Petersen, 89) - Lukasz Cieslewicz - Jákup á Borg (Hannes Agnarsson, 62) Venjari: Eyðun Klakstein Valletta: Henry Bonello, Jonathan Caruana, Ian Azzopardi, Juan Cruz Gil, Malano Santiago (Llywelyn Cremona), Roderick Briffa, Claudio Pani, Leandro Aguirre (Jean Borg, 93), Romeu, Jhonnattann (Michael Mifsud, 88), Federico Falcone ÓROYNDUR DÓMARI Týskvøldið var fyrstu ferð nakrantíð, at 36 ára gamli Roomer Tarajev dømdi ein undankappingardyst í Champions League. Áður hevur hann dømt tveir undankappingardystir til EM hjá U17-landsliðum, tveir undankappingardystir til U21-EM og ein FIFA-skrásettan vinardyst ímillum Malta og Moldova   Eftir dystarlok týskvøldið fekk Sosialurin orðið á venjaran hjá B36, Eyðun Klakstein. Hann iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist B36 at skora nakað útivøllarmál í fyrra dystinum, sum so mangan hevur avgerandi týdning í evropeiskum fótbólti. – Vit manglaðu at skora mál í útidystinum í Malta, tá ið hugsað verður um kjansirnar, sum vit høvdu. Høvdu vit skorað eitt mál í útidystinum, so var meira friður yvir hesum dystinum. Vit mangla akkurát tað síðsta í dag.  – Tað krevur nokk so nógv at vinna ein dyst í Champions League við tveimum málum. Vit spæla ímóti einum góðum liði, sum eisini dugir væl at verja. Vit gjørdu alt, sum vit kundu, men tað var øgiliga spell, at Valletta fekk hatta málið í fyrra hálvleiki. Tað er jú lætt at rokna út, at høvdu vit hildið teimum frá at skora, so gjørdu vit nóg mikið í dag til at koma víðari, sigur Eyðun Klakstein. Eyðun Klakstein iðraði seg eisini um málið, sum B36 lat inn í Gundadali. Tað var ov bíligt eftir hansara tykki. – Vit skuldu ikki leypa fram­av, men vit ætlaðu at hava bóltin og bjóða teirra verju av, tí at vit vistu, at tað bar til. Vit vóru væl við, men tað er bara øgi­ liga spell, at teir hava eitt inn­legg í fyrra hálv­leiki, sum endar í mál­in­um. Skulu vit koma víðari úr Champions League, so skulu vit duga at verja okkum ímóti slíkum. Teirra mál var nógv ov bíligt, sigur ein mis­nøgd­ ur Eyðun Klakstein. Innskiftingin av Hannesi Agnarssyni í seinna hálv­leiki hepnað­ ist sera væl. Eyðun Klak­ stein leggur ser­lig­an dent á, at Hannes rennur so­ mikið skjótt, at hann er til ampa fyri bæði føroyskar og útlendskar verjur. – Hannes er eitt ótrú­ liga stórt talent. Hann hevur ferð í bein­un­ um, sum ongin annar í før­oysk­um fót­bólti, og hendan ferðin kemur honum eisini til góðar í al­tjóða fót­bólti. Hann kann renna frá al­ tjóða verjum, og so er hann eisini vanda­mikil frammanfyri málinum, sum málið hjá honum prógvar. At hava Hannes er eitt gott vápn at hava í seinna hálvleiki, tá ið teir á mótstøðuliðnum eru blivnir eitt sindur moyrir í beinunum, sigur Eyðun Klakstein um sítt unga stjørnuskot. At enda staðfestir Eyðun Klak­stein, at tað var úrslitið niðri í úti­ dystinum á Malta, sum gjørdi av við B36. – Teir vóru betri enn vit niðri á Malta, meðan vit vóru betri enn teir í kvøld. Kanska vóru teir eina tonn betri, tá ið alt kemur til alt, men í kvøld er ongin ivi um, at B36 var betra liðið. Høvdu vit bara ikki tapt dystin á Malta, so vóru vit víðari, vóru seinastu orðini frá Eyðuni Klakstein. VIT HØVDU SKULAÐ SKORAÐ Í ÚTIDYSTINUM Eftir nógv vánalig avrik í Effodeildini, har B36 ikki hevur vunnið í fimm dystum, legði árstalsfelagið tvey góð avrik eftir sær í Evropa. Týskvøldið var tað reint óhepni, at B36 ikki kom víðari, tí at B36 var nógv betra liðið í dystinum og burdi skorað meira enn tvey mál. Serliga í seinna hálvleiki var avrikið hjá dómaranum úr Estlandi undir alt lágmark. Í fyrra hálvleiki varð B36 snýtt fyri eitt brotsspark, og somuleiðis kundi eitt brotspark møguliga verið givið í seinna hálvleiki. Harafturat var tað hugstoytandi at síggja, hvussu maltisku mótstøðumenninir sluppu at drála - uttan nakað slag av avleiðingum! MYNDIR: SIGMAR MØRKØRE