mánadagur 11. juli 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SJÚKLINGAR EIGA AT
HAVA EINS TREYTIR
AT FÁA FYLGJARA VIÐ
FYLGJARAR
Árni Gregersen
Løgtingsins Umboðsmaður
ger vart við, at spurnarteknin
kann
setast
við
mátan,
sjúkrahúsini
viðgera
og
kunna um, um sjúklingar
fáa fylgjara við sær, tá ið tey
verða send uttanlands til við
gerðar.
»Eg meti [..], at sambært
góðum fyrisitingarsiði átti
Landssjúkrahúsið at givið
umsøkjara skrivliga grund
aða avgerð í teimum førum,
har umsókn um fylgjara til
sjúkraviðgerð ikki verður
gingin á møti.«
Soleiðis segði Løgtingsins
Umboðsmaður í einum kon
kretum máli, sum kært var
um. Umboðsmaðurin skrivar,
at hetta ikki er nøktandi máti
at geva boð uppá og heldur,
at sjúklingarnir eiga at fáa
skrivligar
grundgevingar
fyri, hví summi fáa fylgjara
við og onnur ikki.
Í 2013 vóru heilir 1400
sjúklingar sendir uttanaldns
til viðgerðar. Av hesum 1400
ferðunum vóru tað summir
sjúklingar, sum vóru sendir
uttanlands fleiri ferðir.
Heilsumálaráðið metir, at
annarhvør av hesum sjúk
lingunum fingu játtað fylgj
ara á ferðini.
Um ein sjúklingur vegna
lívshóttandi sjúku ella vegna
likamligt, sálarligt ella sosialt
ófullføri ikki kann ferðast
ella uppihalda sær uttan
lands
einsamallur,
kann
sjúkrahúsið rinda ferðina og
ein part av útreiðslunum fyri
uppihald hjá fylgjaranum.
Tað eru fyrisitingarnar á
teimum trimum sjúkrahúsun
um, sum í hvørjum einstøkum
føri gbera av, um sjúkling
arnir eru førir fyri at ferðast
einsamallir og uppihalda sær
einsamallir uttanlands.
Bert munnligt
Tað sum Umboðsmaðurin
finst at, er at sjúklingarnir
bert fáa munnliga at vita,
hvørja avgerð, sjúkrahúsini
hava tikið í hesum málum.
Sjúklingurin kann tó krevja
at fáa skrivligt svar við
grundgevingum.
Umboðsmaðurin heldur
ikki, at hetta er nóg gott og
hon heldur heldur ikki, at
svarið frá heilsumálaráðnum
um at tað tekur ov nogva tíð
og orku at geva skrivligt svar,
er nóg gott.
Fleiri lógarásett krøv eru
til avgerðir, sum myndug
leikar taka.
Tað er tó ikki eitt lógar
krav, at ein avgerð skal vera
skrivlig.
Ein avgerð kann fráboð
ast munnliga, og hon er
bindandi á sama hátt sum
ein skrivlig.
Tað er heldur ikki eitt
krav, at grundgivið skal vera
fyri eini munnligari avgerð.
Umboðsmaðurin
hevur
tó ta fatan, at ein sjúklingur,
sum fær noktandi svar um
at hava ein fylgjara við sær
til viðgerð uttanlands, eigur
at fáa avgerðina fráboðaða
skrivliga saman við eini
grundgeving.
At fáa svar um ikki at fáa
fylgjara við, er ein byrða hjá
sjúklinginum. Sjúklingurin
er í einari viðkvømari støðu.
Tá ið sjúkrahúsini geva
noktandi svar, so eiga tey.
sambært góðum fyrisitingar
siði at geva sjúklinginum
eina skrivliga grundaða av
gerð.
Fyristingarligt stríð
Málið um fylgjarar er eitt
av teimum, har heilsuverkið
velir at taka størri atlit til
starvsfólkini enn til sjúk
lingarnar.
Heilsumálaráðið heldur,
at skrivligar avgerðir eru ov
orkukrevjandi hjá teimum
trimum
sjúkrahúsunum.
Heilsuverkið metir, at nokt-
andi avgerðirnar í 2013 vóru
á leið 1000 í tali.
Viðurkent er, at ein avgerð
kann fráboðast munnliga,
um tað ikki er ráðiligt at bíða
við avgerðini, ella um tørvur
er á, at skjótt verður borið at.
Sambært góðum fyrisit
ingarsiði eiga munnligu av
gerðirnar at verða fylgdar
upp við eini skrivligari av
gerð.
Tyngjandi avgerðir eiga at
vera skrivligar.
At sjúkrahúsini ikki geva
skrivligt svar, tí tað er ov
orkukrevjandi, heldur Um
boðsmaðurin ikki vera nóg
gott.
Innlitslógin sigur greitt,
at hóast avgerðir verða frá
boðaðar munnliga, so hevur
myndugleikin
skyldu
at
skriva upp allar upplýsingar,
sum hava týdning fyri av
gerðina í einum máli.
Her er talan um notat-
skylduna,
sum
almennir
myndugleikar hava sambært
lógini.
– Hetta, at sjúkrahúsini
í hvørjum einstøkum máli
hava skyldu til at skriva upp
orsøkina til, at tey sýta eini
umbøn um fylgjara, máar
undan grundgevingini um,
at fyrisitingarnar ikki orka
at fráboða avgerðirnar skriv
liga. Aftrat hesum er tað í
dag fyri flestu fyrisitingar
lætt at geva skrivlig boð,
sigur Umboðsmaðurin.
Munnligar kunningar og avgerðir gera, at sjúklingar illa fáa kært avgerðir
um ikki at fáa fylgjara við til viðgerð uttanlands
Sonja í Ólavstovu er
Løgtingsins Umboðsmaður
Mong verða send á Ríkissjúkrahúsið. Í 2013 vóru heili 1400 fólk send til viðgerðar her