mánadagur 11. juli 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIT SKULU HAVA NA
FÁAR OG STERKA
REIÐARAR
HÓLMGONGA
Áki Bertholdsen
– Tað mest rættvísa fyri
landið og fólkið er, at vit
hava nakrar fáar, men sterk
ar reiðarar í Føroyum.
Tað staðfestir Jacob
Vestergaard, tingmaður fyri
Fólkaflokkin, og fyrrverandi
landsstýrismaður
í
fiski
vinnumálum.
Hóskvøldið
bjóðaði
Unga Tjóðveldi honum í
eina politiska holmgongu
við Ingolf S. Olsen, tinglim
fyri Tjóðveldi, um, hvørja
fiskivinnuskipan vit skulu
hava.
Jacob Vestergaard sig
ur, at hann er samdur við
teimum sum siga, at tað er
Føroya fólk eigur ræðisrætt-
in á okkara fiskiríkidømi.
Men hann heldur sam
stundis, at skulu vit fáa eina
fiskivinnuskipan, sum er so
rættvís sum gjørligt, fyri so
nógv fólk, sum gjørligt, eiga
vit at skipa fiskivinnuna
soleiðis, at vit fáa nakrar
fáar, men sterkjar reiðarar.
– Vit skulu hava fáar, men
sterkar reiðarar, sum megna
at taka kappingina upp við
okkara grannar, sum eru
nógv størri enn vit.
– Vit skulu hava fyritøk
ur, sum kunnu brúka vinn
ingin til at styrkja seg enn
meiri fyri at skapa vøkstur
í samfelagnum, tí bara so
leiðis fáa vit gagnnýtt fiski
vinnuna sum best.
Sterkar fyritøkur
lyfta okkum
Jacob
Vestergaard
sigur,
at tí er tað neyðugt at hava
eina skipan, har reiðararnir
sjálvir sleppa at arbeiða við
teimum pengum, fiskivinnan
skapar, heldur enn at flyta
teir í landskassan.
Tí er hann eisini ímóti
eini almennari uppboðssølu.
Tvørtur ímóti vil hann hava
eina fiskivinnuskipan, sum
byggir á tað skipan vit hava,
har hvør einstakur reiðari
hevur síni egnu rættindi, og
har reiðarar kunnu keypa og
selja fiskirættindi ímillum
sín, við tí endamáli, at hvør
einstakur reiðari kann laga
virksemið soleiðis til, at tað
passar best til hann.
- Tað er ongin ivi um,
at sleppur vinnan sjálv at
umsita tey virði hon skapar,
fáa vit øll somul meiri burtur
úr, sigur fyrrverandi lands-
stýrismaðurin.
– Tey seinastu árini hava
víst, at tá ið vit hava sterkar
fyritøkur, lyfta tær okkum
fram á leið og at tað mesta
av vinninginum eisini verður
brúktur til íløgur, fyri at fáa
enn meiri burtur úr, sigur
hann.
– Tað besta fyri sam
felagið, er ikki, at øll fáa
sær fiskiskip, tí tað fáa vit
onki burtur úr. Men tað er
nettupp styrkin við teirri
marknaðarskipan, vit hava,
at hon ber í sær, at tey
dugnaligastu vera eftir og
hini detta burtur ímillum.
Jacob Vestergaard vísir
á, at støðan í fiskivinnuni
hevur nettupp tann øvugta,
at tær liggja við aftur
partinum í vatnskorpuni
og makta einki. Hevur tað
gingið ímóti, hava tey gingið
á dyrnar í Tinganesi at fáa
studning.
– Hesum eru vit komin
burtur úr, tí at vit nú hava
fingið færri, men sterkari
reiðarí, leggur hann afturat.
– Men sjálvandi skulu vit
ikki hava einkarrætt, har ein
reiðari eigur øll rættindini.
Men tað er nettupp vandin
við eini uppboðssølu, at vit
fáa ein, ella tveir reiðarar,
sum leggjast á øll rættindi.
Men í dag hava vit nakrar
stórar, samstundis sum at
pláss er fyri øðrum og tað
tryggjar fjølbroytni í vinn
uni.
Samstundis
staðfestir
hann, at hetta er eisini ein
skipan, sum tryggjar, at øll,
sum fáa fígging úr einum
banka, sleppa framat at
royna seg.
Skúma tilfeingis
rentuna oman av
Ingolf S. Olsen vísir á, at tað
er ikki allur vinningurin í
fiskivinnuni sum stavar frá
tí, at skipini eru væl rikin.
– Ein partur av vinning
inum er ein tilfeingisrenta,
sum eina og aleina stavar frá
tí, at reiðararnir hava fingið
nøkur serrættindi, sum onn
Reiðarar duga betur at fáa pengar at yngla enn politikarar, heldur Jacob Vestergaard. Vit mugu fáa eina
sterka fiskvinnu, tí hon er mjólkkúgvin, sum skal fíggja vælferðina í einum fullveldi, heldur Ingolf S. Olsen
– Reiðarar duga betur at fáa pengar at yngla enn politikarar
duga og tí skulu reiðarar hava nógv fríari ræsur at
arbeiða, enn teir hava í dag, sigur Jacob Vestergaard
– Skulu vit kunna ráða í egnum landi, er tað ein fortreyt,
at vit hava eina sterka fiskivinnu, sum kastar nóg nógv av
sær til at vera eitt føroyskt fullveldi, sigur Ingolf S. Olsen