Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Nú um dagarnar vitjar sonur navnframa nólsoyingin, Ova Joensen, fyri fyrstu ferð í Nólsoy. Maðurin er Bo Janoschka, sum her er avmyndaður saman við elsta beiggja og yngstu systir Ova, Hans Sofusi (Ba) og Lenu Joensen. – Bo er føddur og upp­ vaksin í Avstralia, og her býr hann framvegis. Mamman er týsk. Tað vita tey Facebook- síðuni - Nólsoy Nú & Tá - at siga. Systkini hjá Ova í Nólsoy taka sær væl av soninum hjá honum, nú hann vitjar í Føroyum á fyrsta sinni. Líkist til Nólsoyar Ikki er frítt, at Bo líkist til Nólsoyar, og tað eru tey, sum halda, at hann og Lena líkjast rættiliga nógv. Á Facebook-síðuni skriv­ ar ein kvinna, hvussu gott tað er, at Ove Joensen eigur nøkur slík deilig børn “overalt í verden”, sum hon eitt sindur skemtiliga tekur til. – Tvær gentur og ein drong. Tað er flott, Ove! Tað er eisini flott, at tey nú øll hava sæð, hvaðani røtur teirra eru, sigur kvinnan á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá. Vilmund Jacobsen Sambært Fiskamarknaði Føroya koma tvey pør - ella fýra ísfiskatrolarar - inn at landa í dag. Annað parið hevur mest av upsa, og hitt hevur mest av svartkalva. Væntandi kemur eis­ini eitt par inn at landa miku­ dagin, og hesi bæði skipini hava mest av svartkalva. – Eitt partrolarapar er farið út á Reykjanesryggin at fiska, men skipini eru júst byrjaði túr. So, tey koma neyvan inn aftur at landa hesa vikuna. Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolararnir eru til fiskiskap, harav ein er í Eysturgrønlandi. Tveir fiska undir Føroyum og frysta veiðina umborð. – Tveir djúpvatnstrol­ arar eru eisini til fiskiskap undir Føroyum, sum ísa fiskin umborð. Væntandi kemur annar av hesum inn at landa í dag, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Væntandi koma fýra partrolarar og ein djúpvatnstrolari inn at landa í dag Leygardagin var fjallarenning við NAX í Sunda kommunu, og vinnari gjørdist Regin Zachariasen Fólk, sum hava heimalomb, vita hvat tað er at skula geva teimum at súgva fleiri ferðir um dagin. Hetta man vera ein genial loysn, tá lombini eru fleiri í tali Áhugaverd ábending við norðhavs­sild Seinnu árini hevur norðhavssild verið at sæð í føroyskum øki til langt út á heystið. - Hetta er ein sera áhugaverd gongd í ferðamynstrinum hjá sildini. Kanska er sildin við at fara frá vetrarøkinum uttan fyri Troms í Norðurnoregi? Á Havstovuni vísa tey á, at gongdin við norðhavssildini minnir um ferðingarmynstrið, sum sildin hevði í fimmtiárunum, tá hon stóð millum Ísland og Føroya um veturin. - Spurningurin er so, um sildin aftur fer at brúka hetta gamla vetrarøkið. Havstovan hevur skipað fyri leiting eftir sild út á heystið og um veturin seinastu árini, eftir at vanligi fiskiskapurin eftir sild er liðugur. - Kanningarnar eru skipaðar, soleiðis at ein ávís granskingarkvota verður latin fyri kanningina. Víst verður á, at higartil eru fýra styttri kanningar í tíðarskeiðnum november til februar gjørdar í eystara parti av føroyskum øki frá umleið 62 stigum norður og út til fiskimarkið. - Skipini, ið gjørdu kanningarnar, vóru Tróndur í Gøtu og Norðborg, og tey brúktu ekkólodd og sonar at leita við. Úrslitini vísa, sigur Havstovan, at norðhavssild var framhaldandi at finna í landnyrðingshorninum í føroyskum øki í desember 2014 og 2015. - Kanningar vórðu eisini gjørdar um veturin, men eingin norðhavssild var at síggja í føroyskum øki í februar 2015 og januar 2016. Havstovan heldur tað vera áhugavert, at heystgýtandi sild sást millum norðhavssildina út móti markinum bæði árini. - Lutfallið lá millum ein triðing og ein fjórðing av heystgýtandi sild, og ikki er greitt, hvaðani henda sildin stavar. Kanska er talan um heystgýtandi sild undan Føroyum, heldur Havstovan, sum hevur lagt eina frágreiðing um kanningarnar út á sína heimasíðu - www.hav.fo vilmund@sosialur Trolarar landa í dag - Tað er flott, at børnini hjá Ova Joensen nú øll hava sæð, hvaðani røtur teirra eru Sonur Ova Joensen fyrstu ferð í Føroyum Tey taka sær væl av Bo Janoschka, sum fyrstu ferð vitjar í Nólsoy Mynd: Evy T. Nielsen