mánadagur 11. juli 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Býráðið,
sum
situr
í
Eysturkommunu í dag við
Jóhan Christiansen sum
borgarstjóra, sleppur ikki
inn í nýggju býráðshúsini í
Norðragøtu fyri kommunu-
valið, sum verður í heyst.
Um tað fer at eydnast
at sleppa inn, áðrenn hetta
valskeiðið rennur út við
ársenda í ár, er so ein annar
spurningur.
Arbeiðið at byggja ser
merktu býráðshúsini gong-
ur væl, men tað fer at taka
sína tíð at gera alt tað, ið
eftir er, liðugt.
Tað eru nakrar vikur
síðan,
at
betongarbeiðið
varð liðugt, og síðan er
stálkonstruktiónin,
sum
er berandi grindin í byggi-
arbeiðnum, sett upp.
Í síðstu viku byrjaði teir
at leggja sonevndu stálka
settirnar, sum teir rópa
tað. Hetta eru stálplátur, ið
verða lagdar omaná sum
tekja, og sum eru tann ber
andi parturin av tekjuni.
Stálkasettirnar
verða
bjálvaðar omaná við harðari
bjálving á 200 mm. Síðan
verður gummidúkur lagdur
oman yvir bjálvingina. Alt
verður síðan skrúvað niður
í stálkasettirnar.
Omaná stálkasettir og
bjálving verður lagdur ein
gummidúkur, og oman á
aftur
gummidúkin
skal
leggjast flag, soleiðis at
bygningurin fær flagtekju.
Ein brúgv verður bygd
oman á tekjuna, soleiðis at
gangast kann tvørtur um
ánna eftir tekjuni.
Brúgvin, sum verður 1,40
metrar breið, verður bygd,
soleiðis at fólk ikki sleppa
út á tekjuna av brúnni.
Nýggju býráðshúsini hjá Eysturkommunu verða komin langt, tá hetta árið er farið at halla
Nýggju býráðshúsini
eru komin undir tak
Próvhandan hevur verið í Skúlanum
við Streymin, har 13 mans fingu
handað prógv fyri at hava staðið
dugnaskapsroynd fyri skjóttgangandi
bátar upp til 20 tons.
Hóast streym-og
veðurlíkindini eru góð,
verður ikki roknað við
nógvum útróðri hesa
vikuna
– Trý línuskip fiska í ís
lendskum
sjógvi,
harav
eitt er frystilínuskip. Í dag
kemur eitt ísfiskalínuskip
undan
Íslandi,
og
hitt
ísfiskalínuskipið er júst
byrjað túr. Fiskasløgini,
sum línuskipini fáa í ís
lendskum sjógvi, eru bland-
að.
Tað siga trey á Fiska
marknaði Føroya.
– Eitt línuskip kemur av
Reykjanesrygginum í dag
við svartkalva og toski, og
eitt kemur av føroyska land
grunninum og hevur mest av
longu.
Lagt verður aftrat, at
tvey línuskip eru á Byrien
Banka, og væntandi kemur
annað skipið inn at landa
mikudagin og hitt fríggja
dagin.
– Hesi hava mest av svart
kalva.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at streym-og
veðurútlitini til útróður eru
góð, men roknað verður ikki
við nógvum útróðrarfiski,
tí fleiri útróðrarmenn hava
lagt bátarnar og eru farnir
at pussa teir upp.
– Aðrir útróðrarmenn
hava tikið sær frí í nakrar
dagar, verður lagt aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
26 nýggj grundstykki
eru nú klár í Syðrugøtu.
Men, eftirspurningurin
eftir grundstykkum er
stórur; 70 eru á bíðilista í
Syðrugøtu, 30 í Leirvík og
20 í Norðragøtu
Fiskiflotin
er nú hin
vánaligasti
- Føroyski fiskiflotin, sum
vit hava reypað okkum av,
var fyri eini 30 árum síðan
tann mest framkomni,
tá vit samanbera okkum
við londini uttan um
okkum. Men, í dag er hann
nógv tann vánaligasti.
Miðalaldurin á skipunum
er omanfyri 30 ár.
Tað sigur Bjarni Petersen,
skipari á rækjutrolaranum,
Arctic Viking, sum í løtuni
fiskar uppi við Svalbard.
Skiparin spyr, hvussu tað
man síggja út millum skins
og hold á slíkum skipum,
har frárensl og annað
rustar og er typt, og fuktur
og svampur gera um seg.
- Eg havi ikki hoyrt
nakran politikara
nevna, at pengarnir
frá uppboðssøluni
møguliga kundu farið í
grunn til at endurnýgga
fiskiskipaflotan fyri. Vit
hoyra bara um, hvussu
nógv tey aftrat kunnu
knokkroyta reiðaran - alt
til tann alsamt veksandi
almenna yvirbygnaðin.
Skiparin á Arctic Viking
spyr, hvat er galið hjá
føroyingum, tá fiskiflotin
ikki megnar at endurnýggja
seg.
vilmund@sosialurin.fo
Nøkur línuskip landa í dag
Roknað verður ikki við nógvum útróðrarfiski hesa vikuna