mánadagur 11. juli 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
ÍSLENDSKI MÁLVERJIN
HEVÐI FLESTAR BJARGINGAR
Stuttsøgdu tíðini eru í stóran mun merkt av hagtølum frá júst lidna EM-endaspælinum. Tó eru eisini
tíðindi um føroyskar svimjarar, dopaða tennistjørnu og umstríddar hendingar í Tour de France
Neli Heldarskarð
FÓTBÓLTUR
Fyrsta EM-endaspælið við
24 luttakandi londum er
tað komið at enda. Heldur
óvæntað var tað Portugal,
ið
við
máli
frá
stóra
framherjanum, Éder, sum
ikki eingongd var nóg góður
til Swansea í Premier League,
sum vann kappingina eftir
finalusigur ímóti Fraklandi.
Hetta er fyrstu ferð í søguni,
at
Portugal
vinnur
EM,
og tessvegna fáa Føroyar
sjálvar evropameistararnar
á vitjan, tá ið Portugal vitjar
á Tórsvølli 10. oktober.
At 24 lond tóku lut merkir
eisini,
at
dystartalið
í
kappingini var tað hægsta
nakrantíð - 51. Tó var talan
um eitt málfátækt endaspæl,
tí at í hesum dystum blivu
bert skorað 108 mál, ið er
2,12 mál fyri hvønn dyst.
Sostatt var í miðal 44
minuttir ímillum hvørt mál.
Liðið,
ið
skoraði
flest
mál í endaspælinum, var
Frakland,
sum
skoraði
13 mál í sjey dystum - 1,86
mál fyri hvønn dyst. Ísland
var liðið, sum skoraði fjórð
mest mál fyri hvønn dyst,
tí at í sínum fimm dystum
skoraðu íslendingar átta
mál - 1,6 mál fyri hvønn dyst.
Toppskjútti í kappingini
gjørdist franski Antoine
Griezmann, sum seinastu
mánaðirnar
hevur
verið
so óheppin at tapt bæði
Champions League-finaluna
við
Atlético
Madrid
og
EM-finaluna.
Griezmann
skoraði seks mál í hesum
endaspælinum.
Síðani
vóru heili seks leikarar, ið
skoraðu trý mál og mugu
deilast um annað plássið
á
toppskjúttaralistanum.
Teir eru Cristiano Ronaldo,
Olivier
Giroud,
Dimitri
Payet,
Gareth
Bale,
Nani og Álvaro Morata.
Flest upplegg í kappingini
høvdu Eden Hazard hjá
Belgia og Aaron Ramsey
hjá Wales. Teir løgdu báðir
upp til fýra mál í part.
Málmaðurin, ið hevði flestar
bjargingar í endaspælinum,
er ikki nakar, sum er í
evropeisku
elituni
ella
spældi allar sjey dystirnar
í endaspælinum. Tað var
nevniliga íslendski Hannes
Halldórsson, ið til dagliga
spælir við ongum øðrum
enn
norska
Bodø/Glimt,
sum í sínum fimm dystum
hevði 27 bjargingar. Tað
var klárt mest, tí at næstir
honum
í
røðini
koma
Thibaut Courtois hjá Belgia
og nýggi evropameistarin
úr Portugal, Rui Patricio, ið
báðir høvdu 20 bjargingar.
18 ára gamli Renato Sanches
hjá Portugal, ið er blivin
ákærdur fyri at vera 23 í
veruleikanum, varð valdur
til besta unga leikara í
EM-endaspælinum. Sanches
hevur veruliga fingið sítt
gjøgnumbrot
í
Benfica
í farna kappingarári, og
hetta hevur viðført eitt
skifti til Bayern Múnchen.
HONDBÓLTUR
Føroyska U18-landsliðið hjá
kvinnum luttók í farnu viku
í European Open kappingini,
sum varð hildin í Göteborg
í Svøríki. Tilsamans tóku 18
lond lut, og Føroyar endaðu
nummar 14 av hesum 18
londum. Føroysku genturnar
spældu
seks
dystir,
har
tríggir blivu vunnir, meðan
tríggir
somuleiðis
vórðu
taptir. Seinasti dysturin varð
spældur fríggjadagin, tá ið
íslendska brøðratjóðin bleiv
ein ov stórur biti at svølgja
– Ísland vann 17-15 ímóti
Føroyum.
Føroysku úrslitini vóru
hesi:
Føroyar – Spania 12-19
Føroyar – Kekkia 12-11
Føroyar – Russland 10-22
Føroyar – Eysturríki 27-16
Føroyar – Montenegro 17-12
Føroyar – Ísland 15-17
SVIMJING
Ungir, føroyskir svimjarar
hava í farnu viku luttikið í
evropeisku juniormeistara
stevnuni, sum hevur verið
hildin í ungarska býnum
við
snøgga
navninum
Hódmezővásárhely. Serliga
var tað Sára Ryggshamar
Nysted úr Suðuroyar Svimji
felagi, ið skaraði framúr, tí
at fyrstu tríggjar dagarnar
eydnaðist tað henni at seta
eitt met um dagin. Fjórða
og síðsta svimjidagin, ið var
leygardagin, var tað Marius
Ihlen Garðshorn úr Havnar
Svimjifelagi, sum setti nýtt
met í 800 metra frísvimjing
við tíðini 8:24.90.
TENNIS
Kvinnuliga
tennistjørnan,
Maria Sharapova, fer ikki
at
luttaka
í
Olympisku
Leikunum í ár. Orsøkin er,
at russiski tennisleikarin
er blivin dømd tvey ára
leikbann
fyri
doping.
Sharapova kærdi hendan
dóm til altjóða ítróttar
dómstólin, CAS, við tí vón, at
hon kundi sleppa at luttaka í
OL. CAS hevur nú kunngjørt,
at dómurin hjá Sharapova
verður
ikki
viðgjørdur
fyrr enn 19. september, og
sostatt stendur upprunaliga
dómurin við mát inntil tá.
SÚKKLING
Tour de France 2016 er blivið
eina stjørnu fátækari. Tað
er greitt eftir, at spanski
Alberto
Contador
hevur
takkað fyri seg í kappingini
eftir 9. etapu, ið varð súkklað
í gjár. Tað var meir enn 100
kilometrar eftir av etapuni
í gjár, tá ið Contador kendi
seg noyddan at geva skarvin
yvir og steðga at súkkla.
Contador var óheppin í
teimum fyrstu døgunum av
Tour de France, tá ið hann
datt tvær ferðir. Skaðarnir,
ið
fallini
hava
viðført,
hava verið so álvarsligir, at
Contador ikki súkklar meir í
Tour de France í ár.
Ein margháttilig hending
var í 8. etapu leygardagin,
tá ið bretski Chris Froome
slóð
ein
kolumbianskan
áskoðara, ið rann við síðuna
av súkklarunum. Revsingin
er, at Froome skal gjalda
200 schweiserfranc í bót -
hetta er Umleið 1400 krónur.
Við
Sky
Sports
sigur
Froome, at hann vil heita á
allar áskoðarar at lata vera
við at renna við síðuna
av súkklarunum, tí at tað
kann
blíva
vandamikið
fyri
bæði
súkklararnar
og
áskoðaran
sjálvan