mánadagur 11. juli 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað vera nýklaktir evropameistarar úr Portugal, sum í oktober koma
til Føroyar at spæla landsdyst. Sunnukvøldið vann Portugal fyri fyrstu
ferð í søguni eitt stórt steyp í altjóða fótbólti. Teir vunnu finaluna
1-0 móti Fraklandi á Stade de France leikvøllinum í París
EVROPAMEI
Andre Olsen
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
eydnaðist tað sunnukvøldið
Portugal at vinna eina stóra
altjóða kapping í fótbólti.
Portugal vann EM finaluna
móti Fraklandi 1-0 við máli
frá áleyparanum, Eder, sum
hann skoraði í longdu leik
tíðini av dystinum.
Tað vera tí nýklaktir
evropameistarar úr Portugal,
sum í oktober koma til
Føroyar at spæla á Tórsvølli.
Sjálv finalan var annars
ikki tann stóra fótbóltsliga
upplivingin, tí lítið av undir
haldið var í dystinum. Bæði
liðini dugdu væl at verja og
vóru varin við at leggja ov
nógv fyri.
Størsta søgan frá finaluni
var hon, at stóra stjørnan
á
liðnum
hjá
Portugal,
Cristiano Ronaldo, noyddist
av vøllinum tíðliga í dystinum
við skaða sum tóktist at vera
álvarsamur.
Spældi væl av við
tryggleikanum
Undirritaði var sjálvur í
Fraklandi ein part av EM
endaspælinum, har eg eisini
sá dystin millum Frakland og
Ísland beinleiðis.
Tað
merktist
týðiliga
beinavegin, tá tú komst til
Fraklands, at teir vóru vertir
fyri endaspælinum. Hýrurin
millum fólk á gøtuni var
fyri tað mesta um fótbólt,
har áskoðarar frá teimum
ymisku londunum av álvara
settu dám á við sangi og
góðum lag.
Serliga norðurírsku áskoð
ararnir settu sín dám á, tí
sangurin hjá teimum um
Wigan áleyparan, Will Grigg,
»Will Grigg is on fire!«, er
vorðin ein landaplága runt
alt Evropa hesar seinastu vik
urnar.
At Frakland hevur verið
fyri tveimum yvirgangsat
sóknum seinastu tvey árini,
merktist eisini væl. Runt í
býnum í París vóru ein rúgva
av løgreglufólki, sum hildu
strangt eftirlit við øllum tí
sum fór fram.
Eisini á Fanzone økinum
beint við Eiffel tornið í París,
har áskoðarar frá teimum
ymisku londunum samlað
ust, var tryggleikin óvanliga
stórur. Ein skuldi bíða leingi
uttan fyri áðrenn man slapp
inn á økið, tí man skuldi
ígjøgnum security heili tvær
ferðir, áðrenn man kom inn
á fanzone.
Tað sama var galdandi á
Stade de France leikvøllinum
í París, tá Frakland og Ísland
spældu.
Tó er gleðiligt at trygg
leikin
í
Fraklandi
undir
endaspælinum var so mikið
góður, at alt spældi væl av nú
tá kappingin er liðug.
Dygdin í kappingini
var eitt kjak
Merkisvert við endaspælin
um hesaferð var, at hetta var
fyrsta ferðin, at 24 lið luttóku
undir EM endaspælinum.
Ongantíð áður hava so
nógv lið luttikið, og elvdi
hetta til nógv kjak undir
endaspælinum, hvørt hetta
var ringt ella gott fyri kapp
ingina.
Tað vóru blandaðar mein
ingar um tað. Meðan summi
hildu at munurin millum
londini í summum dystum
var ov stórur, og har tey
smærru londini meira vóru
við fyri at pakka seg niður
í staðin fyri at spæla álops
fótbólt, so vóru tað onnur,
sum eisini hildu tað vera
sjarmerandi, at tað bar til hjá
teimum smærru londunum
at arga tey størru so mikið,
sum tey gjørdu.
Eisini var ein av jaligu
afturmeldingunum at fót
bóltsáhugin runt í Evropa
var nógv størri undir EM
endaspælinum hesa ferð, nú
tá uppaftur fleiri lond enn
vanligt kendu seg eiga ein
part av endaspælinum.
Millum annað í Íslandi,
har
vanligi
gerandis
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR