Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 dagurin hjá fólki mestsum steðgaði upp undir enda­ spæl­in­um, tí fólk vóru so mikið upptikin av fótbólti, og har ikki færri enn 10.000 íslendarar vóru millum áskoðar­ar­nar í Frak­landi, sum er óhoyrt fyri eitt so lítið land. Tó vóru fólk samd um at samlaða dygdin undir kapp­ ingini var eitt vet undir tí sum hon vanliga eigur at vera undir eini kapping, tá so nógv lond luttóku, og at undir­halds­virðið í fleiri av dystunum var undir tað, sum tað vanliga plagar at vera til tílíkt endaspøl. Tey smáu gjørdu um seg Tað vóru serliga fleiri av teimum smærru tjóð­un­um sum tóku fólk á bóli undir enda­spæl­in­um. Undan kapp­ ing­ini vóru tað fá sum vænt­ aðu at Ísland kundi koma víðari úr bólk­in­um, og at teir kundu vinna móti einum so stórari fót­bólts­tjóð sum Onglandi í áttanda­parts­ finaluni. Men tað gjørdu teir. Teir vóru tí eisini ímyndin av hesum endaspælinum, har teir í Fraklandi fingu virðing frá øllum teimum ymisku fót­bólts­áskoðarun­um sum vóru har. Sjálvt eisini millum ong­ lending­ar, sum sjálvir vóru út­slignir av Íslandi, var sagt at teir høvdu ynskt at enska fót­bólts­lands­lið­ ið hevði tann sama felags­ andan sum íslendska lands­ lið­ið hevði, og at ensku leik­arar­nir høvdu spælt við tí sama stóra hjartan­um, sum íslendsku leikararnir spældu við, tí teir stríddust allir sum fyri lívinum undir enda­spælinum. Eisini Wales vann nógv hjørtu undir endaspælinum í Frak­landi. Undan kappingini vistu fólk væl, at Wales hesa ferð hevði eitt tað besta lands­liðið í longri tíð, har profil­ar sum Gareth Bale og Aaron Ramsey hava lyft walisiska landsliðið nógv støðir upp um tað, sum tað vanliga hevur verið kent fyri. Hetta sást eisini aftur í undankappingini, tá Wales sannførandi spældi seg til EM endaspælið. Men fá høvdu væntað, at tað kundi røkka so langt, sum tað gjørdi hjá Wales. Wales spældi seg heilt til hálv­ finaluna, har teir vóru út­ slignir av evropa­meistarun­ um úr Portugal. Størsta jaliga upplivingin undir enda­spæl­ inum var tí at tað eydnaðist so mikið væl hjá fleiri av teimum smærru londunum. Hetta vísir tí at tað helst ikki var so skeivt at økja talið av lut­tak­andi lond­un­um uppá 24 lond, sum eisini kemur at vera ein stórur fyri­mun­ur fyri Føroyar, um gongd­in seinastu árini kemur at halda fram við somu ferð, sum hon hevur gjørt. Sjálvrannsakan í Onglandi Sum vanligur siður er í eini slíkari kapping, var Ongland tað størsta vónbrotið av teimum stóru londunum sum lut­tóku. Seinastu nógvu árini hava vónir­nar til enska lands­liðið verið høgar undan hvørjum enda­spælið, men tað vísir seg at vera sama søgan hvørja­ferð. Hesa ferð reyk Ongland skuffandi út móti Íslandi, hóast teir í bólkaspælinum høvdu víst fínar taktir. Tað var eitt sindur óvæntað, at tað skuldi ganga so illa hjá Onglandi, tí upp­ taktin undan kappingini var góð. Ongland end­aði greitt á einum fyrsta plássið í sínum bólki í undan­kapp­ing­ini, og venjing­ar­dyst­ir­nir undan enda­spælinum gingu væl. Skuffandi úrs­lit­ið hjá O n g ­l a n d i undir EM fekk eisini Roy Hodg­son til at siga starv­ ið hjá sær upp bein­t eftir at dyst­ur­in móti Íslandi var spæld­ur. Í Onglandi verður dúgliga kjakast nú, hvør skal loysa Roy Hodgson av. Eisini fer ein sjálv­rann­ sakan fram í Onglandi, har fólk nú halda at enska lands­liðið ikki er betri enn eitt miðal gott fótbótlslandslið, og at teir tí ikki skulu hava ein topp venjara inn at venja enska lands­ liðið, men heldur skulu hava ein venjara við góðum úrs­ litum frá einum liðið sum hevur verið undir­tippað. Fleiri meta hetta vera rætta vegin fyri enska lands­ liðið tey komandi árini, og tí er Bournemouth venjarin, Eddie Howe, heldur óvæntað størsti favoritturin til at yvirtaka venjarastarvið á enska landsliðnum eftir Roy Hodgson. Nakað sum tó ikki er greitt enn. Eitt annað minni vón­brot var eisini undan­farnu evropa­meist­ ararnir úr Spania, sum eisini ruku út úr áttanda­parts­ final­uni. Í mun til Ongland var kata­strof­an ikki líka stór fyri Spania, tí Spania hevði á pappírinum mun­ andi harðari mót­støðu enn Ongland, tá teir møttu Italia. Hóast avrikið í dystinum hjá Spania móti Italia var skuffandi, so vísti Spania fínar taktir í bólka­spælin­ um, og tóktist tað tí ikki at vera eitt líka so stórt vónbrot millum spaniólar at teir ruku út, sum millum onglendarar. Ikki størsta fótbóltsliga upplivingin Samanumtikið fer EM enda­spælið í Fraklandi í søgu­bøkurnar fyri tað, at Portugal fyri fyrstu ferð nakrantíð vann eitt týðandi altjóða steyp í eini fótbóltskapping, og at Ísland og Wales framdu tað sum øll onnur lond undan kappingini høvdu væntað vera ómøguligt. Fótbóltsliga var enda­ spælið ikki tann størsta upp­ livingin sum higartil hevur verið, tí fáir dystir vóru minniligir undir kappingini. Um fýra ár verður EM enda­spælið aftur. Tað verður tá í full­komiliga nýggjum hami, har dystirnir vera spældir runt ymsastaðni í Evropa. Millum annað vera dystir leiktir í Parkini í Keyp­ manna­havn, meðan finalan verður leikt á Wembley leik­ vøllinum í Onglandi. FSF forsetin, Christian Andreassen, segði eftir úti­ sigurin móti Grikkalandi í november 2014, at mál­ setning­urin hjá Føroyum nú var at spæla seg til EM enda­ spælið í 2020. Um tað fer at eydnast, vil bara tíðin vísa. Livst so spyrst! STARAR TIL FÓTBÓLTUR