mánadagur 11. juli 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fýra føroysk feløg úti í fyrsta umfari í Evropa
fótbólti. Ein sigur, ein javnleikur og seks taptir dystir.
Føroyskur fótbóltur fær nú kapping frá Gibraltar
á styrkilistanum, og tað kann kosta eitt pláss í
Evropa í framtíðini. Føroyskur fótbóltur stendur
ikki mát við evropesisku avbjóðingarnar í løtuni
Tróndur Arge
Annað árið upp í slag stendur
føroyskur
fótbóltur
eftir
við ongum í Evropa. Átta
uppgerðir eru taptar og tað
sæst aftur á styrkilistanum
hjá UEFA. Í ringasta føri
kunnu vantandi úrslitini hjá
føroysku feløgunum gera, at
vit detta afturum Gibraltar á
styrkilistanum. Revsingin er
eitt pláss færri í Evropa, sum
aftur merkir at færri pengar
koma í føroyskan fótbólt.
Munurin er ikki
dómarin
Í øllum fýra uppgerðunum í
Evropa í ár, hevur dómarin
verið fyri atfinningum í
minst øðrum av dystunum.
Serliga her á heimavølli
hava spælarar, venjarar og
fjølmiðlar funnist at týðandi
dømingum, sum ikki hava
verið til okkara fyrimun.
Tað er bara ein partur av
søguni, men eitt nú HB og
B36 høvdu fleiri møguleikar
at skjóta mál, sum helst
høvdu
verið
avgerandi.
B36 bæði á heimavølli og á
Malta, meðan HB fekk risa
møguleika at leggja seg á
odda móti FC Levadia.
Fyri Víking og NSÍ er
støðan
kanska
í
størri
mun,
at
mótstøðuliðini
vóru sterkari, men eisini
at avrikini ikki vóru á nóg
høgum stigi. Eitt nú kundi
Víkingur verið aftanfyri 4-0
í hálvleikinum í Lettlandi,
meðan NSÍ er uttan kanska
týdningarmiklasta spælara,
tá teir skulu takast við
hvítarussiskt topplið.
Bæði vóru eisini fyri
vánaligari døming, men tað
er ivasamt hvussu oftani NSÍ
og Víkingur høvdu vunnið
eina slíka uppgerð uttan at
yvirprestera.
Tað er fair nokk, at bríksla
onkrum av dømingunum.
Bæði HB og B36 kundi fingið
brotsspark, ið hevði muna
nógv í samanteljingini.
Hini taka av
ítróttar Sosialurin hevur lagt
nógv fyri, at fylgja føroysku
liðunum í Evropa í ár. Her
hevur verið afturgangandi,
at øll fýra hava fyrireikað seg
væl seinastu vikuna undan
dystinum. Øll hava ferðast
skilagott eftir umstøðunum,
og leiðslurnar í feløgunum
tykjast vekta Evropa-fótbólt
høgt.
Tað vísur seg tó, at vit
í føroyskum fótbólti ikki
standa heilt í mát við mót
støðuliðini í løtuni. Nú
skal
hetta
ikki
skiljast
sum beinleiðis kritikkur
av B36, men sum tvífaldir
meistarar, so hava teir verið
í Champions League tvey
ár upp í slag. Í fjør taptu
teir rímiliga greitt fyri New
Saints úr Wales, meðan tað
í ár bleiv akkurát ov lítið
til at koppa maltesiska
Valletta.
Tá
B36
er
tvífaldur
meistari, so er tað yvir
leggjarin í føroyskum fót
bólti í løtuni. Tað vil somu
leiðis
siga,
at
føroyski
meistarin
seinastu
tvey
árini
ikki
er
betri
enn
meistaraliðið í Wales og
Malta, har bæði feløgini
eru
í
uppstartinum
til
nýtt kappingarár, meðan
føroyska liðið er mitt í sínum
kappingarárið. Heldur ikki
við tí fyrimunin, so megna
føroysku liðini at vinna seg
víðari í løtuni.
Meðan B36 í fjør helst
tapti móti væl betri mót
støðu, so var at kalla ongin
munur millum B36 og Vallett
– uttan at Valletta skoraði
upp á ein av sínum møgu
leikum á útivølli, meðan B36
ikki kláraði tað sama, hóast
fýra stórar málmøguleikar
á Malta.
Hvat vilja vit?
Um vit hyggja at mótstøðuni,
sum føroysku liðini hava
spælt móti, so er afturgang
andi at tey hava ikki blað
ungar spælarar á vøllinum.
Tað síggja vit hinvegin oftani
á føroysku liðunum.
Her
útmerkaði
HB
seg við at hava tveir 18
ára gamlar, og ein 17 ára
gamlan í fremstu rekkju til
dystirnar móti FC Levadia
Tallinn. B36 hevur eisini
eina miðverju, har báðir
hava U21 landsliðsaldur. Tað
er eisini ungur aldur fyri
tveir miðverjar. Somuleiðis
skifti B36 í Pæturi Petursen
og Hannisi Agnarsson blað
ungar spælarar inn. Teir eru
ávikavist 17 og 18.
Tað er hugaligt at okkara
ungu spælarar standa seg so
væl. Serliga teir hjá HB og
Hannis Agnarsson gjørdu
stóran mun á vøllinum,
meðan Pætur Petersen kom
seint á vøllin.
Miðalaldurin hjá B36 tá
dysturin í Gundadali byrjaði
var 24,4, meðan maltesiska
mótstøðuliðið
hevði
ein
miðal aldur á 29,1. Her
lækkaði miðalaldurin hjá B36
til 21,5 í seinna hálvleiki.
HB hevur ein miðal aldur
sum er 23,5 móti Levadia,
sum tó eisini hevði onkrar
ungar spælarar við. Miðal
aldurin hjá teimum var 24,3.
Tað er hugaligt, at vit í
Føroyum
brúkar
nógvar
ungar spælarar, men eru vit
so aftur har, at vit eru við
fyri at læra?
Aldurin ikki
avgerandi – men?
Aldurin er ikki avgerandi fyri
hvussu væl eitt lið spælir,
men royndir og samanspæl
ing er ein týðandi partur av
fótbólti.
Í áltjóða fótbólti kundu tí
nevnt Manchester United,
sum við eini afturvend
andi stammu á lið við 92
flokkinum setti seg tungt á
Premier League. Nýggjasta
dømi er FC Barcelona, sum
hevur havt fleiri spælarar,
ið hava verið uppvaksnir í
felagnum og hava verið við
meginpartin av gylta tíðar
skeiðnum síðani 2006.
Tá vit tosa Evropa-fótbólt
í Føroyum, so er Víkingur
besta dømi. Teir settu met í
2014, tá teir vunnu seg til 3.
umfar í Europa League. Liðið
telur ein verjupart, ið hevur
spælt saman at kalla øll
árini Víkingur hevur verið
til síðani 2008. Tað vísur seg,
at tað er slíkt í skal til.
Tað
mekrir
ikki,
at
føroysku liðini ikki skulu
brúka ungar spælarar, men
tað er vert at hugsa um hvar
okkarar spælarar blíva av,
sum eru í »besta« fótbólts
aldri. Tað eru ov fáir av
teimum eftir, tá teir skulu
skulu toppa. Eitt gott dømi er
Sølvi Vatnhamar, sum hevur
áhaldandi spælt fótbólt og
ikki fyrr enn í seinnu hálvu
av tjúgunum síggja vit hann
toppa.
Spælarar blíva vekk
– 8 ella 12 lið?
Tað
er
nógv
dømi
um
spælarar, sum feløg og Fót
bóltssambandið hava brúkt
nógva tíð upp á at uppala,
men sum ungir flyta av
landinum í eitt nú lestrar
ørindinum, og ikki venda
aftur sum fótbóltsspælarar.
Alt gott um at lesa víðari
uttanlands, men tað kann
avgjørt hugsast, at um fleiri
av hesum spælarum spældu
í føroysku kappingini longri,
so hevði hon verið meiri
kappingarfør.
Ein tann besti dysturin
eg havi sæð millum tvey
føroysk lið, var steypafinalan
í 2014 millum Víking og HB.
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
ÚTI AV EVROPA
Mynd: Álvur Haraldsen