mánadagur 11. juli 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Her var talan um tvey væl
mannaði lið við fleiri lands
liðsspælarum.
Ein
slíkur
dystur er avgerandi fyri, at
okkara spælarar mennast til
at kunnu koppa Valletta, FC
Levadia og teirra líkum.
Eg skilji argumentið við at
økja Effo-deildina til tólv lið,
men eg ræðist tankan um,
at vit fáa ovn ógvar dystir,
har spælararnir ikki verða
trýstir til at levera á høgum
stigi.
Tú kanst altíð siga, at
um vit økja talið, so blíva
nummar 11 og 12 eisini betri
við tíðini, men kappingin í
løtuni vísur, at tað skulu tvey
topp fimm lið til, fyri at fáa
ein góðan kappingarføran
dyst eftir føroyskum máti
stokki. Og tá er tað ikki ein
gongd altíð nokk.
So vit hava tvey ting
at taka støðu til. Skal FSF
framhaldandi
blíva
við
at gera íløgur í spælarar,
sum heilt eygsæð flyta av
landinum í lestrarørindum,
tá teir eru fyrst í tjúgunum.
Flestu teirra enda við at
spæla ÍF Føroyar fótbólt, og
fáir av teimum koma aftur
til Føroyar sum spælarar, ið
kunnu gera mun í føroysku
kappingini.
Hin avbjoðingin er finna
útav hvør kappingarleistur
gagnar føroykum fótbólti
best. Er Effo-deildin fyri øll,
ella skulu vit krevja meiri,
men harvið eisini gera tað
ótrúliga torført fyri tey
smærru feløgini at fáa lut í
bestu deildini?
Feløgini og FSF mugu
ganga á odda
Føroyskur fótbóltur stendur
á
einum
vegamóti.
Vit
hava flutt okkum langt og
føroyskir fótbóltsspælarar
eru í dag væl betri fyri, enn tá
vit byrjaðu í altjóða fótbólti.
Tað er tíðarkrevjandi og til
tíðir strævið at vera fót
bóltsspælari
í
Føroyum,
men hóast vit bæði hava
flutt okkum og tað er hart
at verða fótbóltsspælari, so
eru vit ikki komin líka langt
sum eitt nú liðini á Malta og
Lettlandi.
Tá
pengar
komu
í
føroykan fótbólt var eitt
argument,
at
so
kundi
spælarar eisini taka sær frí
frá arbeiði, tá brúk var fyri
tí. Hetta tykist ikki verða
praktisera eins nógv og
ætlanin var, men heldur er
talan um eina síðu inntøku.
Nú er upp til feløgini at
krevja meiri spælarunum
– um vit vilja koma eitt fet
víðari. Feløgini mugu til at
krevja meiri av spælarunum
og
teirra
venjingarstøði.
Millum annað hevur verið
nevnt at í eitt nú Íslandi
arbeiða
fótbóltsspælarar
nærmari hálva tíð, so teir
eru betri fyri og kunnu venja
tíðliga seinnapart ein til tveir
dagar um vikuna.
Tað hevði eisini givið
teimum
meiri
frítíð
og
vónandi ein meiri ítróttar
vinarligan dag, soleiðis at
venjingarstøðan betrast.
Eitt annað kundi verið,
at myndugleikin kom við
einum tilboðið til miðnáms
næmingar um at taka eitt
nú student yvir fýra ár,
har fótbóltur – og annar
ítróttur – verður partur av
útbúgvingini, sum vit kenna
tað aðrastaðni frá. Eisini
frálíka tiltakið hjá skúlanum
á Fløtum við fótbóltsskúla er
vegurin fram.
Málið er at blíva betri
Vit kunnu klappa hvørjum
øðrum á ryggin og siga, at
Føroyar er í framgongd.
Bæði á landsliðnum og í lið
fótbólti, tí venjingarstøðan
hjá
hvørjum
einstøkum
spælarar blívur betri stig
víst.
Hinvegin, so er veruleikin,
at vit venja ikki eins nógv
og kappingarneytarnir. Tað
gera íslendingar. So mugu
vit spyrja okkum sjálvi hvat
tað er vit vilja. Tí skulu vit
blíva betri, so skal meiri til –
men tað setur eisini krøv til,
at vit betra umstøðurnar at
blíva betri í.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
– OG HVAT SO?
Mynd: Sigmar Mørkøre