mánadagur 11. juli 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
Jóannes Hansen
Tað vendi nógv øðrvísi á
vestanstevnu, enn tað hevur
gjørt higartil í hesum kapp
róðrarárinum. Favorittarnir
fullu sum flugur.
Teistin vann kappingina
millum
5-mannafør
við
kvinnum fyri fyrstu ferð
síðani
á
norðoyastevnu,
Hvessingur vann kappingina
millum
6-mannafør
við
monnum, sum Smyril annars
hevði vunnið fult stigatal
í, Tjaldrið vann kappingina
millum
5-mannafør
við
dreingjum, sum Fípan Fagra
vann á jóansøku í Vági, og
Argjabáturin
hótti
leingi
Nevið Reyða, sum tó vísti
seg at vera suverenan í enda
spurtinum.
Og so var tað stóra
finalan í kappingini millum
10-mannaførini. Í onkrum
av undanfarnu róðrunum
hevur tað kenst vera upp
takt til, at onkur kundi fara
at hótta Eysturoying. Bæði
Havnarbáturin og Ormurin
Langi hava ligið framvið,
uttan at sigurin er vorðin til
veruleika.
Í Sørvági var tað Drekin
Reyði, ið var fyrstur á mál í
so spennandi, skiftandi og
fjøltáttaðari kapping millum
fýra 10-mannafør, sum tað
sjáldan ella ongantíð er sætt
áður.
Síðani
kappróðurin
leygardagin hava fleiri í
sosialu miðlunum víst á, at
tað royndist best hjá bátun
um, ið vóru nærri sunnara
landinum. Orsøkin var eyð
sýnd. Fríska lotið lá út eftir
fjørðinum, og harvið var
lívdin størri hjá teimum
syðru á, meðan teir nærri
Bíggjarlandinum
vóru
meiri í andglettinum, har
sjógvurin fyrra partin av
teininum var óslættari, enn
hann var hjá hinum.
Kann brúkast í
Vestmanna
Manningar hjá Argja Róðrar
felag stóðu seg betri leygar
dagin, enn tær hava gjørt
fyrr í ár. Kvinnurnar um
borð á Teistanum endur
tóku sigurin, sum tær vunnu
á
norðoyastevnu.
Inntil
leygardagin var hetta einasti
sigurin í FM kappingini,
sum bátur av Argjum hevði
vunnið higartil í ár.
Tí var tað einki at siga til,
at tað var fagnaður á Argjum
og í neystinum, tá ið bátar og
manningar um nátturðatíð
vóru aftur á Argjum.
Argjabáturin hevur altíð
verið flaggskipið hjá argja
monnum, og Argjabáturin
hevur vunnið nógv. Tað
hevur kenst sum dyggur
smeitur, at tað hevur gingið
so striltið hjá 8-manna
farinum higartil í ár. Leygar
dagin
fegnaðust
tey
á
Argjum um, at tað á Sørvági
eydnaðist
Argjabátinum
at vera við til at seta dám á
róðurin og leingi at liggja á
odda. Vónir eru um, at tað
eisini hjá Argjabátinum skal
vignast betri í Vestmanna og
á ólavsøku, enn tað higartil
hevur gjørt.
Óla Hendrik á Fløtum er
formaður í Argja Róðrar
felag, og hann er báts
formaður
á
Drekanum
Reyða. Honum líkar væl, at
tað verður tosað nógv og
skrivað um, at umstøður
nar ikki vóru tær somu hjá
øllum at rógva á Sørvági, og
at líkindini áttu stóran lut í,
hvørjir bátar struku avstað
við sigrunum:
– Fyri okkum var hetta
sera kærkomin sigur. Vit
hava arbeitt nógv, og hóast
vit á jóansøku endaðu á
fjórða plássi, og sjálvandi
vóru sera vónbrotnir um úrs
litið, so vóru vit nøgdir við
avrikið, og vit hildu okkum
hava grundaða vón um, at
tað kundi eydnast á Sørvági,
sigur Óla Hendrik av Fløtum,
og hann heldur fram:
– Vit kunnu ikki renna
undan, at náttúran spælir
inn og hevur ávirkan í kapp
róðri, og at tað ber ymsar
fyritreytir við sær.
Men eg eri fullvísur í, at
tá ið tað nú er so stórt fokus
á, at tað vóru umstøðurnar
og líkindini, ið vóru orsøk
til, at vit vunnu, so fer hetta
at bera við sær, at okkara
manning verður uppaftur
meiri uppsett nú leygardagin
í Vestmanna, og fer at leggja
uppaftur meiri í fyrireiking
arnar fyri at vísa, at tað ikki
bara er tilvildin, sum er or
søk til, at vit vóru við aftur
í kappingini um fremsta
plássið.
– Tá ið vít fóru um málið
høvdu vit kenslu av, at vit
vóru væl við. Vit hoyrdu
stýrimannin
á
Orminum
Langa rópa á sínar menn, at
teir høvdu vunnið. Henda
løtan, meðan tað verður
bíðað, er ógvuliga spenn
andi. Vit skiltu á lagnum, at
úrslitið var greitt eina løtu,
áðrenn at vit fingu greiðu á,
at vit høvdu vunnið, og sjálv
andi kendist fagnaðurin og
lættin at vera øgiliga stórur.
Jannie hevur lagt lag á
Teir umborð á Drekanum
Reyða eru rættiliga royndir
rógvarar, og teir hava vunnið
nógv. Teir flestu hava róð
saman síðani 2010, og teir
hava vunnið FM við Lómi í
2012, Argjabátinum í 2013 og
við Drekanum Reyða í 2014,
og í fjør vóru teir við í FM
kappingini inntil síðsta takið
í ólavsøkuróðrinum.
Óla Hendrik av Fløtum
heldur seg vita, hví tað ikki
hevur gingið so væl í ár:
– Tað snýr seg um svongd
DREKIN REYÐI FANN
AFTUR TIL RÓTINA
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KAPPRÓÐUR
Bátsformaðurin vónar, at tað verður sagt og skrivað
nógv um, at tað vóru umstøðurnar, ið bóru sigurin
á Sørvági við sær, tí tað roknar hann við fer at øsa
hansara menn at vísa nýtt vinnaraavrik í Vestmanna
VESTANSTEVNURÓÐUR