Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Teir báðir 16 ára gomlu føroyingarnir, Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason, vóru um reppið at gerast týskir meistarar við týska stórfelagnum, Flensburg- Handewitt, fyri einum mánaði síðani. Í samrøðu við Sosialin siga ungu, evnaríku, føroysku hondbóltsleikararnir, at teir hava stórar framtíðarætlanir við hondbólti ÆTLA SÆR Á BE Neli Heldarskarð Føroyskur hondbóltur hevur staðið í rúkandi menning seinastu árini. Ung­dóms­ landslið hjá bæði kvinnum og monnum hava staðið seg væl úti í heimi, har úrslitini hava verið heilt góð. Eisini hava føroysku hond­bólt­fel­øg­ini lagt størri orku í menning av ung­dóms­ leik­ar­um enn áður. Hetta hevur givið best úrslit í H71, sum í farna hond­ bólts­kappingar­árið vann heili átta av níggju møgu­lig­ um ung­dóms­steypa­finalum. Tað eru eisini tveir hoy­vík­ ing­ar, ið sum teir fyrstu før­ oy­ing­ar­nir nakran­tíð, spæla við týska Flens­burg-Hande­ witt. Ungdómsvenjarin fekk royndarvenjing í lag Teir eita Brandur Halgirsson og Hørður, og eru teir báðir føddir í 1999. Brandur er vinstri bakkur og play­ makari, meðan Hørður stend­ur í mál. Gjøgnum teirra ung­dóms­ár hava teir altíð verið ímillum bestu leik­ar­ar í H71, og hetta fekk danska ung­dóms­venjar­an í felagnum, Mark Lausen- Marcher, at royna at hjálpa dreingjun­um at røkka enn longur á hond­bólts­leiðini. –  Okkara venjari í H71, Mark Lausen-Marcher, kendi ein mann úr ung­dóms­deild­ ini hjá Flensburg-Handewitt. Teir tosaðu síðani saman, og tað endaði við, at vit fóru til royndar­venjing í Flensburg- Hande­witt í februar í fjør, har vit vandu við í fýra dagar. Tríggjar vikur seinni fingu vit so at vita, at vit høvdu staðið okkum so­mikið væl í royndarvenjingunum, at teir vildu hava okkum at halda fram, sigur Hørður Trygvason. Síðani spældu Brandur og Hørður kappingar­árið liðugt við H71, áðrenn teirra hond­ bólts­ævintýr í Týsk­landi byrjaði eftir summar­steðgin. Hart at byrja Onki er at siga til, at tað kann tykjast hart fyri tveir 16 ára gamlar tannáringar at flyta til eitt nýtt land, har eitt nýtt mál eisini skal lærast uttanat. Men evnaríku hond­ bólts­úr­mælingarnir leggja dent á, at ein venjingarlega hjálpti við at fella til í felagnum. – Tað var rættiliga hart í byrjanini. Men stutt eftir, at vit vóru komnir, fór alt U16- liðið til Norra á venjingar­ legu. Hendan venjingar­leg­an hjálpti sera nógv og gjørdi tað nógv lættari at blíva slúsaður inn á liðið, sigur Brandur Halgirsson, ið er sonur fyrrverandi stór­spæl­ ar­an og venjaran hjá H71, Halgir Dahl Olesen. Føroyingarnir báðir trív­ ast tó væl í Flensburg, sum er í norðasta partinum av Týsklandi – tað tekur bert 10 minuttir at koyra til danska markið frá býnum. Orsakað av stuttu frá­støðu­ ni hevur tað borið til hjá teimum at gingið í donskum 10. flokki seinasta árið, ið tó hevur verið innanfyri týska markið. Og týska málið duga teir at tosa flótandi í dag. Mundu vunnið týska meistaraheitið Ítróttarliga hevur tað somu­ leiðis gingið sera væl í hond hjá ungu hoyvíkingunum. Teir greiða soleiðis frá teirra leiklutum á U16-liðnum hjá Flensburg-Handewitt. –  Eg havi skift nógv við annan málmann, og seinastu tíðina hevði hann yvirtakið ímóti mær. Men eg koyri á víðari. Tað er nú eiheldur tað ringasta at standa aftan­ fyri tann málmannin, sum er framman­fyri meg, sigur Hørður Trygvason. Mál­ maður­in, ið Hørður til tíðir hevur staðið í skugganum hjá, er næstan tveir metrar høgi Johannes Jepsen, ið eisini er mál­maður á týska U16-lands­liðnum.  –  Eg eri fastur maður á vinstra bakki og spæli inni hvønn dyst, sigur Brandur Halgirs­son. Tað gekk sera væl hjá U16-liðnum hjá Flensburg- Hande­witt í farna kappingar­ ári. Fyrst vunnu føroying­ arnir og liðfelagar teirra sín økisbólk – hetta viðførdi, at teir skuldu spæla í týska meistara­bólkin­um ímóti liðum úr øllum landinum, ið somuleiðis høvdu vunnið sín økisbólk.  Í meistarabólkinum taldist Flensburg-Handewitt ímillum tey allar bestu, men at enda gjørdust Brandur, Hørður og lið­felag­ar­nir akkurát ov stuttir til týska meist­ara­heitið. Í avgerandi finalun­um ímóti Füchse 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTSLEIKARAR Í TÝSKLANDI Flensburg-Handewitt HONDBÓLTUR Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79