Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Berlin tapti Flensburg fyrru finaluna við sjey málum og vunnu ta seinnu við seks málum, og hetta viðførdi saman­lagt eitt tap upp á eitt mál. Nógv størri enn steypafinalurnar í Føroyum Í Føroyum eru teir størstu, einstøku dystirnir steypa­ finalur­nar í høllini á Hálsi, har høllin plagar at vera stúgv­andi full til bæði final­ urnar hjá teim­um vaksnu og hjá teimum ungu. Hørður og Brandur siga tó, at U16- finalurnar í Týsklandi eru væl størri hendingar enn hetta. – Tað var feitt at spæla final­ur­nar. Har vóru yvir 1000 fólk til báðar finalu­ dystirnar, og tað eru slíkir dystir, sum ein altíð hevur droymt um at spælt.  – Alt uppleggið til finalu­ dyst­ir­nar var eisini spenn­ andi. Heilt frá mánadegi til leygardag, tá ið dyst­ur­in bleiv spældur, gjørdu vit ikki annað enn at fyri­reika okkum – millum annað við video­analysu av okkum og mót­støðu­liðnum. Í teimum døgun­um verður ikki tosað og hugsað um annað enn hond­bólt, sigur Brandur. Besta liðið hjá Flensburg er málið Flensburg-Handewitt er ikki eitt­hvørt felag í Týsklandi. Talan er um eitt størt felag úr smáum korum, sum fyri tveimum árum síðani vann Champions League í hondbólti. Í fjør vann felagið eisini týsku steypa­kapping­ina, meðan felagið endaði á øðrum plássi í týsku lands­kapping­ ini í farna kappingarári. Millum annað spæla donsku landsliðsleikararnir, Anders Eggert og Rasmus Lauge, við felagnum. Føroysku leikararnir eru ikki bangnir fyri at melda út, at málið er at spæla á besta liði felagsins, tá ið teir eru komnir ígjøgnum ung­dóms­ deildirnar. – Ja, eg ætli mær í øllum førum at spæla á besta liðnum. Mín dreymur hevur altíð verið at blíva yrkis­ leikari. Og um eg skuldi valt eitt felag at spælt við í fram­ tíðini, so verður tað Flens­ burg, sigur Brandur. Hørður leggur afturat, at ein leikari sum Jóhan á Plógv Hansen, sum nýliga er blivin danskur meistari, er ein fyrimynd at fylgja. – Ja, besta liðið er málið. Sum føroyingar duga vit eisini at síggja, at tá ið ein sum Jóhan á Plógv stendur seg so væl í Danmark, so kunnu vit eisini klára tað. Hann er ein góð fyri­mynd, sigur Hørður. Ein ávísur saknur Hóast fyrsta árið í Týsklandi hevur verið gott, so er onki løgið í, at føroyingarnir báðir av og á sakna heimlandið, har teir eru uppvaksnir. –  Eg sakni familjuna, og tað er til tíðir hart at búgva uttan­lands. Men tá ið man kemur í eina rutinu, so er tað fínasta slag, sigur Hørður. Brandur leggur afturat, at onkursvegna gerst saknurin størri, tá ið man er heima. –  Eg haldi, at tað er harðast, nú man er heima aftur. Í Týsklandi eru vit alla tíðina í gongd í okkara rutinu, og tá verður ikki nógv hugsað um sakn. Tað er eitt sindur soleiðis, at man tímir ikki avstað aftur, men kortini gleðir man seg at sleppa niður aftur at spæla hond­bólt, leggur Brandur afturat. Í Flensburg búgva Hørður og Brandur á saman við 20 øðrum leikarum á einum kolleg­ium. Har læra leik­ ar­ar­nir at standa á egnum beinum, har teir millum annað sjálvir hava ábyrgd fyri at gera mat til teir sjálv­ ar. Allir spæl­ar­ar­nir búgva í egnum kømurum.  Nýggjar avbjóðingar fyri framman Brandur Halgirsson og Hørður Trygva­son eru í hesum døgum heima í Før­ oy­um í summar­feriu. Hin 5. august fara teir niður aftur til Týsk­lands, og tá eru nýggjar av­bjóð­ing­ar fyri framman. Nú eru teir blivnir so­mikið gaml­ir, at teir skulu byrja at spæla við U18-lið­num, og har­aftur­at verður eisini nokk at síggja til uttan­fyri hond­bólts­vøll­ in, tí at báðir skulu teir byrja á donskum studenta­skúla, ið hesa­ferð er innan­fyri danska markið. Føroyingarnir gleða seg tó nokk mest til at taka lut í kapping í august, har spanska FC Barcelona verður eitt av mót­støðu­ liðun­um. Spennandi verður at fylgja gongdini hjá ungu hoy­vík­ing­un­um, ið av álvara strem­ba eftir toppinum. STA LIÐIÐ HJÁ Navn: Brandur Halgirsson Føddur:  30. juli 1999 Pláss: Vinstri bakkur og playmakari Navn: Hørður Trygvason Føddur:  27. oktober 1999 Pláss: Málmaður HONDBÓLTUR