mánadagur 11. juli 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Christian F. Andreasen,
forseti í FSF, tú hevur
verið til EM finaluna.
Hvussu var?
Tað var ein ótrúligur stemningur,
men tað merkist at fólk hava
verið óttafull fyri yvirgangi, tí
tað vóru nógv trygdartiltøk sett
í verk. Annað enn tað var tað
fantastiskt.
Helt tú við Portugal, nú
tá teir koma til Føroyar?
Ja, eg helt við Portugal í
finaluni, men tað ikki bara tí teir
koma á Tórsvøll seinni í ár, men
eisini tí Portugal er tað lítla landi
í finaluni
Hvørjum helt tú
annars við?
Íslandi. Tað sigur seg sjálvt, at
vit halda við Íslandi, men annars
haldi eg við Onglandi. Til dystin
teirra millum helt eg tó við Íslandi
Tú og aðalskrivarðin,
Virgar Hvidbro sótu væl
fyri. Hvussu ber tað til?
UEFA bjóðar øllum forsetum til
finaluna. Vit sótu allir har. Eg havi
ein mistanka um, at tað var eisini
fyri at skapa eitt lítið trygarpláss
frá eitt nú franska forsetanum til
áskoðararnar.
Tit hava myndir av Sir
Alex Ferguson saman
við Cristiano Ronaldo og
steypinum. Hvat hendi?
Sir Alex Ferguson stóð hinumegin
trappuna og heilsaði upp á fleiri
av spælarunum. Teirra millum
Patrice Evra og Nani, sum báðir
hava spælt í Manchester United.
Størsta klemmið fekk Cristiano
Ronaldo. Teir hava eisini eina for
tíð saman í Manchester United,
og teir sóu út til at hava eitt
serligt samband.
Vikan ið fór
Portugal vinnur EM. Teir
vinna 1-0 í longdari leiktíð,
eftir at Cristiano Ronaldo
fer skaddur av vøllinum í
fyrra hálvleiki. Avgerandi
málið skorar innksifti Éder.
B36, HB, Víkingur og NSÍ
tapa øll samanlagt í Evropa.
Annað árið á rað kemur einki
føroyskt lið víðari, hóast
mótstøðan er til at tosa við.
Drekin Reyði vinnur ein tann
mest spennandi róðurin hjá
10-mannaførum í longri
tíð. Eysturoyingur er tó risa
favorittur at vinna FM heitið.
B36 skipar fyri Summar Cup
í Gundadali. Í góðveðrinum
luttóku áleið 100 lið í
kappingini, sum er eitt árligt
afturvendandi tiltak hjá B36.
Andy Murrey og Serena
Williams vinna søguríku
Grand Slam kappingina,
Wimbledon. Fyri Andy Murrey
er talan um annan sigurin á
bretska heimavøllinum.
Lionel Messi verður dømdur
sekur í skattasviki fyri um 40
milliónir krónur Revsingin er 21
mánaðar treyta fongsulsrevsing.
Hann skal ikki inn at sita, so
leingi revsingin er undir tvey ár.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
So er EM endaspælið í Fraklandi
komið at enda. Portugal stendur
eftir sum vinnari, eftir eina finalu,
ið lýsti hetta endaspælið rímiliga
væl. Heilt stóru stjørnurnar
leveraðu ikki eftir ætlan, meðan
tað var ein ”underdog” í Éder
og Portugal, sum við styrki og
eini væl tilrættislagdari ætlan
stóð eftir við sigrinum og EM
steypinum.
Í stóran mun hevur EM 2016
endaspælið verið fyri nógvum
kritikki, tí spælið hevur verið lítið
áhugavert fyri tey, ið ynskja sær
álopskendan fótbólt. Hinvegin, so
hava vit fingið fleiri góð liðavrik.
Millum annað hava íslendingar
givið okkum avrik, ið øll kunnu
kenna seg aftur í. Ein sterkur
liðandi, har ongin spælari er størri
enn síðumaðurin. Somuleiðis fer
sigurin á Onglandi í søguna sum
tann størsta sensatiónin í EM
søguni.
Stóri kritikkurin er, at tað eru
ov nógv lið við, og at av teimum
24 verða bara átta soldaði frá í
bólkaspælinum.
Orsøkin til, at eg gevi EM
2016 tríggjar stjørnur er, at
fyriskipanin
hjá
Fraklandi
hevur verið framúr – eins og í
1998. Leikvøllirnir hava verið
framúr, dómaraavrikini góð og
áskoðararnir gjørt sítt.
Kenda røddin hjá BBC John
Motson segði tað so væl. EM 2016
hevur havt stórar løtur, men ikki
stórar dystir.
TAÐ GÓÐA: Áskoðararnir hjá
Norðurírlandi og Íslandi. Við
sanginum »Will Grigg’s on fire« og
íslendska »Huh«
TAÐ RINGA: Ensku og russisku
áskoðararnir, sum bara komu fyri
at berjast. Bæði blivu send heim
við halanum millum beinini
TAÐ MINNILIGA: Navnið Éder er
nýggi trivial spurningurin, eftir at
hann heldur óvænta bleiv hetjan
hjá Portugal í finaluni
HVAT SIGUR TÚ? Samdur í
kritikkinum av, at ov fá verða
soldaði frá í bólkaspælinum, men
tað er ringt sum føroyingurin ikki
at virðismeta góð liðavrik, sum
hjá Íslandi og Wales. Eitt miðal
endaspæl
trondur@sosialurin.fo
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
FAKTA Portugal er tíggjunda landið, ið vinnur EM steypið. Teir vóru í finaluni í 2004 á heimavølli, men máttu tá lúta fyri Grikkalandi.
Cristiano Ronaldo,
eftir at Portugal í gjár vann EM
Fernando Santos, venjari hjá Portugal, um
taklingina, tá Cristiano Ronaldo bleiv skaddur
– Í dag upplivdi eg bæði sorg og gleði. Hetta er ein
av teimum bestu løtunum í mínum lívi. Eg græt.
– Eg helt at dómarin kundi givið honum eitt kort.
Hann bríkslaði ikki ein gongd fyri frísparki
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Christian F. Andreasen
Starv: Forseti í FSF
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvørjum liði spælir portugisiska hetjan frá í gjár, Éder,
við?
2 Hvør dømdi EM finaluna í gjár?
3 Hvør átti taklingina, sum gjørdi at Cristiano Ronaldo
bleiv skaddur?
4 Hvørjum knæið bleiv Cristiano Ronaldo skaddur í?
5 Hvussu nógvar landsdystir hevur Cristiano Ronaldo
spælt fyri Portugal?
6 Hvussu eitur venjari hjá Portugal?
7 Hvør bleiv skiftur inn fyri Cristiano Ronaldo?
8 Hvør er maðurin, ið fekk liðskiparabandið frá Cristiano
Ronaldo?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Lille (Fraklandi)
2: Mark Clattenburg 3: Dimitri Payet
4: Høgra 5: 133 6: Fernando Santos
7: Ricardo Quaresma 8: Nani
EM 2016
ÍTRÓTTAR UMMÆLI