mánadagur 11. juli 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. juli 2016 · Nr. 79
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Føroyskur fótbóltur er annað árið á rað úti av
Evropa í fyrsta umfari. Tað er óvanligt, at føroysk
feløg møta sterkari mótstøðu í Evropa, men seinnu
árini er seedingssystemið broytt, so vit oftari møta
mótstøðu, ið vit eiga at kunna takast við.
Tað setur eisini nakrar tankar í gongd,
tá føroyskur toppfótbóltur tapur fyri
maltesiskum og lettiskum fótbólti. Ikki tí
vit absolut skulu og eiga at vinna á slíkar
mótstøðu hvørja ferð, men vilja vit vera
við og vilja vit meiri, so mugu vit eisini
gjalda prísin í gerandisdegnum.
Føroyskur fótbóltur hevur framúr
umstøður, tá talan er um vøllir,
felagshús og líknandi. Hinvegin,
so er gerandisdagurin hjá einum
fotbóltsspælara, sum hevur fulltíðar
arbeiði og eitt nú familju ikki optimalur
ítróttarliga.
Vit eggja heldur ikki eitt nú ungum á
miðnámi at gera nógv við ítróttin. Ella
har finst so ongin ítróttarlinja, har hædd
verður tikið fyri ítróttinum.
Tilboðið við fótbóltsskúlanum á Fløtum
til næmingar í 8. og 9. flokki er vegurin
fram. Hetta skuldi sjálvandi verið galdandi
fyri miðnámsnæmingar – og gjarna til
fleiri ítróttargreinar.
Avrikið hjá Íslandi í EM endaspælinum
vísur eisini, at tað ber til at kom langt
hóast umstøðurnar ikki eru optimalar, so
er tað viljin, ið er alt avgerandi.
Ikki bara viljin hjá spælarunum at venja
hart, men eisini viljin at skapa umstøður
at venja í. Viljin hjá feløgunum at skapa
eitt umhvørvi, har tað verður kravt nógv
at spælarunum. Og ikki minst viljin hjá
venjarnum at blíva betri fakliga. Føroysk
feløg hava til eitt vist lært, at tað gagnar
teimum ikki at yvirbjóða upp á spælarar
hjá hvørjum øðrum, tí so standa tey bara
eftir við eini hægri rokning.
Um feløgini nú semjast um, at krevja
meiri av spælarunum og sær sjálvum, so
er tað eitt stig á rættari leið.
Eg plagi at taka til, at tað nyttar ikki
at vilja tað frá tí tjóðsangurin byrjar til
hann endar, men vit mugu vilja tað frá tí
tjóðsangurin endar, til hann byrjar aftur.
Tað er har vit flyta okkum!
P.S. Pínadoy tað er deiligt fyri mítt
fótbóltshjartað, at síggja Cristiano
Ronaldo standa á síðulinjuni og hálvgun
verða hjálparvenjari hjá Portugal í EM
finaluni. Tað mær dámdi best var, at
ensku dómararnir ikki fylgju tápuligu
reglugerðini um, at bara ein kann standa
í senn og líknandi tvætli, tí hetta er tað
fótbóltur snýr seg um. Kenslur og viljin at
vinna. Og ikki um ein fjórða dómara, sum
absolut skal blanda seg upp í alt.
Tummil upp til Mark Clattenburg og
hansara menn fyri at leiða dystin – tí í dag
tosar ongin um dómaran. Bara um dystin
– og tað er frískligt!
trondur@sosialurin.fo
Úti av Evropa
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Christian F. Andreasen, FSF
forseti, var saman við aðal
skrivaranum, Virgari Hvid
bro, til EM finaluna í París í
gjár. Oddin í øllum fótbólts
sambondunum var samlaður
til finaluna, sum Portugal
vann
1-0
á
vertstjóðini
Fraklandi.
Fyri ein stóran part var
talan um góðan stemning,
men FSF forsetin sigur eisini,
at tað merkist at tað var ein
ótti fyri yvirgangi.
Tað merkist væl her, at
tey í Fraklandi eru glað fyri,
at tað gekk so væl fyri seg í
samband við finaluna. Tú
hevur merkt ein ótta á fólki
fyri yvirgangi. Millum annað
vóru fleiri trygdartiltøk áveg
til finaluna, men tíbetur
spældi alt væl av, sigur
Christian F. Andreasen.
UEFA fegnast um EM
Tað hevur verið nakað av
kritikki av EM, tí fleiri halda
at tað hava verið ovn ógv
lond við. Tað skal so hava
gjørt, at dygdin á spælinum
er nakað verri enn vanligt.
Soleiðis sær UEFA tað ikki.
Tað tykist sum tað hevur
verið stór nøgd við EM.
Inntøkurnar eru góðar frá
sjónvarpsrættindunum
og
tað hevur gingið væl at selja
atgongumerki til dystirnar.
Tað hava tey verið eitt sindur
stúrin um, men tað eru
bara tey heilt dýru pakka-
atgongumerkini,
ið
hava
verið trupul at selja, sigur
FSF forsetin.
Í septembur verður UEFA
forsetaval. Enn er ógreitt
hvør stillar upp. David Gil,
fyrrverandi
Manchester
United, Michael van Praag,
sum FSF fyrr hevur stuðla
til FIFA forseta og virkandi
UEFA forsetin, Ángel María
Villar Llona eru millum
teirra, ið væntast at stilla
upp.
Tað
hevur
sjálvandi
verið tosað í krókunum
um hvør man fara at stilla
upp. Norðurlondini standa
saman, tá talan er um
forsetaval, so vit hava eisini
tosa okkara millum, sigur
Christian F. Andreasen, ið
av góðum orsøkum ikki
kann siga hvønn FSF ætlar
at stuðla, tí tað er ikki greitt
hvør stillar upp enn.
trondur@sosialurin.fo
Yvirgangsótti, UEFA forsetaval og góður stemningur setti
sín dám á finaluna í EM endaspælinum fyri forsetan og
aðalskrivaran, ið báðir sótu á fyrstu rekkju til steypahandana
UEFA LETUR
VÆL AT EM