Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 28 • 11. JULI 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturkommuna Festivaløkið er opið hesar tíðir: Hósdag Kl. 16-04 Fríggjadag KL. 14-04 Leygardag KL. 11-04 BARNATILTAK: Leygardag kl. 12.00 – 16 ATGONGUERMKJASØLAN Í TØTING: Mánadag kl. 10 -20 Týsdagur kl. 10 -20 Mikudag kl. 10 -20 G!ARAGAN (ATGONGUMERKJASØLA VIÐ INNGONGDINA): Hósdag kl. 14 Fríggjadag kl. 14 Leygardagur kl. 12 TJALDINGARØKIÐ: Tjaldingarøkið letur upp mikudagin kl. 17 og letur aftur sunnudagin kl. 12.00 Armbandsáseting: Mikudag kl. 15.00 – 22.00 Hósdag kl. 12.00 – 22.00 POTTARNIR Mikudag kl. 18.00-22.00 Hósdag Kl. 10.00-22.00 Fríggjadag kl. 10.00-22.00 Leygardag kl. 10.00-22.00 SET ARMBAND Á Í SMS: Mánadag kl. 12.00-17.30 Týsdag kl. 12.00-17.30 Mikudag kl. 12.00-17.30 Hósdagur kl. 12.00-17.30 GISTING Í SKÚLANUM: Upplating hósdag kl. 15.00 Afturlating sunnud. kl. 12.00 Børn upp til og við 12 sleppa ókeypis á G! Tað er ókeypis at verða inni á økinum til kl. 16. Er verðin veru­ liga rund? Fyri Fred Ruddick er ein tónleikafestivalur nógv meira enn ein konsert. Fyri tónleikasamskiparan hjá G! Festivalinum er ein festivalur ein uppliving, har konsertirnar, maturin, samveran, ljóðini og útsjóndin øll samstarva og fara upp í eina hægri eind T ónleikasamskiparin á G! Festi­ valinum, Fred Ruddick, livir fyri tónleikinum. Fred Ruddick er upp­runaliga úr Liverpool í Onglandi, men seinastu árini hevur hann búð í Før­oyum saman við unnustuni Gretu Svabo Bech. Brennandi áhugin fyri tónleikinum sprettir úr hvørjum orði, tá Fred Rud­ dick greiðir frá, hvussu hann heldur ein festivalur skal vera. Fyrst og fremst, so snýr tað seg, fyri Fred Ruddick, um heildina og tað óvæntaða. – Ein festivalur snýr seg líka nógv um tey fólkini tú er saman við, um stemningin, ljóðini og umhvørvið, sum hann snýr seg um tónleikin tú upplivir, sigur Fred Ruddick. Bestu tónleikaligu upplivingarnar hjá Fred Ruddick hevur hann fingið tá hann ikki væntaði tað. – Tá eg lurti eftir tónleiki vil eg hava meira enn bara at hugsa - oh, that was nice. Eg vil uppliva sterkar kensl­ur, eg vil bjóðast av og tá tað veru­liga verður gott, vil eg ivast í mær sjálvum, ja í sjálvum alheiminum. Er verðin veruliga rúnd? Hann verður heitur, meðan hann greiður frá, og hann undirstrikar so sterkt hann kann: – Veruligir tónleikarar og veruligur tónleikur hevur evnini at fáa okkum at ivast. At ivast í øllum, sigur Fred Rud­dick. Tónleikararnir og bólkarnir, sum koma á G! Festivalin umboða tónleikin og mentanina í 2016. Tað eru hesi, sum mynda ættarlið okkara og sum ættarlið okkara fer at minnast í kom­ andi tíðum, vísir Fred Ruddick á. – Tey bera tónleikin og tey bera mentanina framá. Tey eru vit í 2016. Og føroysku tónleikararnir á G! eru tey, sum skapa føroyska tónleika- og ment­anarlandslagið fyri okkum øll. Tey eru tey, sum vit skulu hoyra, upp­liva og síggja beint nú, sigur Fred Ruddick. Fred Ruddick hevur altjóða royndir, sum tónleikari. Hann hevur spælt og ferðast í tí pulserandi tónleikalívinum í London, men tað er í Syðrugøtu, at hann heldur, at ein festivalur er nakað heilt serligt. – Tað sum ger G! serligt er Syðru­ gøta. Ongastaðni í heiminum finnir tú eina slíka blanding millum eina lítla bygd og eina altjóða tónleikaskrá og so tað sum undirstrikar tað serliga, er pallurin á sandinum, vísir Fred Rud­ dick á. Vakra útsýnið og serliga upp­ livingin á G! Festivalinum, hevur fingið American Express til, at útnevna G! til heimsins vakrasta festival og tað er nakað, sum Fred Ruddick heldur vera ein stóran heiður fyri Syðrugøtu. – Vit í Føroyum eiga at vera errin av G! og viðurkenningini, sum festi­ valurin fær. Og kanska serliga eiga vit, at kenna okkum heppin, sigur Fred Ruddick at enda. Poetisk rundferð í Syðru­ gøtu Sum ein partur av mentanar­ tiltøkunum sum ikki beinleiðis hava við tónleik at gera, verður labORÐatoriið, har rithøvundar fara at hita upp leygardagin á G! - millum klokkan 15:00 og 16:30 Á ðrenn konsertirnir byrja á sandinum bjóða rit­høvundar poetiska rund­ferð í Syðrugøtu, har lisið verður á svalum, á trappusteinum og undir onkrum snóri. Um illa viðrar, verður farið inn í stov­ur­nar at lesa. Ferðin byrjar Úti í Grógv hjá Ranvør og Páll kl. 15:00. Tveir rithøvundar lesa upp á hvørjum staði, umleið 10 minuttir hvør. Síðan verður við G!-flaggið ging­ið til næsta stað. Skráin er hendan: kl. 15:00: Gróvargøta 9, hjá Ran­vør og Páll: Marjun Syderbø Kjæl­nes og Arnbjørn Dalsgarð Kl. 15:30: Gróvargøta 8, hjá Rønn og Pól: Kim Simonsen og Sissal Kampmann Kl. 16:00: Úti í Bø 14, hjá Vónbjørt og Kim: Lív Maria Róadóttir Jæger og Anna Malan Jógvansdóttir Upp- og afturlatingartíðir á G!