Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 28 • 11. JULI 2016 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturkommuna Altjóða festivalmatur við føroyskum íkasti á G! Á ársins G! Festivali 14. til 16. juli bjóðar festivalurin eina spildurnýggja matskrá, sum gevur mettuna, hitar kropnar kroppar og veitir orku allan festivalin á tamb M atskráin er sett saman við íblástri frá altjóða festivalum, men dentur er lagdur á at brúka føroyska dygdarvøru eisini. Á ársins G! Festivali fáa festivalgestirnir eina matskrá, sum stendur mát við tón­leikaligu og mentanarligu upp­liv­ ingina á G! Festivalinum. Tóku atfinningarnar í álvara G! festivalurin fekk nógvar atfinningar frá festivalfólkinum fyri matskránna í fjør og beinanvegin aftaná festivalin varð farið undir at menna nýggju matskránna. G! Festivalurin setti seg í samband við Gist og Vist, sum veitir matin, fyri at seta saman eina nýggja, nýhugsandi, altjóða og tó heimliga mat­skrá. Nógv fólk koma saman á G! festi­ valinum, so avbjóðingarnar eru nógvar hjá teimum, sum skulu fóðra teimum túsundatals tónleikafjepparunum. Tað er avgerandi, at maturin er av góðari góðsku, at hann hitar kroppin, hann er orkuríkur og hann smakkar væl! Íblásturin til uppskotið frá G! var altjóða heitið Street Food, sum júst trýst­ir á allar teir røttu knapparnar. Gist&Vist grundaði yvir uppskotið frá G! Festivalinum í nakrar mánaðir og sigast má, at teir eru komnir við einari festivalmatskrá, sum stend­ ur mát uppá allar mátar. Til fyrstu royndarsmakkingarnar varð borð­reitt við indiskum høsnarunga, meksi­ kansk­um chili, fisk og kips og taco við før­oyskum lambskjøti. Umframt matskránna frá Gist&Vist, so fáast eisini føroyskir bestu­bitar í Hoyggjhúsinum, har kórið Eystanljóð aftur í ár selir eitt nú drýl við skerpikjøti og rullupylsu, turran fisk og turra grind við spiki. Samanumtikið leggur G! Festi­ valurin seg eftir at kela fyri oyrunum, fjálga um eyguni og veita orku og kær­leika í búkin. – Matskráin á G! gevir øllum møgu­ leika fyri at fáa sær góðan, sunnan, heitan, stimbrandi og vælsmakkandi mat fyri ein rímiligan penga, sigur Fred Ruddick, tónleikasamskipari í G! Festivalinum. Heimskent rave hóskvøldið á G! The Bloody Beetroots skapa ársins størstu strandarveitslu á Gøtu sandi, tá ið elektroniski úrmælingurin Sir Bob Cornelius Rifo øsir alt upp í skúm F rá altjóða festivalum sum Tomorrow Land, Electric Daisy, The Big Day Out og Ultra koma SBCR aka the The Bloody Beetroots á G! at sparka ársins festival í gongd. Sandurin í Syðrugøtu verður karmur um eina elektroniska veitslu, sum vit ongantíð fyrr hava sæð í Føroyum. Sir Bob Cornelius Rifo er ein altjóða viðurkendur tónasmiður við einum altjóða milliónaskara av fylgjarum, sum taka undir við listarligum frælsi, fríari talu og kaos. Nýggjasta útgávan hjá SBCR aka The Bloody Beetroots, við millum øðrum Sir Paul McCartney, Tommy Lee og Greta Svabo Bech endaði millum 10 tær bestu hjá Itunes. Kongurin av punk rock dance, sum Sir Bob verður róptur, elskar Gretu Svabo Bech og júst lagið hjá teimum báðum Chroicles of a Fallen Love hevur meira enn 3 mió. vísingar á Youtube.