mánadagur 11. juli 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Eysturkommuna liggur inni við fleiri umsóknum um grundstykki, bæði í Syðrugøtu,
Norðragøtu og Leirvík. Tað kemur tí væl við, at útstykkingin í Syðrugøtu, sum
fevnir um tilsamans 26 grundstykki, nú er liðug. Næsta takið er Leirvík
Vilmund Jacobsen
B
orgarstjórin í Eysturkommunu,
Jóhan Christiansen, gleðir seg
altíð til G! Festivalin, og hann
hevur verið á øllum teimum undan
farnu – við undantaki av tí eina árin
um, tá hann ikki var heima.
– Heilt síðan byrjan havi eg annars
saman við familjuni verið á G!, og
hetta er eitt tiltak, sum okkum øllum
dámar væl.
Hann vísir á, at G! ikki minst er eitt
familjutiltak, og tí plaga hann, konan
og børnini at vera saman, meðan
dagur er. Tá so kvøldið kemur, plaga
børnini at vera heima, og tá plaga
konan og hann at fara ein túr út aftr
at.
Jóhan Christiansen heldur, at G!
Festivalurin er eitt frálíkt høvi hjá
fólkinum, sum býr í økinum, at vísa
blíðskap og vísa fram bygdina og
kommununa.
– G! Festivalurin er eitt sera væl
vitjað tiltak, sum hópur av fólki á
ymiskan hátt stendur aftan fyri og
er partur av. Vit fegnast um at hava
fólk í økinum, sum ár um ár taka tøk,
soleiðis at hetta tiltak kann reisast á
føtur.
Vegna Eysturkommunu ynskir Jó
han Christiansen soleiðis at bjóða øll
um hjartaliga vælkomnum á G! Festi
valin.
– Eg gleði meg altíð til G!, og
tað gera mong við mær. Hetta er
eitt frálíkt høvi hjá okkum at leggja
gerandisdagin frá okkum eina løtu,
sigur borgarstjórin.
Útstykkingin liðug
Jóhan Christiansen sigur, at nú Syðru
gøta enn einaferð verður karmur nú
G! Festivalin, eru eisini vegirnir til ta
útstykking og íbindingar til nýggju
grundstykkini, sum arbeitt hevur verið
við í bygdini, liðug.
– Í nýggju ætlanini hava vit 26
nýggj grundstykki, sum í hesum døg
um verða handað kommununi. Tað er
entreprenørfelagið Kreton, sum hevur
gjørt hetta arbeiði, ið hevur gingið
rættiliga væl, og sum nú er liðugt.
Borgarstjórin vísir á, at nógv fólk
hava staðið á bíðilista til grundstykki
í Syðrugøtu. Talan er bæði um fólk við
tilknýti til kommununa, men eisini um
fólk, sum ikki hava tilknýti, men sum
kortini ynskja at seta búgv her.
– Vit hava havt eini 70 fólk á bíði
lista til grundstykki í Syðrugøtu, og nú
útstykkingini er undir landi, sendu vit
í fyrsta umfari brøv út til tey fyrstu
26, sum hava staðið longst á bíðilista.
Fyribils hava eini 12-14 av hesum
tikið av. Onkur, sum lesur uttanlands,
hevur takkað nei, tí tey eru ikki
komin heimaftur enn. Seinni fáa so
eisini onnur, sum standa á bíðilista,
bræv frá kommununi um, at nú eru
grundstykkini í Syðrugøtu klár at selja.
Sjálvur ivast borgarstjórin onga
løtu í, at kommunan fer at sleppa av
við øll grundstykkini í Syðrugøtu heilt
skjótt.
– Tað er populert at búgva í Syðru
gøtu. Her er gott at vera, og tað er
serliga her, at tørvur hevur verið á
grundstykkjum.
Eisini í Leirvík
Áðrenn vit sleppa Gøtu, sigur Jóhan
Christiansen, at kommunan hevur
eini 20 fólk á bíðilista, sum ynskja
at byggja í Norðragøtu, og her varð
seinasta grundstykkið selt fyrr í ár.
– Í Leirvík hava vit eisini eini 30
fólk á bíðilista. Her hava grundstykki
verið, men nú er einki eftir. Vit arbeiða
við eini útstykkingarætlan í Leirvík, og
her er full ferð á, men tað hevur drigið
nakað út at keypa jørð til endamálið.
Ætlanin var at gera eina útstykking í
Leirvík í tveimum, men eg trúgvi, at nú
hetta hevur drigið nakað út, verður alt
gjørt í einum.
Jóhan Christiansen sigur ivamál
vera um, hvørt grundstykki í nýggju
ætlanin í Leirvík kunnu seljast í ár,
men hann vónar, at tað fer at eydnast.
Undir Gøtueiði
Undir Gøtueiði, sum eisini er partur
av Eysturkommunu, og sum kunnugt
vendir út móti Skálafjørðinum, eru
nøkur grundstykki tøk, sum eru klár
at selja, men borgarstjórin ásannar,
at fólk í kommununi helst vilja búgva
í Leirvík, Norðragøtu og Syðrugøtu.
– Øll eru hjartaliga vælkomin at
biðja um grundstykki Undir Gøtueiði,
har alt er klárt við vegi og íbindingum.
Í Eysturkommunu er byggifelagið
KBH annars í holt við at tekja nýggju
býráðshúsini niðri við ánna og ósan,
og Jóhan Christiansen heldur, at hóast
ymiskar meiningar hava verið um
hesa verkætlan, eru fólk spent, nú
tað byrjar at síggjast, hvussu nýggju
býráðshúsini, sum kendi arkitekturin,
Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, fara
at taka seg út.
Nógv vilja byggja
í Eysturkommunu
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hevur
teknað nýggju býráðshúsini, sum
byggifelagið KBH er í holt við at tekja