mánadagur 11. juli 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Opið er í Gallarí Glæmuni í Tróndargøtu 18 í Norðragøtu gerandisdagar frá klokkan 08 til 16
Vilmund Jacobsen
S
einnapartin mikudagin hin 6. juli
var fernisering í Gallarí Glæmuni,
sum er latið upp í bygninginum,
har El-Talvuvirkið í Norðragøtu húsast
í Tróndargøtu 18.
Tað var her, at handilin Glæman
áður helt til, og nú eru hølini umbygd
og sett í stand, soleiðis at høvi verð
ur hjá listafólki at sýna fram list í
summarfrítíðini.
Hildigunn Tausen er listarkvinnan,
sum sýnir fram, og framsýningin hjá
henni kemur at hanga uppi fram til 1.
september í ár.
Opið verður í Gallarí Glæmuni í
Tróndargøtu 18 gerandisdagar frá
klokkan 08 til 16, og annars verður
opið eftir avtalu.
Føroyskur íblástur
Hildigunn Tausen er uppvaksin í Hovi
og er búsitandi í Danmark, har hon
starvast sum pedagogur og psyko
terapeutur.
Hon hevur fingist við at mála í
nógv ár, og myndirnar hjá henni hava
íblástur úr føroysku náttúruni.
Sagt verður, at Hildigunn Tausen er
nógv umbiðin til framsýningar í Dan
mark, og hon hevur eisini framsýn
ingar í Føroyum.
Eftir 1. september, tá framsýningin
í Gallarí Glæmuni letur aftur, fer Hildi
gunn Tausen at sýna fram málningar í
Smiðjuni í Lítluvík.
Nýggjur klædnahandil við Gøtugjógv
Síðst í apríl í ár læt nýggi og forvitnisligi klædnahandilin HEMMAS upp við Gøtugjógv. Tað er 26 ára gamla,
Harda Emma Skoradal úr Norðragøtu, sum eigur og rekur handilin, ið selur klæðir til bæði kvinnur og menn
Vilmund Jacobsen
E
ftir at Harda varð liðug á FHS, fór
hon í læru í klædnahandli í Havn
og gjørdist søluatstøðingur við
sergrein í klæðum trý ár seinni.
Í lestrartíðini var hon tilsamans
sjey ferðir í skúla í Danmark, og hetta
var skúli, sum sonevnda Bestseller-
ketan stendur aftanfyri.
Seinni hevur Harda Emma Skoradal
eisini tikið útbúgving sum stylistur
innan klæðir.
– Jú, mær dámar hetta ógvuliga
væl, og eg gleði meg at taka klæðir
heim, sum míni viðskiftafólk vilja
hava. Eg royni at selja merki og klæðir,
sum aðrir handlar ikki hava. Í mínum
vøruútboði havi eg bæði bílig klæði og
klæði, sum eru eitt sindur dýrari. Fólk
fáa tað, tey vilja hava.
Ymisk klædnamerki
Handilskvinnan sigur, at hon fegin
brúkar tíð upp á tey viðskiftafólk, sum
vilja brúka tíð í handlinum, meðan
onnur, sum koma á gátt, hyggja seg
um og leita eftir tí, tey vilja hava.
– Viðskiftafólk hava ymisk ynski,
og eg eri til tænastu hjá teimum øll
um.
Klædnamerkini, sum Harda Emma
Skoradal hevur til kvinnur, eru eitt nú
av merkjunum Nümph, Denim Hunter,
Cheap Monday, Miss Baron og Intown.
Hon hevur eisini Adia til tær størru
kvinnurnar, eins og hon fer at fáa
merkið Ciso, sum eisini er ætlað størri
kvinnum.
Til menninar hevur hon eitt nú
merkini, Suit og Roberto Jeans, og
klædnamerkið Kashmir er eisini áveg
is.
– Onkur klædnamerki, sum eg havi,
eru bæði til kvinnur og menn, leggur
hon aftrat.
Føroysk troyggja
Umframt útlendsku klædnamerkini,
selur HEMMAS eisini føroyskar festi
valtroyggjur, sum hon rópar tær,
húgvur og vøttir, sum Sirri framleiðir.
– Vit hava designað troyggjuna
sjálvi, og tað er Sirri, sum framleiðir
fyri okkum. Mynstrið hevur sína søgu.
Tað var mamma mín, sum í sínari tíð
bant hesa troyggju til pápa. Mamma
fann sjálv upp á hetta mynstrið, men
vit hava designað troyggjuna og havt
valt litirnar.
Í Hemmas hevur Harda Emma
Skoradal eisini eitt ávíst úrval av task
um, reimum, slipsum, hálsketum og
øðrum nipstingum.
Nýggi handilin er opin frá mána
degi til og við hósdag frá klokkan
10-17.30, fríggjadag frá 10-18, og
leygardag er opið frá klokkan 10-14.
– Hava fólk spurningar, eru tey
hjartaliga vælkomin at ringja á tlf.
201000, sigur Harda Emma Skoradal.
Hildigunn í Gallarí Glæmuni
Tað er 26 ára gamla, Harda
Emma Skoradal, sum eigur og
rekur HEMMAS við Gøtugjógv
Listarkvinnan, Hildigunn Tausen, sýnir fram list í Gallarí Glæmuni í Norðragøtu