mánadagur 11. juli 2016síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
21
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Við keypinum av OK Heilsølu & Maskinum í Hvalvík, hevur Áway í
Norðragøtu økt munandi um sítt vakstrargrundarlag
Vilmund Jacobsen
Á
way er vælútgjørdur maskin
verkstaður í Norðragøtu, sum
tekur sær av øllum vanligum
smiðjuarbeiði,
maskinumvælingum
og umvælingum og viðlíkahaldi av
motorum, generatorum, bilum, trukk
um og kranum.
Umframt sølu av dekkum, tekur
verkstaðurin sær eisini av dekk-, olju-
og bremsuskifti, og Áway hevur bæði
krana-og trukkgóðkenningar.
Smiðjuverkstaðurin ger eisini alt
vanligt HVS-arbeiði fyri viðskiftafólk.
Fleiri umboð
Áway hevur umboð og sølu av Hiab
kanum og Toyota truckum í Norðra
gøtu, og síðan maskinverkstaðurin
fyri eini tíð síðan keypti OK Heilsølu &
Maskinur í Hvalvík, eru umboðini undir
hattinum hjá Áway vorðin nógv fleiri.
Tað eru brøðurnir, Álvur og Tollak-
ur Joensen, sum eiga og reka Áway í
Norðragøtu, og sum nú eisini eiga OK
Heilsølu & Maskinur í Hvalvík.
Óli Karl Hansen, sum saman við
familju síni hevur bygt upp fyritøkuna
í Hvalvík, er framvegis partur av virk
seminum. Hann kennur alt virksemi og
umboðini, sum liggja í hesum felag,
niður í minstu smálutir. Álvur Joensen
sigur, at við keyp-inum av OK Heilsølu
& Maskinum, umboðar Áway nú eisini
maskinur og lessarar av merkinum
New Holland, Case og Takeuchi,
umframt at fyritøkan eisini hevur Beta
Marine bátamotar (10-150 HK) undir
sínum hatti.
Umboðini fevna eisini um Hanix
maskinur, Maxilift kranar og Kalmar
bingjulyftarar.
– Í Hvalvík hava vit bæði persón
bilaverkstað, sum serliga vendir sær
til privatbilamarknaðin, og vit hava
verkstað til maskinur. Harumframt er
eisini rímiliga stór sølubúð. Ætlanin
er, at sølubúðin, sum tíðin gongur, í
fyrsta lagi skal gerast út við HVS-út
búnaði, sigur Álvur Joensen.
Skip og vinnulív
Umframt veitingar á landi til entre
prenørar, vinnulív og privatfólk ann
ars, hevur Áway eisini veitingar til
skipa- og alivinnuna. Hesar vinnur
skapa nógvar ringvirkningar, og Áway
hevur eisini góð samstørv við ymiskar
veitarar.
– Vit hava samdøgurtænastu til
vinnuna, og hetta er ikki minst neyð
ugt, tá arbeitt verður nógv umborð á
skipum og bátum. Nógv av tí, sum vit
gera umborð á skipum, fellur uttan
fyri vanliga verkstaðstíð. Vit eru tøkir,
tá skipini eru inni – líka mikið, nær á
samdøgninum tað er, sigur Álvur Joen
sen.
Hann leggur aftrat, at umborð á
skipum fáast teir mest við maskin
umvælingar, umvælingar av genera
torum, stál- og hydraulikarbeiði og
viðlíkahald.
– Uppgávurnar, vit gera fyri ali
vinnuna, snúgva seg mest um við
líkahald av fóðurflakum, bátum og
generatorum, sigur hann.
Samband við Áway
Tey, sum vilja vita meira um virksemið
hjá Áway, kunnu hyggja á heimasíðuna
away.fo, og haðani sleps eisini inn
á heimasíðuna hjá OK Heilsølu &
Maskinur.
Flottir og bíligir hálv
stivlar í Skósøluni
við Gøtugjógv
– Vit hava eitt avmarkað tal av serstøkum gummistivlum
til kvinnur, róptir G & G, sum vit selja fyri bert 300 krónur
parið. Numrini eru úr 36 til 41, sigur Terji Hansen
Vilmund Jacobsen
S
kósølan við Gøtugjógv er altíð
eina vitjan verd, og tað er hon
ikki minst, nú tað stundar til G!
Festivalin.
– Vit hava skógvar til vaksin og
børn, bæði til gerandisbrúk, gangi-og
renniskógvar og skógvar til betri brúk.
Tað sigur Terji Hansen, sum eigur
og rekur handilin. Hann er altíð blíður,
fryntligur og góður í ráðum, tá ræður
um skógvar.
– Umframt hálvstivlar, hava vit
eisini skógvar av merkinum, Network.
Hetta er eisini ein lutfalsliga bíligur
skógvur, 470 krónur parið.
Hann vísir á, at hesir skógvarnir
fáast í svørtum og hvítum, og tað ser
staka er, at allur sollin hevur blunk-
andi ljós.
– Ljósini kunnu stillast ella sløkkj
ast við einum lítlum knøtti, sum situr
inni í skógvinum. Tey kunnu eisini
stillast til at blunka títt ella minni títt.
Terji Hansen sigur, at undir soll
anum eru umleið 20 ljós. Hetta eru
led-perur, og skógvurin kann løðast
í bilinum, um telduna ella heima við
hús.
– Hetta er ein vælegnaður og
festligur skógvur til ein festival ella
stevnu, leggur hann aftrat.
Flaggskipið
Teir sera vælumtóktu Skechers-
skógvarnir eru líka sum “flaggskipið”
hjá Skósøluni. Hesir skógvar fáast
til alt vanligt brúk, bæði sum renni-,
gangi-og arbeiðsskógvar.
– Tað, sum sermerkir Skechers,
er, at teir eru ógvuliga lættir, eins og
teir eru populerir og viðurkendir sum
renniskógvar.
Hóast skógvarnir eru lættir, taka
teir væl móti stoyti, og við sínum
"runda" botni fara teir væl við ryggin
um, tí tann, sum rennur ella gongur í
teimum, lendir á miðfótinum, soleiðis
at stoyturin ikki fer úr halinum og upp
í ryggin.
Terji Hansen sigur, at tað nýggja
við Skechers-skóm, er innleggið, ið
verður rópt Memory Foam.
– Innleggið kann ikki keypast leyst,
men liggur fast í skónum. Innleggið er
ógvuliga behagiligt at ganga á, og tað
hevur rættiliga “fangað”. Fólk, sum
einaferð hava stigið í ein Skechers-
skógv við Memory Foam, eru seld og
keypa.
Hann sigur, at innleggið er skúm-
kent.
– Tað avlastar trýstið og formar
fótin niðri í skónum. Øll kunnu brúka
Memory Foam, sigur Terji Hansen.
Áway við enn fleiri umboðum
Áway hevur stóran smiðjubygning í Norðragøtu, og eigur nú eisini OK Heilsølu & Maskinur í Hvalvík
Mynd: Vilmund Jacobsen