mánadagur 11. juli 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Sp/f Nýgerð, sum Adrian Stauss í Leirvík
eigur og rekur, hevur gjørt eitt sera
snøgt laðingar-og steinsetingararbeiði
niðri við Mataránna í Leirvík. Hetta
er áin, sum rennur oman millum
gomlu neystini í bygdini
Vilmund Jacobsen
M
ataráin kemur oman, har
sandur áður er vippaður oman
í fjøruna - til gleði og gagns
fyri bæði stór og smá.
Laðað er uppundir vestursíðuna
á niðasta parti av ánni og einar 40
metrar niðan eftir ánni.
Blómubed er gjørt í sjálvum skrá
anum, og nakrir hagasteinar eru lagdir
til prýðis í moldina og millum veksandi
blómurnar.
Vestan fyri skráan er eisini gras
plena og ein størri steinseting, sum
skal ímynda eitt gamalt fiskapláss,
har klippfiskur í sínari tíð varð turkað
ur úti í sólini.
Entreprenørurin, Poul Joensen í
Fuglafirði hevur tikið sær av planering
og koyring.
Eitt eftirgjørt gangispæl, sum er
bygt eftir gamlari fyrimynd, skal eisini
setast upp á økinum.
Beint vestan fyri fyri Mataránna
og líka sum ímillum gomlu neystini er
fyri fáum árum síðan eisini bygdur ein
krokk-vøllur, sum eisini hevur verið til
mikla gleði fyri mong.
Tað sermerkta í hesum umhvørvi
í Leirvík er, at tað serliga eru privat
persónar, sum eru primusmotorar og
standa aftan fyri hesar verkætlanir,
sum prýða og fjálga so væl um bygda
umhvørvið.
Persónurin, ið gongur aftur sum
privatur íleggjari, er í fyrsta lagi Jógv
an Elias Joensen, sum í nógv ár hevur
verið nevndarformaður í gulllaksa
virkinum, Tavuni.
Ein annar persónur, sum eisini
var við til at fáa nýggjan sand oman
í gomlu fjøruna, er Osmund Justinus
sen, reiðari.
Nú vóna leirvíkingar, at kommun
an fer at taka sær av eystara áarbakk
anum í Mataránni, sum er í ringum
standi og rapar í støðum.
Sum Vikublaðið skilir, hevur Eyst
urkommuna tikið hetta mál upp og
ætlar at stuðlað undir, at eystari áar
bakki í Mataránni eisini verður laðaður.
Í Leirvík siga tey, at síðan privatir
fóru í holt við at hugna og fríðka um
økið niðri við gomlu neystini í bygdini,
eru fólk, sum eiga hesi neyst, eisini
farin at hampa um hjá sær. Tað eru
eisini tey, sum hava bygt sær neystini
um til summarhús.
Rokoko í Norðragøtu klæðir alla familjuna
Rokoko er á tremur við nýggjasta summarmótanum, og handilin selur klæðir til øll, bæði vaksin og børn
Vilmund Jacobsen
N
ú G! Festivalurin nærkast, lata
tey, sum eiga og reka klædna
handilin Rokoko í Norðragøtu,
væl at søluni, sum gongur javnt og
væl, sum tey taka til.
– Vit hava havt eitt størri útboð av
klæðum til kvinnur enn menn, men
nú er úrvalið til menn eisini ment og
vorðið meira fjølbroytt.
Tað sigur Kristianna Ennigarð.
Eitt, sum tey í Rokoko hava lagt
til merkis seinnu árini, er, at fleiri og
fleiri, sum fara uttanlands at ferðast
um summarið, keypa klæðir við sær,
áðrenn tey fara. Hetta eru gjarna
løtt klæði, stuttar buksur og lættar
t-shirts ella blusur.
– Hetta hava vit serliga sæð,
síðan føroyingar eru farnir at flúgva
beinleiðis millum Føroyar og ferða
málini í øðrum londum. Fólk, sum fara
suður eftir at ferðast, vita eftirhondini,
at útboðið av klæðum, har tey koma,
ofta er lítið og einstáttað. Er talan
um ferðabýir sunnan fyri, sært tú ofta
somu klæðir í fleiri handlum, og oftast
er talan um eitt lutfalsliga lítið úrval.
Alt tað nýggjasta
Rokoko er á tremur við nýggjasta
summarmótanum, og handilin selur
klæðir til øll, bæði vaksin og børn.
Klædnamerkini til hennara eru eitt
nú Sisters-point, Jacqueline de Yong,
Noisy May, Masai, Cat & Co., Marc
Lauge, One Two og Mongul.
Handilin hevur eisini eitt stórt úr
val av støddunum, 42 - 56 frá Zhenzi
og Juna Rose.
Klædnamerkini til menn eru eitt nú
Shine, Lindberg, Jack´s og Bison, og vit
hava nú eisini lekra merkið Garcia.
Til børnini hevur Rokoko eitt nú
Kids up, D-xel og Fixoni.
– Umframt klæðir til alla familj
una, hava vit eisini eitt rímiliga gott
úrval av skógvum til kvinnur – og
eisini eitt ávíst úrval til menninar,
sigur Kristianna Ennigarð, sum vegna
Rokoko ynskir øllum, bæði nær og
fjar, ein góðan G! Festival.
Rokoko, sum eisini er á Facebook,
hevur dugnaligar kvinnur í starvi, og
handilin hevur viðskiftafólk úr øllum
landinum. Handilin fær nýggj klæðir
heim hvørja viku – alt árið.
Jóna Jacobsen og Kristianna
Ennigarð í handlinum
Rokoko í Norðragøtu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein vakur blettur í Leirvík
Tað er Birgir W. Høgnesen, sum hevur tikið myndir av snøggu laðingini í Leirvík