mánadagur 11. juli 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Ektaður gøtutónleikur
úr New Orleans
The Hot 8 Brass Band koma á G! Festival
við ektaðum New Orleans gøtutónleiki -
sum er andborin av eitt nú legendunum
Louis Armstrong og Fats Domino
T
he Hot 8 Brass Band spæla og
marsjera við einum villum, men
snøggum vavstri av jazzi, funk
og hip hop. Teir spæla og marsjera,
tí tað er tað, sum lívið bað teir um.
Søgan um The Hot 8 er ein klassisk
søga, har sorgarleikurin og kærleikin
til heimbýin, grannalagið og vinirnar
vinnur á ósigandi mótgongd.
Ikki færri enn tríggir úr orkestri
num eru myrdir, meðan tann fjórði
- trompetleikarin Terrell “Burger”
Batiste - misti beinið í eini ferðslu
vanlukku. Saknurin, tapini og mót
gongdin hava hótt bólkin, men stóra
katastrofan Hurricane Katrina hevði
við sær at bólkurin helt áfram.
Tí, tá støðan var ringast í New
Orleans var tónleikurin savningar
megin, sum eggjaði The Hot 8 Brass
Band og íbúgvunum at byggja sam-
felagið og býin uppaftur.
Við tónleikinum og marsjinum
heiðra The Hot 8 Brass Band falnu
vinunum, meðan teir saman við hin
um í New Orleans ferðast inn í eina
bjartari framtíð.
G! Festivalurin
Leinkjur:
10 min. dokumentarur um The Hot
8 - https://www.youtube.com/
watch?v=1I4oYkETD6E
“Ghost Town” - Hurricane Katrina
- https://www.youtube.com/
watch?v=nsyK9_iaCoA
“Sexual Healing” - https://
www.youtube.com/
watch?v=ZsDUXo5TcZY
“Incendiary” – 4 STARS - THE
OBSERVER / “Irresistible” – 4 STARS
– MOJO
“This is awesome!” - GUY GARVEY
(BBC 6MUSIC/ELBOW) / “Undiluted
nourishment for the soul” – THE
BIG ISSUE / “One of the years finest
albums” - 5 STARS - SONGLINES
Trygdin
í hásæti
G! Festivalurin
hevur í ár gjørt
sær ómak, so
pallurin stendur
tryggur, tá
umræður hvussu
sjógvur og flóð
ávirka, so av hesi
orøk verða ongar
avlýsingar í ár
Dagfinn Olsen
Tað er komið fyri, at veður og
vindur hava gjørt sítt til, at
framførslur á stóra pallinum
hava verið seinkaðar, fluttar
ella avlýstar.
Men í ár er lagt væl undir
pallin, og stabbar eru stoyptir
í sandin, so at pallurin stendur
sera tryggur. Vatn og flóð
til dømis skuldu ikki verið
orsøk til avlýsingar, men G!
fyrireikarararnir kunnu tó onki
gera við mjørka og og líknandi,
ið kann órógva flogferðsluna.
- Men av vatni og flóð
verður ongin avlýsing, og
faktiskt vænta vit onga
avlýsing í ár, frættist av G!
skrivstovuni.
Stríðast við flugubein
Tá spurt verður, hvussu tey
á G! skrivstovuni meta um
fyrireikingarnar, og hvussu
vónirnar eru, so siga tey við
løttum tóna, at á talvuni
á vegginum eru eini 1000
flugubein, ið skulu setast, men
av teimum eru longu eini 900
komin á pláss.
-Vit stríðast við flugubein,
men vit eru væl nøgd, og hava
góðar vónir. Vit eru sera spent,
siga G! Fyrireikararnir.
Phlake – danska
stjørnuskotið
G! Festivalurin
fegnast um at
vísa føroyingum
Phlake - danska
stjørnuskotið, sum
við risafetum leggur
Danmark undir seg
F
yrsta plátan hjá Phlake varð
slept í farnu viku, teir skaptu
kaos á Roskilde, tá túsundatals
fólk streymaðu til konsertina á Rising
pallinum og nú geva lokkandi løgini
um kærleika og funky tónin endurljóð
í donsku miðlunum.
Tað er ikki mongum bólki unt, at
næsta staklagið vinnur platin.
Konsertferðin hjá donsku Phlake
varð útseld uppá fáar tímar og nú
ríða teir á tónleikaligu alduni - og
beint heim á G!
Phlake spæla hóskvøldið á G!, sum
fer at vera eitt rimmar gildi. Saman
við lekru tónunum hjá Phlake, verða
millum onnur eisini SBRC aka The
Bloody Beetroots, Punjab, Zion Train
og Konni Kass á palli hóskvøldið.