mánadagur 11. juli 2016síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 28 • 11. JULI 2016
25
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Fjósið bjóðar til fjøl
broytta mentanarskrá
H
etta er nakað vit hava roynt við
góðum royndum árini framm
anundan. Okkurt av tí sum er
á skránni vilja fólk kennast við frá
undanfarnu G!-festivalunum, meðan
annað eru nýggj og nýskapandi tiltøk.
Í Fjósinum eru tiltøk allar tríggjar
dagarnar.
Hósdagurin: VJ-snildi
Byrjað verður hósdagin við eini verk
stovu í VJ-snildi í Fjósinum, sum danin
Mad ES stendur fyri. Hann kemur á VJ-
skeiðnum at vísa og siga frá um hvat
VJ er fyri nakað, og hvat tað er í tí
høpinum hann arbeiðir. Hann kemur at
geva íblástur og kemur við dømum um
hvussu ein kann seta í gongd slíkar VJ-
ætlanir, ella hvussu ein kann arbeiða
víðari við tí sum man er farin undir.
Mad ES hevur víst fram sínar VJ-
ætlanir í meir enn 18 londum, alt
frá stóru Glastonbury festivalinum,
til indiska frumskógin. Hann kemur
eisini at VJ-að í til talGILDIÐ í Fjósinum
leygarkvøldið.
Upp við Hornunum
Aftan á eina fjølbroytta byrjan tekur
Upp við hornunum ræði á Fjósinum
við tónleiki og tiltøkum úr málm
tónleikaheiminum. Hetta er eitt fjøl
broytt kvøld, sum kemurat halda fra
til um trýtíðina, har millum annað
Svartmálm, Iron Lungs, Asyllex og
Goresquad fara at upptraðka.
Fríggjadagurin: Túning
og dansistev
Fríggjadagurin í Fjósinum er vígdur
teimum sum hava serligan tokka til
fólkatónleik og gittarar.
Longu klokkan 14:00 byrjar Stan
ley Samuelsen sína verkstovu sum
kallast “Guitartuning”, har hann kem
ur at tosa um og læra frá sær hvussu
ein kann brúka gittarin og ikki minst
hvussu ein kann brúka gittarin til at
skifta ljóðmynd. Verkstovan passar
fyri øll tónleikaáhugað, og hon tekur
ein lítlan tíma.
Sjálvur brúkar Stanley Samuelsen
átta ymiskar ljóðmyndir, tað vil siga
átta ymiskar mátar at stemma gittarin
uppá. Hetta eru mátar sum hann eisini
hevur víst í síni bók Stanley Sam
uelsen Songbók. Umframt at brúka
seg sjálvan sum dømi, so kemur Stan
ley at vísa til aðrar tónleikarar sum
eisini arbeiða við ymsum ljóðmyndum
á gittaranum, millum annað Joni
Mitchell, Stephen Stills og Dougie
Maclean.
Klokkan 15:00 eru nýggjastu
úrslitini frá filmsskeiðinum Nóllywood
á skýggjanum.
Klokkan 17:00 tekur fólkatónleika
stevnan á G! dyk á seg við enn einari
verkstovu. Hesa ferð við einari verk
stova í fólkadansi, har Sharon Weiss &
Kristian Blak leggja lag á fólkadansin.
Frá klokkan 18:00 til umleið klokkan
02:00 verður fólkatónleikur í Fjósin
um har Kollslíð & Sverrisson; Óli á
Grindafløtti & Heðin Ziska Davidsen;
Anna Falt; Janus & the Crowberry
Band; Uni Debess og Holgar fara at
spæla st spæla.
Umleið klokkan 21:30 skal mann
fólkakórið Bollarnir hava eina konsert
i Fjósinum. Hetta er sannur mann
fólkasangur, við millum annað Jákup
Veyhe, Herleif Hammer og Allan
Dalsgarð millum ræddirnar.
Leygardagurin: Tað
andaliga og handaliga
Leygardagurin er vígdur eini fjøl
broyttari skrá í Fjósinum, og einari
poetiskari rundferð.
Klokkan 11 er sum vant kirkju
gongd umborð á Norðlýsinum um
veðri er til tað. Kl 12:15 byrjar við
barnatiltakið, har møguligt er at vera
við til at gera eitt felags listaverk.
Klokkan 13:00 heldur barnatitakið
fram á Spæliplássinum, meðan HÚS
saman við Rebekku Petersen kemur at
spæla meditativan tónleik í Fjósinum
fram til klokkan 14:00 tá Pecha
Kucha stendur á skrá. Í stuttum er
Pecha Kucha ein háttur har ein uppá
stutta tíð fær møguleika at visa fram
sítt arbeiði. Luttakararnir fáa høvi at
vísa 20 myndir, og hvør mynd kann
vísast í 20 sekundir. Hvør luttakari fær
sostatt seks minuttir og 40 sekundir
til sína framløgu.
Klokkan 15:15 verður tekniløta við
Janus á Húsagarði í Fjósinum. Sam
stundis byrjar labORÐatoriið á G!, ein
poetisk rundferð í Syðrugøtu.
Dugnaligur tónleikararnir Johan
Hentze, Dávur Juul Magnussen og
Agnar Lambhauge hava í tvey ár
spælt undir tíl klassiskan stumfilm og
tað koma teir aftur at gera aftur í ár.
BÁRALDUR er klokkan 17:05, Áftaná
gongur ferðin aftur í søguna, ta Áðr
enn Elvis verður. Eitt hugtak sum er
sprotti úr útvarpssendingunum hjá
Meinhardi Jensen við sama navni, har
leita verður aftur til røturnar - tær
tónlistarligu røturnar.
Klokkan 19:30 verður “Mítt navn
við hondskrift” er ein verkætlan, sum
umfatar upplestur, elektronika tón
leiki og myndlist. Tiltakið tekur støðið
í útgávuni við sama navni sum kom í
2014 har tað er Lív Maria Róadóttir
Jæger sum stendur fyri orðunum,
meðan Lasse Thorning Jæger stendur
fyri tónunum og Hanni Bjartalíð fyri
myndlistini.
talGILDIÐ á triðja sinni
Frá klokkan 21:00 til klokkan 02:00
stendur talGILDIÐ á skránni í Fjósinum.
Hetta verður triðja talGILDIÐ umframt
stóra GILDIÐ.
Fyrireikararnir siga at talGILDIÐ bleiv
sett í verk fyri at varpa ljós á og fáa ein
pall til elektroniskan tónleik í Føroyum.
Tey sum fara á pall í Fjósinum leygar
kvøldið eru VJ Mad ES; ATON; Helgi;
Space Invaders og HULDA.
Á ársins G! Festivali 14. til 16. juli bjóðar festivalurin eina spildurnýggja matskrá, sum
gevur mettuna, hitar kropnar kroppar og veitir orku allan festivalin á tamb
Leygardagurin er aftur í
ár dagurin fyri Barna G!
B
arna G! Er ókeypis tiltak fyri tey
yngstu seinnapartin leyardagin,
millum klokkan 12:00 og
16:00.
Byrjað verður við hugsavnan inni
í Fjósinum, so øll gerast væl fyri og
klár til ein hugnaligan dag á G!. Undir
leiðslu av Anniku Bolton Mortensen
fara luttakararnir tíl tónar frá Rólant
av Reyni at róligani at blása vatnlitir
á eitt felags listaverk.
Aftaná, klokkan 13:00, verður
stóra brakið á spæliplássinum, har
Vivian Sjóðklett fyrst skal hava
flenniskeið, so lagið gerst gott á
øllum… ikki minst Kúllunum, ið eisini
koma at framføra brellbitar frá teirra
vælumtóka showið.
Síðani er tað skattaveiða við
Angelu & Kúllarnar, har luttakararnir
sleppa at uppliva festivalbygdina
meðan tey leita eftir skattinum. Einki
G! uttan eina skattaveiðu, ið Angela
aftur í ár er stigtakari til.
Tá skattaveiðan er liðug, og
øll eru komin aftur á Spæliplássið
verður sjónleikur, har Vivian Sjóðklett
stjórnar einari ævintýrframførslu við
hjálp frá djørvum áskoðarum. Síðsta
Barna G! Tiltakið er tekniløtan við
tónleikaran og barnabókahøvundun
Janus á Húsagarði í Fjósinum.
Nógv børn gleða seg serliga til
eitt á G!, og tað er ponyríðingin, og
hon verður eisini í ár. Møguligt verður
at ríða á pony leygardagin millum
klokkan 14 og 18. Hetta er tann
einasti parturin av Barna G! har ein
samsýning verður tikin, tað kostar 20
krónur fyri hvønn ponytúrin.
Ævintýrarferðin, sum ofta hevur
verið við á barnatiltakinum spælur í
ár sum partur av vanligu G! Skránni.
G! er meira enn
tónleikur, og aftur
í ár eru fleiri onnur
mentanartiltøk
sett á skrá.
Talan er millum
annað um eina
poetiska rundferð í
Syðrugøtu, umframt
fleiri áhugaverd
tiltøk í Fjósinum
Mynd: Ditte Joensen