týsdagur 12. juli 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FJARÐASTEVNA
Vælkomin á
fjarðastevnu
í Vestmanna
Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen,
fegnast um, at bygdin eigur fólk, sum leggja nógva orku
í ítróttarliga partin, og hann fegnast ikki minst um góðu
gongdina innan hondbólt, kappróður og badminton
Vilmund Jacobsen
Fjarðastevna, sum skiftir millum
Skála, Strendur og Vestmanna, er
annaðhvørt ár í Vestmanna, og í ár
eru tað vestmenningar, sum skipa
fyri.
Stevnan verður í Vestmanna
komandi vikuskifti, og tað verður
borgarstjórin, Pauli T. Peter-sen,
sum fer at seta stevnuna fríggja-
kvøldið.
– Okkara lutur sum kommuna er
at skapa góðar karmar um stevn
una, og alt okkara arbeiðsfólk er í
løtuni í gongd. Her verður ruddað
og snøggað, og eitt nú skulu flagg
stengur og perur setast upp, sigur
hann.
Uppgangandi kappróður
Borgarstjórin sigur, at tað altíð
er hugaligt at halda røðu um tey
positivu tingini, sum eru í komm
ununi, og hann ætlar sær serliga
at røða um ítróttin, kappróðurin,
hondbóltin og badminton, sum eru
ítróttargreinar, ið mest verður gjørt
burtur úr í Vestmanna.
– Kappróðurin í Vestmanna er
uppgangandi í løtuni, og einir fimm
bátar eru mannaðir. Vit hava tvær
barnamanningar, harav dreingirnir
í Havfrúnni gjørdust fremstir á
jóansøku í Vági. Genturnar í sama
báti eru eisini við væl.
Hann vísir á, at vestmenningar
eisini hava fingið eina nýggja
Fortunu, ið er seksmannafar, sum
í ár er mannað við bæði kvinnum
og monnum.
–
Vestmenningur
er
ikki
mannaður í ár, og tað er greitt,
at tað krevur nógv at manna eitt
tíggjumannafar. Men, tá vit hava
børn og ung, sum rógva, og fólk
eru at halda teimum til, er vón
fyri, at kappróðurin, sum nú er
uppgangandi, fer at mennast enn
meira.
Tað vóru tíðir, tá Vestmenningur
lá í oddinum í føroyskum kappróðri.
Hondbóltur og badminton
Pauli T. Petersen fegnast ikki minst
um hondbóltin, sum gjøgnum fleiri
ár líka sum hevur verið ímyndin av
Vestmanna.
– Aftur í ár megnaðu okkara
hondbóltsleikarar, yngri sum til
komnir, at røkka góðum úrslitum,
harav besta liðið gjørdist FM-
vinnari. Kvinnurnar klára seg væl,
og tað gera tey yngru og børnini
eisini. Tað hevur góða ávirkan á
hondbóltin, at VÍF eisini hevur ung-
dómsvenjara knýttan at felagnum.
Borgarstjórin sigur, at ein onnur
ítróttargrein, sum eisini hevur
góðan gróðrarbotn í Vestmanna, er
badminton, og bygdin eigur fleiri
góðar badmintonleikarar.
Men, hvat fer borgarstjórin í
Vestmanna kommunu so at siga,
tá hann fer at røða og seta fjarða
stevnu fríggjakvøldið.
– Eg fari serliga at hugleiða um
stevnuna og ítróttin, og eg fari
at fegnast um góðu og positivu
gongdina í okkara kommunu. Men,
eg fari slett ikki at røða um politikk,
sigur Pauli T. Petersen, sum gleðir
seg at hitta vestmenningar og onn
ur á fjarðastevnu.
Fantastisk tíð
Hetta er fyrsta skeiðið hjá honum
sum borgarstjóri í Vestmanna
kommunu, og nú skeiðið skjótt er
runnið, heldur hann, at hetta hevur
verið ein fantastisk tíð.
– Vit høvdu fleiri avbjóðingar,
tá vit tóku við, har neyðugt var at
tillaga fíggjarætlanina og fremja
sparingar. Í dag er kommunan væl
fyri fíggjarliga, og nú hava vit aftur
ráð at gera ymiskar íløgur, sum
hava ligið á láni í fleiri ár. Vit eru
farin undir at asfaltera, og fríðking
hevur altíð verið eitt av málunum
hjá okkum. Vit vilja, at Vestmanna
skal vera hin grøna bygdin, og vit
fara at halda fram á hesum øki.
Pauli T. Petersen vísir á, at sjálv
andi var tað avbjóðandi at gerast
borgarstjóri í eini tíð, har fíggjarliga
rásarúmið var trongt, men hann
sigur seg ivast, um tað yvirhøvur
er lættari at stýra í góðum tíðum.
– Tað skerst ikki burtur, at vit í
Vestmanna kommunu hava havt
lotið í seglunum seinnu árini. Tá
hetta skeiðið byrjaði, var netto
skuldin hjá kommununi stívliga 50
miljónir krónur, og nú er hon niðri
á stívliga 20 miljónum. Ein álíkning
hjá okkum liggur um 42-43 miljónir
krónur, og tí er nettoskuldin hjá
kommununi nú minni enn ein hálv
álíkning. Tað er ógvuliga flott, haldi
eg.
Tað vóru serliga íløgurnar í
Ellisheimið á Grønanesi, sum í nøk
ur ár tyngdu Vestmanna kommunu
fíggjarliga, men í dag vildi eingin
verið hesa íløgu fyriuttan.
Miðbýur og útstykking
Pauli T. Petersen sigur, at tað,
sum í løtuni liggur fremst hjá
kommununi, er miðbýarætlanin,
sum verður projekterað og er hjá
arkitektunum, og henda skal setast
í verk skjótast gjørligt.
– Vit arbeiða eisini við einari
nýggjari útstykking Uppi í Vestri,
sum er niðan fyri annars nýggju
útstykkingina í Vestmanna. Hetta
er jørð, sum kommunan eigur, og
her verður talan um eini 25 nýggj
grundstykki, tá verkætlanin er
liðug. Ætlanin verður løgd fram
tíðliga í heyst, og tá hon er sam
tykt, verður farið í gongd. Gongst,
sum vit ætla, kunnu hesi 25 grund-
stykkini Uppi í Vestri verða klár at
selja um eitt gott ár ella so.
Borgarstjórin sigur, at eini 15
fólk standa á bíðilista eftir grund
stykkjum í Vestmanna.
– Okkurt einstakt grundstykki
er eftir, sum byggjast kann á, men
nú er neyðugt við einari nýggj
ari útstykking, sigur Pauli T.
Petersen, borgarstjóri í Vest-manna
kommunu,
sum
bjóðar
øllum
hjartaliga vælkomnum á fjarða
stevnu í Vestmanna.
– Í dag er kommunan væl fyri fíggjarliga, og nú hava vit
aftur ráð at gera ymiskar íløgur, sum hava ligið á láni
í fleiri ár, sigur borgarstjórin, Pauli T. Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Okkara lutur er at skapa góðar karmar um stevnuna, og alt okkara arbeiðsfólk er í løtuni í gongd. Her
verður ruddað og snøggað, og eitt nú skulu flaggstengur og perur setast upp, sigur borgarstjórin