týsdagur 12. juli 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80
Sosialurin
BÚNAÐARSTOVAN
Frammi í Dali 166 • 410 Kollafjørður
tlf. 47 90 00 • fax 47 90 20 • bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
Frá 13. juli til 20. august 2016 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði.
Tikið verður ímóti ull mikudag til leygardag frá kl. 13.00 til kl. 18.00
ella sambært avtalu við móttøkuna á tlf. 29 90 17.
Tikið verður tó ikki móti ull í viku 30, sum er ólavsøkuvikan.
Er talan um størri nøgdir, yvir 100 kg, er best, at tygum avtala tíð frammanundan,
tí annars kann roknast við bíðitíð. Ullin verður góðskumett og avroknað á staðnum,
tá hon kemur inn, um onnur avtala ikki verður gjørd frammanundan.
Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar.
Tikið verður ikki ímóti ull við skræpu ella málingarrestum í, vátari ull, ella ull við
ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og heldur ikki ímóti pesjum (fleirárað ull). Ull við
fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað.
Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.
Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki.
Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá veitarans hond,
jú skjótari gongur avrokningin á móttøkustaðnum.
Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 15,- fyri kg, íroknað MVG.
Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 2,- fyri kg, íroknað MVG.
Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 12,- og kr. 1,60 fyri kg.
Navn, P-tal ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin
verður latin inn.
Avtalað er við MBM sølustøðini kring landið, at hesi selja vælegnaðar posar frá Vest Pack at
stinga ullina í. Tað er tó ikki ein treyt, at hesir posar verða nýttir.
Eru ivamál, vendið tykkum tá til Dortheu Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo ella
beinleiðis til ullarmóttøkuna á tlf. 29 90 17.
U l l a r m ó t t ø k a
Vit lata skrivstovuna aftur vegna summarfrí
frá mánadegnum 25. juli 2016.
Opið verður aftur
mánadagin 22. august 2016.
Øllum viðskiftafólki verður ynskt
eitt gott summar.
SUMMARFRÍ
J. BRONCKSGØTA 16 · TÓRSHAVN · TEL 780 900
MENTA.FO
NiNG · Tel 215 315
ÚTBJÓÐING
Útbjóðing av kafévirksemi í Reinsarínum.
Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út leigu-
málið at reka kaféina í Reinsarínum í Tórsgøtu 3,
100 Tórshavn.
Í hesum umfari verður raksturin boðin út í tvey
ár frá 1. oktober 2016. Hvørgin av sáttmála-
pørtunum kann siga sáttmálan upp teir fyrstu
4 mánaðirnar.
Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi
í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2016
kl. 12.00.
Lesið meira á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
REINGERÐAR FÓLK
TIL POLITISTØÐINA
Í KLAKSVÍK
Eitt starv sum reingerðarfólk er leyst at søkja til seta
skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna, 3
tímar hvønn yrkadag.
Lønar- og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála
millum HK og Moderniseringsstyrelsen.
Umsókn við CV og viðkomandi skjølum skal sendast til:
fo-personalekontor@politi.dk ella Føroya Politi, Postboks
3018, 110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 1. august 2016.
Hevur tú spurnigar um starvið, ert tú vælkomin at seta
teg í samband við HR-deildina, tlf. +298 351448.
John Kølbæk, fúti
Stór hús til sølu uml. 465 m2,
við trimum leigumálum
Fyri kr. 2.900.000
Tlf : 211208
STÓR HÚS TIL SØLU