Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum gjørdu mær 80 ára føðingardagin so hugnaligan og minnisríkan. Takk fyri heilsanirnar, gávur og blómur. Eisini vil eg takka teimum mongu, sum komu í føðingardag hjá mær. Og ein serlig tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til at gera føðingardagin so góðan og minnisríkan. Heilsan Turid Jacobsen Tøkk Stóra tøkk til tykkum øll, ið gleddu okkum á hjúnabandsdegi okkara. Lillian og Ørvar Jacobsen Tøkk Vit vilja hjartaliga takka øllum, ið sýndu samkenslu og hjál, tá okkara elskaða kona, mamma, omma og vermóðir Aspa Joensen Fuglafjørður fødd 18.09.1950 deyð 15.10.2015 andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir, vitjanir og hjálp undir sjúkraleguni. Takk til prest, sangarar, berarar og kirkjutænarar, og fyri alla hjálp til jarðarferðina og ervið, heimatænastuna »Nánd«og Sjúklingahotellið Tórshavn. Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til sítt síðsta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Pætur, Albert og Mathilda Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Dagmar Andreasen fødd 13.08.1928 deyð 03.01.2016 andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólkini á Boðanesheiminum fyri ta umsorgan, ið varð víst henni. Hjartaliga tøkk til tykkum í Frelsunarherinum fyri góð og troystarrík orð til jarðarferðina og takk fyri lán av salinum til ervið. Takk fyri blómur, kransar og ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Esmar, Sólfríð, Elif, Heidi og Jón Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra, mamma, dóttir, systir, omma og langomma Rannvá Andreasen fødd 23.02.1951 deyð 02.05.2016 andaðist og varð jarðað. Vit takka familju, vinum og kenningum fyri hjálpina og vitjanirnar í hesa sváru tíð. Takk til starvsfólk á B6 og pallitiva toymið. Takk til Theodor Olsen, prest, fyri troystarrík orð í kapellinum og Hoyvíkar kirkju. Takk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Takk fyri blómur og kransar. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Við heilsan og tøkk familjunar vegna Esmar, Marjun, Eydna og Erna Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt gleddu okkum í sambandi við brúdleyp okkara. Jakobina og Herálvur