Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2016 · Nr. 80 18 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað finnast nógvar mytur um alkohol, men veitst tú í veru­leikanum, hvat er fupp, og hvat er fakta? ”Alkohol er gott fyri hjarta”, verður ofta sagt. Men, visti tú, at hetta fakt­iskt bert er galdandi fyri kvinnur, sum eru 45 ár og eldri - og at gagnliga mongd­ in snýr seg um nøgdir á hálvt ella heilt vínglas um dagin? Onkur sigur, at vín og alkohol fita ikki. Men, tað er ikki rætt. Alkohol fitar nógv. Innihaldið av orku í alkoholi er næstan líka so stórt sum í feitti. Á hinari síðuni mettar alkohol ógvuliga lítið, og tí etur tú ikki minni, hóast tú drekkur. Kanska kann alko- hol gera máltíðina til eitt størri njótilsi, men alkoholið mink­ar um forbrenningina. Alkohol skaðar fostrið Onkur sigur, at alkohol ger tað truplari at gerast við barn, men tað er neyvan rætt. Avmarkaðar nøgdir av alkoholi kunnu stimba hugin at vera saman kynsliga, og hetta er fyritreytin fyri at gerast við barn. Hinvegin kunnu ov stórar nøgdir av alkoholi ganga út yvir evnini til kynsliga samveru. Onkrar kanningar benda á, at 14 snapsir ella víngløs um vikuna kunnu gera tað lættari at gerast við barn, men tað eru eisini kanningar, sum benda á, at tað tekur longri tíð at gerast við barn, um tú brúkar alkohol. So, hetta stendur líka sum upp og niður. Hinvegin ivast lækna­vís­ undin slett ikki í, at alkohol er ógvuliga skaðiligt fyri fostr­ið, og tá kvinnan sjáldan veit, júst nær hon er vorðin við barn, eru ráðini at vera ansin við alkoholi. Kaffi ella motión Onkur sigur, at ein koppur við kaffi ger teg edrúan, men tað er ikki rætt. Hvørki kaffi, motión, frísk luft ella brúsubað gera nakran mun. Kanska følir tú teg klárari í høvdinum, men likamið for­ brennur ikki alkoholið skjót­ ari av hesum orsøkum. Likamligur aktivi­tet­ur útsetir heldur forbrenn­ing­ ina av alkoholi, og tú for- brennur meira, um tú liggur á sofuni, enn um tú ert likam­liga aktivur. Onkur sigur, at ein snaps- ur forbrennur eftir einum tíma, men sakkunnleikin sigur, at tað neyvan er so. Tú forbrennur millum 1-1,5 gram av alkoholi um tíman fyri hvørji 10 kilo, tú vigar. Ein snapsur svarar til umleið 12 gram av alkoholi, og vigar tú 60 kilo, forbrennur tú sum tummilfingraregul 6-9 gram um tíman. Tí mást tú rokna við, at tað tekur heilt upp í tveir tímar at forbrenna ein snaps. Kanska gerst tú skjótari edrú/-ur enn vinmaðurin ella vinkonan, sum vigar júst tað sama sum tú. Men, av­gerandi er eisini, hvussu stórur ella lítil tín vødda- ella feitt­ vevnaður í likaminum er. Jú, størri vøddar, tess betri forbrenning. Onkur sigur, at menn tola alkohol betri enn kvinnur, og soleiðis er tað ivaleyst sum oftast. Innihaldið av vætu er ofta størri í kroppinum á manni enn kvinnu, og vødd­ar­nir eru størri og fylla meira. Tað er rætt, at tú ávirkast skjótari av alkoholi, tá magin er tómur. Tá kemur rúsurin skjótari, enn um tú hevur etið, áðrenn tú drekkur - ella, tú etur, meðan tú drekkur. Kann føra til demens Onkur sigur, at heilakyknur verða oyðilagdar, tá tú drekk­ ur, men soleiðis er tað faktist ikki. Nýggjari gransking bend­ ir ikki á, at so er. Hinvegin tálmar alkohol gerðini av nýggj­um kyknum. Brúkar tú alkohol yvir eina longri tíð, kann alkohol eisini føra til demens. Tað er eingin logikkur í at ”røkja” timburmenn við at drekka meira, tí timburmenn eru eitt tekin um ”eitran”. Tá er vatn tað besta, tí alkohol er vatndrívandi, og vætutørvur er ein partur av orsøkini til, at timburmenninir gerast so ringir. Alkohol fær teg at slappa av og loysa vøddarnar, so­ leiðis at tú tosar meira lætt og dansar meira frígjørd/- ur. Men, balansugongdin við alkoholi er hárfín. Tað vita tey flestu av royndum. Knapp­liga ert tú ikki meistara-dansarin longur, men hevur trupulleikar við at finna javnvágina og vrøvl­ ar eina rúgvu. Kelda: Útlendskar heilsusíður Ein koppur við kaffi ger teg ikki edrúan. Hvørki kaffi, motión, frísk luft ella brúsubað gera nakran mun í so máta. Kanska følir tú teg klárari í høvdinum, men likamið forbrennur ikki alkoholið skjótari av hesum orsøkum. Tað er heldur soleiðis, at likamligur aktivitetur útsetir forbrenningina av alkoholi Kanst tú renna teg edrúan? HEILSA SÍÐAN 1936 GUMMIBÁTATÆNASTAN Mykinsesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo VIT HAVA VOGNIN TIL EINHVØNN TØRV Er tú raskur og dugur eitt sindur av hvørjum ? Til ein av okkara kundum verður søkt eftir einum røskum persóni at byrja skjótast gjørligt. Talan er um handil við fjølbroyttum uppgávum og verður søkt eftir persóni, sum dugur við kundum og er tænastusinnaður. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, so sum avgreiðsla av kundum, søla, pakking av vøru og vøruútkoyring. Tað er neyðugt, at duga at handfara ein skiftilykil til smærri uppgávur. Tað verða ikki sett krav til serligar førleikar uttan so, at viðkomandi persónur er álítandi, raskur og vísur vilja til loysnir. Tað er neyðugt at hava BE- koyrikort til viðfestisvogn. Hetta kann tó eisini takast seinni. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Páll Hammer á telefon 551723. Umsókn skal sendast til ph@januar.fo í seinasta lagi tann 25. juli 2016. Hoyvíksvegur 5 P.O. Box 30 FO-110 Tórshavn Tel. +298 31 47 00 januar@januar.fo januar.fo Læknavísundin ivast slett ikki í, at alkohol er ógvuliga skaðiligt fyri fostrið, og tá kvinnan sjáldan veit, júst nær hon er vorðin við barn, eru ráðini at vera ansin við alkoholi Alkohol tálmar gerðini av nýggjum kyknum, og brúkar tú alkohol yvir eina longri tíð, kanst tú gerast dementur