hósdagur 9. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 171 - 9. september 2004
Nr. 171 - 9. september 2004
3
Talið á føroyskum
kommunum er við
árslok fallið undir
einum valskeiði úr 48
niður í 34; spurning-
urin um hvat skal
henda við mongum
bygdum hongur enn í
leysum lofti nú
kommunuval nærkast
KOMMUNUSAMAN-
LEGGING
Búi Tyril
Í nógvum føroyskum bygd-
um er stórur spenningur um
hvussu gongdin í kommun-
alum samanleggingum fer
at taka seg út aftan á tey
komandi kommunuvalini í
november. Hóast verandi
lóggáva um sjálvbodnar
samanleggingar ikki gevur
ítøkiliga leiðbeining, so
hevur inniverandi valskeið,
nú tað er um at renna út,
sæð
eina
krymping
í
mongdini av kommunalum
eindum við so mikið sum
14; vit høvdu 48 kommunur
fyri fýra árum síðani, tann
1. januar 2005 hava vit 34.
Um samanleggingarnar
henda í títtari ella spaku-
ligari takt, veldst um eygað
ið sær. Í øllum førum er tað
ómøguligt at siga hvat fer
at henda aftan á valið, part-
vís tí at eingin, í prinsippin-
um, kann spáa hvat úrslitið
av valinum verður. Men
síðani kunnu sjálvandi aðr-
ar serligar orsøkir vera til at
spurningurin í nógvum
stendur víðopin.
Fleiri jokarar
Taka vit Eysturoy sum
dømi, so skilst at fleiri
borgarstjórar
í
stórum
bygdum hava sagt at teir
ikki eru sinnaðir at halda
fram í komandi valskeiði.
Sjóvar Kommuna, ið
geografiskt kundi hóskað
saman við Skála, fer uttan
iva fyrr ella seinni at kenna
trýstið frá einum tørvi á
samanlegging
við
aðra
kommunu. Nes Kommuna,
beint yvirav, liggur í natúr-
ligum forleingilsi av Runa-
vík, og her er so at siga
sama søga galdandi sum
hjá
Sjóvar
Kommunu:
kommunan er rættiliga stór
men verður kortini helst ov
lítil tá av tornar. Nakað
heilt annað er at Strendur
og Toftir tykjast líkjast
socialt og mentanarliga.
Tann traditionelli tri-
angulin Fuglafjørður-Gøta-
Leirvík stendur somuleiðis
fyri einum vali millum at
konsoliderast ella deilast
upp í aðrar eindir. Geograf-
iskt og søguliga hevur
hetta verið ein sjálvsøgd
eind, men samstarvið mill-
um hesar kommunur hevur
víst seg at halta í summum
førum. Von at vera region-
alur leiðari, hevur Fugla-
fjørðar Kommuna verið
løgd undir at trumfa í so
nógv í mun til Gøtu og
Leirvík
í
málum
tær
tríggjar kommunurnar hava
samstarvað um.
Millum stórar jokarar í
hesum samanhangi teljast
vaksandi Runavík og Norð-
oyatunnilin. Tann fyrri er
ein táttur ið dregur Gøtu
móti Kongshavn, meðan
tann næsti uttan iva fer at
styrkja bond millum Klaks-
vík og umráðið, tað er fyrst
og fremst Leirvík. Eftir
stendur spurningurin um
hvussu Fuglafjørður fer at
spæla út síni kort.
Sjálvboðið?
Kommunalar eindir við
færri enn 1500 íbúgvum
verða, út frá tí sum politiskt
er lagt upp til viðvíkjandi
eitt nú barnavernd, noyddar
at leggja saman við aðrar
ella fáa í lag formelt sam-
starv um socialar tænastur.
Processin við samanlegg-
ingum varð sett í gongd í
1990-unum tá Landsstýrið
vildi leggja upp til at kóka
tær kommunalu eindirnar
niður í níggju, aftan á at tað
stóð greitt at ein røð av
socialum uppgávum ið eftir
ætlan skuldu flytast av
lands yvir á kommunalt stig
ikki kundu flytast av tí
praktisku orsøk at tær
nógvu kommunurnar vóru
ov smáar, fíggjarliga ov
veikar til at bera kostnaðin
av barnaansing, eldrarøkt
og øðrum ið nýmótans før-
oyingar krevja av sam-
felagnum.
Aftan á eitt ramaskríggj
og fylgjandi kanning varð
málið politiskt kanaliserað
í núverandi linju sum gong-
ur út upp á at kommunurnar
sjálvar skulu sleppa at stýra
gongdini móti færri eind-
um, tó ikki óendaliga
leingi: Landsstýrið heldur
um stýripinnin gjøgnum at
avgera hvussu og nær tær
ymisku lokalu samfelags
uppgávurnar skulu ásetast,
og kommunurnar noyðast í
sínum lagi at dansa eftir
galdandi pípu fyri ikki at
gerast lógarbrótarar.
Samanbera vit við onkur
av grannalondunum, so
minnir
tann
føroyska
gongdin í kommunalum
samanleggingum kanska
meir um mótsvarandi í Ís-
landi heldur enn í Dan-
mark, har samanleggingar
hava verið gjøgnumførdar
centralistiskt
og
stutt-
freistað.
Peningur og
demokrati
Limalistarnir hjá teimum
báðum felagsskapunum ið
umboða
kommunurnar,
Kommunusamskipan Før-
oya og Føroya Kommunu-
felag ávikavist, tala sítt
mál. Ein kontrastur millum
tær smáu eindirnar og tær
størru eindirnar kemur
fram í og við at flest allar
størri kommunur eru limir í
Kommunusamskipani
meðan Kommunufelagið
ístaðin mest umboðar tær
smærru
kommunurnar.
Nakað forgjørt kann neyv-
an liggja í hesum, eftirsum
fyritreytirnar hjá komm-
unum av ymiskum støddum
eru rættiliga ymiskar.
Mong meina at alt hetta í
nógvum er ein spurningur
um hvør ið skal gjalda
rokningina fyri kommunalt
administreraðar tænastur:
tann fíggjarliga nóg sterka
kommunan ella tann fíggj-
arliga
minni
menta
kommunan við stuðli úr
landskassanum.
– Okkara felagsskapur
tekur sum heild undir við tí
sum Landsstýrið hevur lagt
upp til, segði Jógvan Kross-
lá, formaður í Kommunu-
samskipan Føroya.
– Tað hevði verið óreal-
istiskt at sett sum mál at
fingið talið á kommunum
longur niður enn til 9.
Onkur vil meina at 14 er
eitt betri tal men skulu
kommunurnar kunna klára
tær uppgávur sum verða
lagdar út, so mugu tær hava
eina ávísa stødd. Vit meina
at 1500 er eitt rímiliga
hóskandi tal av íbúgvum.
Hinvegin vísa onnur á tað
demokratiska aspektið og
seta seg upp ímóti at tvinga
kommunur at hava ávíst tal
av íbúgvum.
– Vit eru sum so neutral í
mun til spurningin um
samanleggingar,«
segði
Mia Petersen, formaður í
Føroya Kommunufelag.
– Tað sum vit ikki taka
undir við er tankin um at
tvinga kommunur til at hava
ávísa stødd! Samanlegging
ella samstarv, tað eigur at
vera upp til kommunurnar
sjálvar at avgera hvussu tær
vilja klára sínar uppgávur
fíggjarliga. Fyritreytirnar
hjá teimum ymisku komm-
ununum eru ógvuliga ym-
iskar og fólkatalið er ikki
altíð tann avgerandi tátturin
hvat búskapi viðvíkur. Sam-
starv og dialogur eru lykla-
orð her.
Spenningur um samanleggingar
í komandi valskeiði
Processin við samanleggingum varð sett í gongd í 1990unum tá Landsstýrið vildi leggja upp til at kóka tær kommunalu eindirnar niður í níggju
C
M
Y
K
3
2
Tann 1. oktober 2004 verður nýggja útgávan av føroyska/danska
passinum tikin í nýtslu.
Nýggja passið er eitt hátøkniligt trygdarpass.
Onki krav verður sett um umbýtan av galdandi passi!
Av tí at nýggja passframleiðsluútgerðin er so kostnaðarmikil, er
avgerð tikin um at gevast við passframleiðsluni í Føroyum,
soleiðis at øll passframleiðsla verður miðsavnað í Danmark.
Hetta ger, at møguleikin hjá fútaskrivstovuni í skundi at útskriva
nýtt pass eftir 1. oktober 2004 dettur burtur. Í staðin ber til í
summum førum at framleingja verandi pass ella at fáa útflýggja
"provisorisk" (fyribils) pass.
Hetta førir eisini við sær, at passavgreiðslutíðin tá verður umleið
2 - 3 vikur.Tí er alneyðugt, at fólk, ið hava tørv á nýggjum passi
eftir 1. oktober 2004, umbiðja passið í góðari tíð.
Frá 1. oktober 2004 kunnu børn undir 15 ár ikki verða skrivað í
pass hjá foreldrum ella øðrum og skulu tá hava egið pass.
Mannagongdin at umbiðja pass verður hin sama sum nú. Pass-
avgreiðslur eru á fútaskrivstovuni í Havn og á politistøðunum
uttanfyri Havnina.
Upplýsingar um pass annars eru tøkar á heimasíðuni hjá politi-
num: www.politi.fo
M. Nepper-Christensen
FØROYA LANDFÚTI
POLITIMEISTARIN
Smyrilsvegur 20 Postboks 3018 FO-110 Tórshavn Tel (+298)351448 Telefax (+298) 351452
KUNNING FRÁ FÚTASKRIVSTOVUNI
UM PASS