Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 6 RÚSEVNISMISNÝTSLA ÁRNI GREGERSEN E r tú endaður í misbrúki av rúsevnum – og kanska ser­liga av nýggjum syn­ tet­iskum evnum – so er lítl møguleiki fyri, at tú fært hjálp í Føroyum. Hvørki frá heilsuverkinum ella frá viðgerðarstovnum. VikuskiftisSosialurin seinast visti at siga frá mammu at soni, sum var misnýtari, at hon var víst burtur frá heilsuverkinum og at hvørki Heilbrgdi ella Blái Krossur kundu veita soninum hjálp. Heilbrigdi vísti tó til viðgerð á donskum stovni og skaffaði mann­ inum pláss á Kongens Ø, við­gerð­ ar­stovninum. Trupulleikin er tó, at hetta er privat viðgerðarstað, har mamm­ an sjálv mátti gjalda allar útreiðsl­ urnar. Bert viðgerðin fyrstu 30 dgarnar kostaði 50.000 krónur. Lág tøl Útlitini fyri, at nøkur hjálp verð­ ur veitt hesum misnýtarum eru ikki stór, tí tí álitið um rús­evnis­ misnýtslu, sum var gjørt í fjør, verða eyguni fyrst og fremst vendi móti alkoholmisnýtarum. Aðrir misnýtarar fáa lítla við­ gerð í álitinum, sum í taltilfarinum heldur ikki kann vísa á, at rúsevnis­ misnýtslan er serliga stóri í Før­ oyum Fatanin hjá Fólkaheilsuráðnum er, at Føroyar er í eini rímilig­ari støðu viðvíkjandi narkotikamis­nýtslu. Kanningarnar í 9. flokki, so- nevndu ESPAD-kanningarnar, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Al­ mannaheilsu hevur staðið fyri, vísa týðuliga ár fyri ár, at Føroyar eru millum tey lond í Evropa, har tey ungu brúka minst narkotika. Millum tey tilkomnu er Fólka­ heilsuráðið vitandi um, at tað finst ein ávís hashmisnýtsla. Fólkaheilsuráðið hevur seinastu árini havt afturvendandi fundir við løgreglu og tollvald, har roynt verður at finna fram til, hvussu stór tann ítøkiliga mongdin av rús­evnum er, sum hald er lagt á, og hvussu stór tann nøgdin er, sum hesir myndugleikar hava varhugan av, eru farin »ímillum fingrarnar« á teimum og út í samfelagið. Hesir fundir hava ført til eina niðurstøðu sum sigur, at støðan broytist ikki serliga nógv og at hon heldur ikki er serliga hættislig. Nøgdirnar, sum hald verður lagt á av tollvaldinum og løgregluni, eru ikki serliga stóorar og tær broytast heldur ikki serliga nógv. Hald verður lagt á eitt sindur av hash og eitt sindur av skunk, men ikki serliga nógv. Eitt lítið sindur er funnið av heroin og amfetamin, men í fimm ár var bert lagd hald á fimm ecstasy tablettir. Nýggj evnir Hóast uppgerðirnar klárt vísa, at myndugleikarnir so at siga ikki leggja hald á nýggj syntetisk evnir, so vita bæði tollvaldið og løg­ reglan, at hesi evnir finnast millum føroyskar misbrúkarar. Sambært tollvaldinum eru dømir um nýggj narkotisk evnir, sum koma til landið við posti, og sum fólk bíleggja umvegis inter­ netið. At tað støð­ugt koma nýggj rús­evnir umvegis internetið, sum eru alternativ til tey meira kendu evnini, er eitt rák, sum eisini er kent í okkara grannalondum. Ein avbjóðing er, at framleiðarar av hesum evnum broyta kemisku samansetingina á hesum evn­ um fyri at sleppa uttanum inn­ flutningsbann í lóggávuni. Neyðugt er at halda eitt vakið eygað við hesari avbjóðing og støð­ ugt dagføra lógarverkið á økinum fyri at banna innflutningi av teim­ um euforiserandi evnunum. Í álitinum um rúsevnispolitikkin verður sagt, at tey almennu yvir­ litini um nøgd av rúsevnum og rúsevnisnýtslu benda ikki á stór­vegis trupulleikar av hesum evnum. »Tó koma javnan útsagnir frá teimum, ið virka í býarlívinum og løgregluni, sum benda á, at vav­ ið av trupulleikanum er størri enn vanliga eygað sær. Summir hoyringspartar høvdu eisini ta fatan, at rúsevni eru lættari at fáa hendur á, enn tað letst. Harumframt síggja vit ein lítlan vøkstur av rúsevnismisnýtarum, sum fara í viðgerð á viðgerðarstovnunum.« Narkodeildin hjá løgregluni sigur seg vera vitandi um, at rús­ evnisevnir finnast í náttarlívinum, Rúsevnir, sum ikki verða ella eru skrásett. Keldur sum kenna til viður­ skiftini í náttarlívinum siga, at hevur tú røttu sambondini, er ikki trupult at fáa hendur á rúsevnum. Nýtslan gongur fyri seg uttan fyri skipaðu tiltøkini á bygd og í bý, eitt nú í morgunballum, aftaná at dansistøð, barrir og annað letur aftur um náttina í vikuskiftunum. Løgreglan metir hetta tó ikki at vera ein stóran trupulleika í náttarlívinum. Heilivágsmisnýtsla Ein annar trupulleiki, sum bæði løgreglan og Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum kenna til, er misnýtsla av Ritalin. Ritalin, sum m.a. verður latin persónum við ADHD. Alt fleiri ung verða viðgjørd við hesum heilivági, sum hevur jalig árin fyri tey, ið hava tørv á Ritalini. Tí er tað lættari at fáa hendur á. Hinvegin hevur heilivágurin rúsandi virknað fyri onnur, og dømir eru um, at Ritalin verður brúkt til at rúsa seg. Eisini eru dømir um, at Ritalin er vorðin ein handilsvøra, og hevur løgreglan í fjølmiðlunum víst á, at ein ávís søla av Ritalini fyrigongur millum ung. Fólkaheilsuráðið viðgongur eisini, at talan er um eina ávísa misnýtslu av rúsevnum og teirra tilmælið er, at meira og meira skal upplýsast um vandarnar. Alkoholmisnýtarar fáa hjálp í Føroyum, meðani rúsevnismisnýtarar annars verða sleptir uppá fjall ONGIN HJÁLP TIL RÚSEVNIS­ MISNÝTARAR Verkætlanarbólkur • Fróði Jacobsen, Heilsumálaráðið, verkætlanarleiðari • Katrin Gaard, Heilsumálaráðið Tilvísingarbólkur • Jenny Lydersen, Mentamálaráðið • Heri Petersen, Almannamálaráðið • Jóanna Djurhuus, Vinnumálaráðið • Petur Alberg Lamhauge, Fíggjarmálaráðið Stýringsbólkur • Turid Arge, Heilsumálaráðið, forkvinna • Jan Simonsen, Heilsumálaráðið • Bjørgfríð Ludvíg, Vinnumálaráðið Fakligur ráðgevi • Pál Weihe, adjungeraður professari, Megindeild fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi, Fróðskaparsetur Føroya