hósdagur 14. juli 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016
SOSIALURIN 81
7
ÁRNI GREGERSEN
Óteljandi føroysk ungfólk eru
brúkarar og misbrúkarar av
nýggjum rúsevnum, sum í løt
uni floyma inn á føroyska mark
naðin.
Meðan hagtøl frá løgregluni
og tollvaldinum bert vísa
evarska smáar nøgdir, sum
hald er lagt á, so vit fólk, sum
dagliga arbeiða við rúsevnis
misnýtarum um nýggju rús-
evnini, sum yvirtaka marknaðin
við ungum misbrúkarum.
– Hetta er so syrgiligt at
síggja, men veruleikin er, at
hesin evnini eru millum ung
og tey eru als ikki ring at fáa
hendur á, sigur Martin Kúberg,
sum er í ferð við at lata eitt
viðgerðarheim fyri ung upp á
Eiði.
Hann sigur, at ferð eftir ferð
verður staðfest, at ung ikki eru
rúsað av vanligum alkoholi ella
hasj.
Tey eru rúsað av nýggjari
syntetiskum evnum, sum eru
løtt at fáa hendur á.
– Og fyri tað fyrsta fáa vit
ikki hendur á hesum evnunum
og fyri tað næsta ger tað, at nógv
ung koma langt út í misbrúk
áðrenn vit fáa samband við tey,
sigur hann.
Heilt ung
Nýggi viðgerðarstovnurin á Eiði
hevur tilboð til ung millum 18
og 24 ár, men Martin Kúrberg
er fult greiður um, at støðan
eisini er ring millum yngri fólk.
Í Føroyum finst onki tilboð
til hesi fólkini.
Sum vit kundu lesa í Viku
skiftisSosialinum í seinastu
viku, so var ein tungur mis
brúkari vístur burtur bæði
av Psykiatriska Deplinum
og medisinsku deild á Lands
sjúkrahúsinum.
Hvørki Hgeilbrigdi ella Blái
Krossur tóku heldur ímóti
viðkoandi, tí at stovnarnir hava
ikki førleikar at viðgera fólk,
sum misbrúka nýggju rúsandi
evnini.
– Tað er óvirðiligt, at vit
ikki taka okkum av hesum
ungu fólkunum. Vit hava onki
tilboð til teirra og tí senda vit
tey av landinum, har stovnar
taka ímóti teimum. Men hetta
er fyri høgt gjald og ofta eru
førleikarnir har ikki nógv betri
enn í Føroyum, sigur Martin
Kúrberg.
Myndugleikarnir hava stýr
á alkoholmisbrúkinum í
Føroyum og partvís av gomlum
narkotisku rúsevnum, men
nýggj evnir floyma inn í løtuni
Nýggj rúsevnir
yvirtaka
marknaðin
Martin Kúrberg letur eitt tilboð upp á
Eiði fyri ung millum 18 og 24 ár
Katrin Kallsberg:
SJÁLVANDI
SKULU TEY
HAVA HJÁLP
Forkvinnan í trivnaðarnevndini í Løgtinginum,
Katrin Kallsberg, Tjóðveldi, sigur at rúsevnis
misnýtarar skulu hjálpast í Føroyum
ÁRNI GREGERSEN
Í
løtuni er torført hjá fólki,
sum eru rúsevnismisnýtarar
at fáa nakra hjálp í Føroyum.
VikuskiftisSosialurin visti
fyri viku síðani at siga frá ungum
manni, sum var avvístur á Lands
sjúkrahúsinum. Heldur ikki við
gerðarstovnarnir Heilbrigdi og
Blái Krossur megnaðu at taka sær
av unga manninum.
– Sjálvandi er hetta ikki nóg gott.
Vit mugu og skulu hjálpa fólki, sum
vilja hava hjálp at sleppa úr mis
brúki, sigur formaðurin í trivn
aðarnevndini, Katrin Kallsberg.
Viðgerðarstovnarnir í Føroyum
viðgera fólk fyri alkoholmisnýtslu
og partvís fyri gomul, kend rús
evnir.
Nú sæst, serliga millum ung
fólk, at tey rúsa seg við øðrum evn
um, sum ikki eru kend um okkara
leiðir.
Ecstasy var kanska tað fyrsta
av heusm evnum, men ritalin er
eisini kent. Nýggjastu evnini eru
eisini syntetisk, men kunnleikin
til viðger fyri misbrúk av hesum
evnunum er ikki í Føroyum.
Má broytast
Í fjør var eitt álit gjørt um rúsevnir
og rúsevnispolitikk. Álitið viðger í
stóran mun teir trupulleikar, sum
standast av alkoholi og í nógv
minni mun, teir trupulleikar, sum
standast av øðrum rúsevnum.
– Tað er púyra rætt, men vit
mugu helst hava í huga, at alkohol
er eitt lógligt rúsevni, sum vit regu
lera. Onnur rúsevnir eru ikki lóglig
og tí eru tey munandi torførari at
halda skil á, sigur Katrin Kallsberg.
Landsstýriskvinnan við heilsu
málum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi,
hevur boðað frá, at álitið sum er
gjørt, skal brúkast sum grundarlag
undir einum aðalorðaskifti í ting
inum um rúsevnir.
– Tað haldi eg eisini er gott, men
tað er klárt, at vit mugu viðgera
annað enn alkohol. Vit mugu
gera tað so, at ung, sum vilja hava
hjálp og vilja sleppa úr rúsevnis
misbrúki, fáa hesa hjálp í Føroyum,
sigur Katrin kallsberg.
Hon sigur tó eisini, at hetta má
skipast.
Tað kann ikki vera so, at bera
skal til hjá fólki at fara uttanlands
at fáa sær hjálp og so bert rokna
við, at tað almenna betalir.
– Vit mugu skipa hetta, so vit
vita hvat hendir og hví vit gera
hvat. Hagtøl mugu finnast, sum
avspegla veruleikan, leggur hon
afturat.
– Sjálvandi skulu ungu fáa hjálp í Føroyum, heldur forkvinnan
í trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg, Tjóðveldi