hósdagur 14. juli 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016
SOSIALURIN 81
8
RAGNHILD ELLINGSGAARD
Hann hevur úr at gera fyri tíðina.
Tá eg ringi og spyrji hann, um hann
er við upp á at gera eina samrøðu
til blaðið, drálar hann tí eisini eina
lítla løtu, áðrenn hann svarar. Hann
situr við seinastu fyrireikingunum
til eina framførslu, sum hann skal
hava á G!Festivalinum. Tí hóast
eg til júst hesa samrøðuna kundi
hugsað mær at tosað við Jan um
tekningarnar hjá honum, so slepst
ikki uttan um, at hann er ein víð
fevndur listamaður. Hann teknar,
málar, ger styttri teknaðar filmar
og so er hann eisini tónleikari um
ein háls. Í dag er tað kanska mest
elektroniskan tónleik, sum vit seta
hann í samband við. Men sum við
næstan øllum í hansara lívi, so er
hann eisini rættiliga fjølbroyttur á
hesum økinum. Fyrr var tað heavy
metal, sum hann spældi og hann
vil ikki útiloka, at hetta aftur kann
broytast til okkurt heilt annað.
- Hvør veit? Kanska eg ein dag
fari at spæla kontry, sigur hann
við einum skeivum smíli, tá vit
hittast seinni í vikuni. Fyri hann
er tað týdningarmikið, at einki
her í lívinum er varandi. Og tí vil
hann heldur ikki seta seg fastan
á nakað, men heldur lata upp fyri
menningini, sum alla tíðina er
rundan um hann. Og ikki minst
innan í honum sjálvum.
Vit práta eina løtu saman í
telefonini og gerast samd um at
hittast seint eitt kvøldið, tá hann
er komin eitt sindur longri við
fyrireikingunum til framførsluna,
sum verður hetta vikuskiftið.
Listin skal flyta teg
Tað er myrkt uttanfyri, tá Jan
kemur við bussinum. Hann ballar
sær eina sigarett úti í túninum,
meðan eg seti kaffi útá. Stilur og
eitt sindur varin, meðan eg spyrji
hann um dagin. Men soleiðis er
Jan. Kanska ikki beinleiðis varin,
men kanska heldur eitt sindur
innfjarur. Hann hugsar seg um,
áðrenn hann svarar og kann til tíðir
tykjast eitt sindur góðtrúgvin. Men
tað er villeiðandi at hugsa soleiðis
um Jan. Tí hóast hann til einhvørja
tíð tykist at trúgva á tað góða í
lívinum, so er hann samstund
is djúpugsin og grundandi í
øllum lívsins viðurskiftum. Tað
er kanska eisini akkurát hendan
tvørsøgnin millum barnsliga lyndi
og melankolska unga mannin, sum
ger listamannin so dragandi.
Vit fara inn og seta okkum við
borðið. Og aftaná at hava tosað
eitt sindur aftur og fram um ger
andis evni sum kaldar døgurða
restir, eitt nýtt hársnið og hvørt
av sínum, so seta vit hol á tað, sum
samrøðan í kvøld skal snúgva seg
um. Nevniliga list. Tí hvat er list?
Ber til at skilmarka eitt so breitt
hugtak? Jan fær sær ein munn
av kaffikoppinum og hyggur út í
myrku kvirruna.
- Fyri meg er list eitt óstýriligt
ting, sum ikki kann kontrolerast
og sum onkursvegna altíð eigur
at flyta okkurt inni í tær sjálvum.
Tað haldi eg, at list ger, sigur Jan
stillførur og leggur afturat, at øll
list byrjar við einum tanka, sum
síðani leiðir víðari til íblástur av
onkrum slag. Tað vil við øðrum
orðum siga, at sjálvur tankin er
íblásturin. Jan tosar seg heitan og
Multilistamaðurin Jan Nystrøm:
List er eitt óstýriligt ting, sum tú ikki kanst hava tamarhald á. Tað heldur
34 ára gamli listamaðurin, sum seinastu árini rættiliga hevur gjørt vart við
navnið hjá sær. Hann er virkin sum teknari, listamálari, filmsframleiðari
og beint nú eisini á eletroniska tónleikapallinum. Og listini skalt tú ikki
hava tamarhald á, heldur hann. Vit hava hitt Jan Nystrøm til eitt prát um
makabrar tekningar, framhaldandi menning og fantastiska lívið.
EG ERI BARA EITT
MENNISKJA SUM
EKSISTERAR
LIST