hósdagur 14. juli 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016
SOSIALURIN 81
9
greiðir frá, at latínska heitið fyri
íblástur er īnspīrātiōnem, sum
merkir, at andin kemur í teg.
- Nú skal eg ikki verða heilt
spirituellur, men hetta merkir, at
okkurt fyrst kemur í teg og hetta
sama skal so koma til sjóndar um
vegis teg sjálvan. List er tí eisini
eitt sera breitt hugtak og kann
verða okkurt, sum tú sigur, skriv
ar, teknar, málar, spælir og so
framvegis. Felags fyri alt er, at list
in fyrst og fremst hevur flutt teg
sjálvan. Og umvegis teg skal listin
so eisini flyta onnur fólk, sigur
hann víðari.
Makabrar myndir
og ónd fólk
Seinastu árini hevur Jan luttikið
á fleiri framsýningum, eins væl
og hann eisini hevur sýnt fram
sjálvur. Felags fyri bæði tekn
ingarnar og málningarnir hjá
honum er, at listin kann tykjast
heldur óunnulig. Ella makabur,
sum helst er rætta orðið at nýta í
hesum førinum. Hvat er tað, sum
Jan ynskir at flyta hjá teimum,
sum síggja listina hjá honum?
Hann svarar ikki beinanvegin, tá eg
seti honum spurningin, men letur
líkasum svarið hanga í luftini eina
løtu. So smílist hann knappliga og
hyggur beint upp á meg.
- Eg ivist ikki í, at fleiri fólk
hyggja eftir tekningunum hjá
mær og skilja tær ikki. Tí viðhvørt
skilji eg heldur ikki ordiliga sjálv
ur alt, sum eg geri. Eg royni bara
at gera tað, sum kennist rætt. Lati
hondina og høvdið stýra saman,
uttan at hugsa ov nógv. Skilur tú?,
svarar hann mær og gevur mær
spurningin aftur. Hann bíðar tó
ikki eftir svarinum, men reisir seg
og fer eftir kaffikannuni, meðan
hann greiðir mær frá um eitt av
hansara góðu vinfólkum, sum
herfyri segði honum, at tað var
gingið upp fyri viðkomandi, at tað
veruliga vóru fólk til í heiminum,
sum av náttúru eru ónd. Ónd inn á
hjartað, sum Jan sigur. Og tað fekk
Jan at hugsað. Kendi kann nakran,
sum var beinleiðis ótespiligur? Ella
kendi hann kanska onkran, sum
beinleiðis tømdi fyri orku heldur
enn at geva okkurt? Tí akkurát
tað er so týdningarmikið fyri
Jan sjálvan. Hetta, at altíð hava í
huganum at geva eitt lítið petti av
tær sjálvum heldur enn at taka frá
øðrum.
- Hesin tankin kundi lætt blivið
ein rættiliga makabur mynd av
onkrum. Ein negativ mynd, kanst
tú kanska siga, heldur hann áfram.
Hann er tó skjótur at leggja afturat,
at tað ikki er altíð, at listin umboð
ar nakað heilt ávíst.
Sjálvandi kemur nógv inspira
tión frá ávísum umstøðum og
hendingum í mínum lívi, men hetta
er ikki nakað, sum eg tilvitaður fari
eftir. Í botn og grund, so eri eg jú
ikki meira enn eitt menniskja, sum
bara eksisterar. Og listin er nakað,
sum sprettur úr tí, sum eg upplivi
og úr tí sambandinum, sum er
millum meg og onnur menniskju,
heldur hann áfram at hugleiða,
meðan hann spakuliga gongur yvir
til vindeygað og hyggur út.
Natúralistiskt pynt
Jan setir seg aftur við borðið og vit
tosa eitt sindur aftur og fram um
hetta við makabru tekningunum
hjá honum. Hann vendir aftur til
útsøgnina um, at list helst skal
flyta okkurt innan í tær sjálvum.
- Eg veit ikki heilt, um eg eri full
komiliga samdur við mær sjálvum
í tí, sum eg nú fari at siga. Men
til dømis tími eg illa at hyggja út
gjøgnum vindeygað og síggja eitt
vakurt fjall - og so snara høvdinum
og síggja eina akkurát líka tekning