Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 10 LIST av fjallinum hanga á veggi­num. Ikki tí, fjallið kann verða ótrúliga stórbært og vakurt í sær sjálvum. Eg tími bara ikki at hyggja eftir tekningum ella málningum, sum fullkomiliga líkjast veruleikanum. Tað flytir ikki ordiliga nakað hjá mær. So vil eg heldur seta meg at hyggja eftir sjálvum fjallinum og njóta ta løtuna til fulnar, sigur hann knappliga. Hann veit væl, at tað er eitt fleirtal av fólki, sum helst eru sera ósamd við honum í akkurát hesum. Men tað bilar einki, heldur hann. List er so persónlig, sum hann sigur. - Fyri meg er naturalistisk list meira pynt heldur enn verulig list. Men fyri onkran annan er tað, sum eg geri, bara nakrar strikur uttan stórvegis týdning. Soleiðis eru vit so ymisk. Og soleiðis skal tað eisini verða, um tað framhaldandi skal verða nøkur menning í tí heila. Um øll eru púra eins og halda akk­urát tað sama um alt, so steðgar heim­ urin upp, heldur Jan. Sárbæra menniskja Viðvørt kann tað tykjast sum um, at listarfólk hava eina heilt aðra persónsmensku enn vit onnur meira ella minni borgarligu, sum kanska hava lyndi til at verða rættiliga stýrd av arbeiði, klokku­ tíð og peningi, sum vit leggja eftir okkum hjá onkrum ávísum pen­ inga­stovni at goyma. Kanska eru hetta bara fordómar, men eg lati alíkavæl spurningin yvir til Jan at svara. Er tað munur á? Hann flennir eitt sindur, áðrenn hann svarar. - Jú, tað er tað helst onkurs­ vegna. Onkuntíð hevði eg viljað, at eg kundi sløkt hesa kontaktina, sum annars allatíðina er tendrað. Kundi hugsað mær at sløkt og bara ver­ið til eina løtu, sigur hann og dyl­ ir ikki fyri, at tendraða kontaktin við­hvørt kann gera hann heldur sárbæran. Tað er líkasum eitt opið hol beint inn á hjartað, sum verður ávirkað av øllum tí, sum hann sær og upplivir, greiðir hann frá. Og alt hetta má hann sleppa at geva út aftur, tí annars fær hann ikki frið á sær, sum hann sigur. - Eg veit ikki ordiliga, nær hend­ an kontaktin fyrstu ferð tendraði. Men einaferð í mínum lívið hev­ur hon sett ferð á onkran motor, sum bara er farin at ganga skjótari og skjótari við tíðini. Og ja, við­hvørt eri eg ræðuliga kensluborin. Og tað eru nøkur ting, sum kunnu kenn­ ast ræðuliga sterk fyri meg, meðan onnur als ikki skilja støðuna, sum man stendur í akkurát tá. Tað kann sjálvandi verða eitt sindur keði­ ligt viðhvørt. Men hinvegin; um tú taklar hesar støðurnar rætt, so kann tað eisini vaksa seg til eina fantastiska kenslu, tí knapp­liga fært tú eygað á okkurt vakurt í øllum ruðuleikanum. Hetta broyt­ ir so aftur okkurt inni í tær sjálvum og skapar soleiðis menning. Og menn­ing av tær sjálvum sum menn­iskja er ongantíð keðilig, slær lista­maðurin fast. Vælnøgdur flytifuglur Og júst hendan framhaldandi per­sóns­menningin er nakað, sum gongur aftur og aftur, meðan vit sita og práta. Eingin ivi er um, at Jan ikki vil steðga upp her í lív­i­ num. Tí er hann eisini nakað av ein­um flytifugli, greiðir hann frá. - Eg havi búð so nógvastaðni og havi eisini havt tað gott allastað­ ni, har eg havi verið. Men alíkavæl velji eg altíð at flyta, at royna okk­ urt nýtt, tá ein tíð er fráliðin. Tað liggur øgiliga djúpt í mær, sigur hann mær og leggur afturat, at eitt tað týdningarmesta í hans­ara lívi nevniliga er at verða opin fyri øllum teimum møguleikunum, sum liggja frammanfyri tær, tá lívið onkursvegna er í broyt­ing. Ella í menning, sum Jan helst sjálv­ur vildi sagt. Eg spyrji hann at enda um, hvar hann sær seg sjálv­an í fram­tíðini. Hann hyggur at mær við undrandi eygum og tað er, sum um hann ikki ordiliga skil­ ur spurningin. Eg spyrji einaferð aftur­at og leggi afturat, um hann hev­ur nakað serstakt mál, sum hann arbeiðir fram ímóti. Hann smíl­ist aftur. - Tað dugi eg faktiskt ikki ordi­ liga at svara tær uppá. Ella, eg haldi ikki ordiliga, at tað finst nak­að svar upp á handan spurning­in. Málið hjá mær er allatíðina at liva beint nú. At taka løtuna, sum hon er og fáa tað besta burtur úr tí, sum eg geri beint nú. Sjálv­andi ynski eg einaferð at kunna liva av míni list, men gongdin fram ímóti tí málinum er eins spenn­andi sum sjálvt málið. Tað er jú í process­ini, at tú mennist allar­mest. Og eitt er púra vist, leggur hann afturat: - Lívið er eitt so fantastiskt ting. Tí er tað eisini so ótrúliga um­ráð­ andi, at vit liva hvørja løtu til fuln­ ar. Kaffi er vorðið kalt í koppunum hjá okkum. Uttanfyri hevur kvirr­ an lagt seg yvir hús og veg­ir og í ein­støkum vind­eygum síggjast kopar­litt­ar ljós­glæmur spæla sær. Men samrøðan hjá okkum báðum er komin at enda. Jan hevur úr at gera kom­andi dagarnar. Hann hevur fleiri tónleikaframførslur fyri framman á komandi festival­ um og tónleikatiltøku. Sam­stund­is fyri­reikar hann eisini eina fram­ sýn­ing við egnum listar­verk­um, sum verður á skránni um nak­rar vik­ur. Ungi maðurin smoygg­ ir heita jakkan oman yvir seg og hvørv­ur spakuliga út í stjørnu­ kláru náttina. Eg ivist ikki í, at fleiri fólk hyggja eftir tekningunum hjá mær og skilja tær ikki. Tí við­ hvørt skilji eg heldur ikki ordiliga sjálv­ur alt, sum eg geri MYNDIR: EYDBII MYNDIR