hósdagur 9. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 171 - 9. september 2004
Nr. 171 - 9. september 2004
5
Sumbingar vilja:
Hava borgarafund og fólkaatkvøðu
Hava fund um at lata
flakavirkið í Vági upp
Landsstýrið og Fram-
taksgrunnurin fara
nú á fund, har flaka-
virkið í Vági er eitt
mál á skránni
FLAKAVIRKIÐ Í VÁGI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hildið verður nú fram við
royndunum at fáa flaka-
virkið hjá Fiskavirking í
Vági uppaftur.
Fríggjadagin fara Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur í vinnumálum og Jó-
annes Eidesgaard, løgmað-
ur á fund við Framtaks-
grunnin um ymisk viður-
skifti.
Á fundinum fara partar-
nir at tosa um ymisk
viðurskifti hjá Fiskavirking
og Framtaksgrunninum.
– Men tað er ongin loyna,
at vit ætla eisini at tosa við
Framtaksgrunnin um flaka-
virkið í Vági, sigur Jòannes
Eideagaard, løgmaður.
Hann sigur, at á hesum
fundinum ætlar landsstýrið
at fáa at vita, hvørja ætlan
Framtaksgrunnurin hevur
við flakavirkinum í Vági.
Landstýrið vil hava at
vita, um ætlanin er at lata
virkið uppaftur, ella um
ætlanin er at selja virkið
ella um ætlanin er onki at
gera.
Løgmaður veit, at lands-
stýrið kann ikki geva
Framtaksgrunninum harra-
boð, tí talan er um ein sjálv-
støðugan grunn, sum er
óheftur av politisku skip-
anini.
Hinvegin er hann púra
ósamdur við stjóran í
Fiskavirking, sum átalaði
løgmann fyri at leggja seg
út í privat, vinnuligt virk-
semi, tá ið hann bæði í
Sosialinum og á Løgtingi í
farnu viku reistu málið um
flakavirkið í Vági.
– Sjálvandi skal lands-
stýrið hava áhuga fyri ser-
ligum viðurskiftum, sum
raka ein heilan landspart,
sigur løgmaður. Og tað um-
fatar eisini tey vinnuligu
viðurskiftini, serliga tá ið
støðan í landspartinum er
so vánalig, sum hon er í
Suðuroy í løtuni.
Og hann sigur, at eitt
endamál við fundinum er at
fortelja Framtaksgrunnin-
um, hvørja áskoðan lands-
stýrið hevur á flakaravirkið
í Vági.
– Tað hevur týdning, at
Framtaksgrunnunin veit,
hvørja støðu, landsstýrið
hevur.
– Men so stendur tað
sjálvsagt
til
Framtaks-
grunnin um hann tekur
áskoðanina hjá Framtaks-
grunninum við í sínum
metingum, tá ið framtíðar
virksemið skal leggjast til
rættis.
Sostatt viðgongur hann
eisini, at vil Fiskavirking
ikki lata virkið í Vági upp,
er tað onki, sum landsstýrið
kann gera.
– Framtaksgrunnurin og
Fiskavirking er óheft av
politisku skipanini. Hóast
tað er landsstýrið, sum vel-
ur nevndina í Framtaks-
grunninum, eiga vit at
virða, at hon sleppur at
arbeiða óheft av politisku
skipanini.
– Men eg ivist ikki í, at
nevndin í Framtaksgrunn-
inum er so mikið at sær
komin, at hon eisini hevur í
huganum, hvørji samfel-
agsins áhugamál eru og tað
er hetta, sum landsstýrið
ætlar at greiða nevndini frá
á fundinum.
– At seta Framtaksgrunn-
inum beinleiðis krøv, kann
landsstýrið
ikki
gera,
leggur hann afturat.
Sumbingar savna nú
inn undirskriftir fyri
at fáa borgarafund
um ætlaðu saman-
leggingina við Tvør-
oyri. Tey krevja eisini
fólkaatkvøðu um
málið
KOMMUNUSAMAN-
LEGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sumbingar eru nú reiðiliga
farnir at ressast.
Tað er spurningurin um
samanlegging við Tvøroyri,
sum hevur fingið teir upp
úr stólinum.
Útlitini eru nú fyri, at
sumbingar gerast tvørafólk
á nýggjárinum - ella var tað
øvugt?
Men sumbingar halda, at
teir hava fingið alt ov lítið
at vita um hesa ætlanina.
Og tey halda, at hetta er eitt
so mikið álvarsligt stig at
taka, at tey vilja hava
bygdaráðið at kalla saman
til borgarafund um málið.
Hesar seinastu dagarnar
hava fólk gingið runt í
bygdunum í kommununi og
savna undirskriftir, har tey
heita á kommununa um at
hava
borgarafund
um
málið.
Har ætla tey at borgarar-
nir í kommunu skulu fáa
høvi til at siga sína hugsan
um ætlanina at leggja sam-
an við Tvøroyri.
Har vilja tey eisini hava,
at bygdaráðið skal fortelja
borgarunum, hvat ein sam-
anlegging ber í sær og
hvørja ávirkan tað fær á
Sumbiar
Kommunu
og
fólkið, sum har býr.
Tey vilja hava hendan
borgarafundin sum skjót-
ast, áðrenn samráðingar
verða tiknar upp við Tvør-
oyrar Býráð um saman-
legging.
Og tey beinleiðis krevja,
at fólkaatkvøða skal verða í
Sumbiar Kommunu um
spurningurin um saman-
legging fyri at vita, hvat
fólkið heldur.
Fólkið má spyrjast
– Nú vit hava savnað inn
undirskriftir, hava vit ikki
tikið støðu fyri ella ímóti
samanlegging, sigur Hild-
ur Vestergaard, sum er ein
av teimum, sum hevur
gingið hús úr húsi og savna
undirskriftir.
Men hon heldur at málið
um samanlegging við Tvør-
oyri, er ein alt ov stórur og
umfatandi spurningur, til at
ein meiriluti í bygdaráðn-
um kann taka støðu einsa-
mallur, uttan at spyrja
fólkið eftir.
Hon sigur, at áfundinum
vilja tey hava lýst, hvørjir
fyrimunir og vansar eru við
eini samanlegging.
– Vit eiga ikki at leggja
saman við Tvøroyri uttan
so, at tað er ein fyrimunur
fyri okkum. Men tað vita
vit onki um ogtí vilja vit
hava borgarafund at fáa
kommunustýrið at lýsa
støðuna fyri okkum.
Hon sigur, at ongin í
kommununi veit enn, hvat
ein samanlegging við Tvør-
oyri inniber.
Og hon leggur afturat, at
endar tað við, at kommunu-
stýrini í Sumba og á Tvør-
oyri semjast um eina avtalu
um samanlegging, má
hendan avtalan leggjast til
fólkaatkvøðu.
Tí fýlist hon á úttalilsi hjá
borgarstjóranum í Sumba í
Sosialinum, har hann sigur,
at tað er ikki greitt, um
fólkaatkvøða verður.
Nú tey hava savnað inn
undirskriftir, hava tey bara
fingið
undirskriftir
frá
fólki, sum hava valrætt í
kommununi.
Í gjáramorgunin høvdu
tey fingið 170 undirskriftir,
men tey vóru ikki reiðiliga
liðug at savna inn.
À seinasta løgtingsvali
høvdu 310 fólk atkvøðu-
rætt í kommununi, 218 fólk
í Sumba og 92 fólk í Lopra
og á Økrum.
Sumbingar eru rættiliga farnir at ressast í spurninginum um samanlegging við Tvøroyri
– Vit fara nú at greiða Framtaksgrunninum frá, hvat landsstýrið heldur um flakavirkið í Vági.
Men Landsstýrið kann ikki krevja, at Fiskavirking skal lata tað uppaftur, viðgongur løgmaður
Halt teg til samgonguskjalið
Bæði formaðurin í
fíggjarnevndini, An-
finn Kallsberg, og for-
maður Sambands-
floksins, Kaj Leo Jo-
hannesen, mæla
Kristiani Magnussen
til at halda seg til av-
taluna um skattalætt-
an í samgonguskjal-
inum. – Tað er púra
galið og ein ósiður at
viðgera fíggjarlógina í
fjølmiðlunum, áðr-
enn fíggjarlógarar-
beiðið er liðugt, held-
ur Anfinn Kallsberg
SKATTALÆTTIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hugsjónarligu
munirnir
millum samgonguflokkar-
nar eru veruliga við at
koma fram í ljósmála. Í
summar hevur vitjanin av
Bjørn Lomborg og útlend-
ingamálið víst, at hug-
sjónarliga er vítt til veggja í
samgonguni, og at sam-
gongustevið ikki er av tí
besta.
Feskasta
dømið
um
órógv í samgonguni er ætl-
aði skattalættin hjá lands-
stýrismanninum í fíggjar-
málum, Bárði Nielsen.
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin er á einum
máli um, at sonevnda
skattanýskipanaruppskotið
hjá samgonguni skal fremj-
ast í verki á komandi
fíggjarlóg, meðan einstakir
tinglimir í Javnaðarflokkin-
um aftra seg við at taka
undir við einum skatta-
lætta.
Undirskrivað avtala
Í Degi og viku týskvøldið
greiddi formaðurin í ting-
bólki
Javnaðarfloksins,
Kristian Magnussen, frá, at
hann helt tað vera ábyrgd-
arleyst at lata ein skatta-
lætta á komandi fíggjarlóg,
tí landskassin var so mikið
sperdur, at vit hava ikki ráð
at lata skattalætta í kom-
andi ár.
Fyrrverandi løgmaður og
formaðurin í fíggjarnevnd-
ini, Anfinn Kallsberg, held-
ur lítið um framferðarháttin
hjá Kristiani Magnussen.
– Tað er púra galið og ein
ósiður at viðgera fíggjar-
lógina
í
fjølmiðlunum,
áðrenn fíggjarlógararbeiðið
er liðugt. Eg taki ikki út-
søgnina hjá honum so
tungt, tí Javnaðarflokkurin
hevur undirskrivað eitt
samgonguskjalið, sum eg
vænti teir halda seg til,
sigur Anfinn Kallsberg.
Formaður
Sambands-
floksins, Kaj Leo Jo-
hannesen,
mælir
eisini
Kristiani Magnussen til at
halda seg til samgongu-
skjalið, sum Javnaðarflokk-
urin hevur undirskrivað.
Broyttar fortreytir
Kristian Magnussen vísti í
Degi og viku á, at hann
metti, at tær fortreytir fyri
skattalættanum, sum Javn-
aðarflokkurin tók undir, tá
samgonguskjalið varð und-
irskrivað, ikki er veruleikin
í dag. Formaðurin í ting-
bólki
Javnaðarfloksins
segði, at búskaparstøðan í
Føroyum er munandi verri
enn upprunaliga mett.
– Eg haldi ikki, at for-
treytirnar eru broyttar nak-
að. Allir tríggir samgongu-
flokkarnir vistu fullvæl, at
inntøkurnar í landskassan-
um vóru dalandi, meðan út-
reiðslurnar fóru at økjast,
sigur Anfinn Kallsberg.
Kaj Leo Johannesen hev-
ur somu áskoðan sum sam-
gongulimurin,
Anfinn
Kallsberg, og vísir á, at tað
er júst somu fortreytir fyri
skattalættanum í dag, sum
tá samgonguskjalið varð
undirskrivað
í
februar
mánað.
Tung telving
– Uttan mun um talan er
um góðar tíðir ella ringar
tíðar, so er fíggjarlógarar-
beiðið altíð stríggið, og eg
vænti ikki, at hetta fíggj-
arlógaruppskotið
verður
øðrvísi.
Anfinn Kallsberg sigur
seg vænta eitt tungt talv, nú
seinasta hond skal leggjast
á fíggjarlógina fyri 2005.
Hann vísir á, at Fólkaflokk-
urin ætlar at tvíhalda um
skattalættan undir fíggjar-
lógarsamráðingunum,
hóast røddir eru frammi úr
Javnaðarflokkinum um at
tað er ábyrgdarleyst at veita
ein skattalætta.
Skattanýskipanarupp-
skotinum hjá samgonguni
er knýtt at einari sam-
haldsfastari eftirlønarskip-
an, og spurdur, um Fólka-
flokkurin fer at taka undir
við samhaldsføstu eftirløn-
arskipanini, svarar Anfinn
Kallsberg, at Fólkaflokk-
inum dámar ikki skipanina,
men flokkurin kennir seg
noyddan at taka tað súra við
tí søta, sum hann málber
seg.
Her sipar formaðurin í
fíggjarnevndini
til,
at
Fólkaflokkurin góðtekur
samhaldsføstu eftirlønar-
skipanina um flokkurin fær
skattalættan ígjøgnum.
– Tað er púra galið og ein
ósiður at viðgera fíggjarlóg-
ina í fjølmiðlunum, áðrenn
fíggjarlógararbeiðið er liðugt.
Eg taki ikki útsøgnina hjá
honum so tungt, tí Javnaðar-
flokkurin hevur undirskrivað
eitt samgonguskjalið, sum eg
vænti teir halda seg til, sigur
Anfinn Kallsberg
Mynd: Savnsmynd
Føroyski tónleikarin
Teitur Lassen er nú í
uppskoti til eina tón-
listavirðisløn í USA
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Teitur Lassen er nú komin í
gott selskap í USA.
Hann er ein av teimum,
sum er í uppskoti til eina
tónlistavirðisløn, sum kall-
ast »The Short List Music
Prize
2004
for Artist
Achievement in Music«.
Hetta er ein virðisløn,
sum felagsskapurin The
Shorlist Organization letur
á hvørjum ári til tað mest
skapandi og listarligu út-
gávuna í USA.
Í ár eru nøvn sum Norah
Jones, Roberth Smith, Jack
Black, John Mayer og so
Teitur Lassen í uppskoti.
Samanlagt eru 73 tón-
leikarar útnevndir, men um
tvær vikur verða 10 final-
istar valdir, og vinnarin av
virðislønini verður kosin
tann 11. november.
Hvørki Helena Dam
á Neystabø, Rói
Egholm ella Kristina
Háfoss verða millum
valevnini á býráðs-
valinum í november
mánað
BÝRÁÐSVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tey gjørdust øll ov stutt á
seinasta løgtingsvali, og
megnaðu ikki at vinna seg
inn um tinggátt. Tað hevur
verið tutlað í krókunum
um, at tey nú ætla sær at
royna seg býráðspolitikki,
men so verður kortini
ikki.
Hóast øll trý óiva høvdu
verið millum atkvøðus-
lúkararnar á kommunu-
valinum, hava Helena
Dam á Neystabø, Rói Eg-
holm og Kristina Háfoss
gjørt av, at tey ikki ætla
sær at stilla upp til bý-
ráðsvalið.
Øll siga, at tað er
landspolitikkurin,
sum
serliga hevur størstan
áhuga, og tískil ynskja tey
at halda seg aftur nú
býráðsvalið stendur fyri
durum.
Lands-
politikkurin
dregur
Teitur kann fáa
amerikanska virðisløn
Lærið
at fiska
við
flugu
Sunnudagin verður
skipað fyri skeiði í
at fiska við flugu
SKEIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Sunnudagin skipar Síla-
veiðufelagið fyri skeiði í
at fiska við flugu. Fel-
agið hevur fingið norð-
mannin, Arnstein Fri-
berg, at standa fyri
skeiðnum. Hetta er á
fyrsta sinnið, at Síla-
veiðufelagið skipar fyri
tílíkum skeiði.
Stigtakarin til skeiðið,
William West, sigur, at
skeiðið fyrst og fremst
er
ætlað
óroyndum
flugufiskarum og teim-
um, ið hava vant nakað.
Skeiðið byrjar klokkan
13 sunnudagin á Leyna-
vatni og stigtakararnir
vænta, at skeiðið er lið-
ugt um seks tíðina
sunnukvøldið.
Kostnaðurin fyri skeið-
ið er 300 krónur hjá lim-
um í Sílaveiðufelagnum
og 400 krónur fyri tey,
ið ikki eru limir. Til ber
at melda seg til skeiðið á
telefon 311700, 211700
ella 215272.
Rætting
Í blaðnum mikudagin kom blaðmaðurin at gera
borgarstjóranum í Kirkjubøar kommunu órætt. Skrivað
varð, at Anfinn Brekkstein fyri fyrstu ferð varð valdur
í Kirkjubøar kommunu í 1992, men hetta er ikki rætt.
Anfinn varð fyrstu ferð valdur í kommuna í 1988 og
frá 1997 hevur hann røkt borgarstjórasessin í
kommununi.
páll
C
M
Y
K
5
4